mánadagur 2. august 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 2. august · Nr. 114
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Millum teir meira óroyndu í
landsliðssamanhangi, ið hava fingið
afturval, eru HB leikarnir Tórður
Thomsen og Rógvi Poulsen og ÍF
liðskiparin, Høgni Zachariasen.
Súni Olsen hevur ikki spælt nógv
í seinastuni, so tað er óvist hvussu
nógv hann kemur at taka lut í
hesum landsdystinum. Hann sat
yvir, tá Víkingur á Ólavsøku vann
á B36 í Gundadali.
Oddaliðini flest umboð
Tey bæði feløgini, ið eru best
umboðaði á landsliðnum eru eisini
tvey tey fremstu í landskappingini,
NSÍ og HB, við hvørsínum fimm
leikarum. Av teimum tjúgu eru
fimm útisetar, ið eru Atli Danielsen,
Christian L. Holst, Jóan Símun
Edmundsson, Gunnar Nielsen og
Atli Gregersen.
Hava spælt ímóti
Estlandi fyrr
Føroyar hava fyrr spælt ímóti
Estlandi. Tveir teir fyrstu dystirnair
vóru venjingar dystir, ið vóru leiktir
í 1996 og 1997. Tann fyrri endaði
við 2-2 javnleiki, meðan Føroyar
vann seinna dystin 2-0 í Tartu í
Estlandi. Tí vóru vónirnr góðar,
tá føroyska landsliðið tann 4. juni
í 1998 fór til Estland í fyrsta EM
undankappingardystinum í bólki
9. Vit fingu málmannin útvístan
og alt endaði við einum kn+úsandi
5-0 tapi. Retur dystin á Tórsvølli
taptu við 2-0.Í juni í 2008 spældu vit
aftur venjingardyst ímóti Estlandi.
Eftir hálvantíma av dystinum í
Tallin var Estland á odda 3-0, men
við tveimum málum frá Christian
L. Holst og einum brotssparki
frá Súna Olsen, javnaði føroyska
landsliðið. Eitt korter fyri tíð
skoraði Estland til endaliga úrslitið
4-3 til heimaliðið.
Sjálv ferðin til Estland
Ferðalagið fer úr Vágum 8. August
til Keymannahavn, har gist verður
á Quality Hotel í eina nátt. Síðani
verður farið til Tallin í Estlandi
morgunin eftir. Í Estlandi býr
føroyska
landsliðsferðalagið
í
Meriton
Grand
Conference
&
Spa Hotel. Morgunin eftir dystin
mikudagin
11.
august
gongur
leiðin til Keymannahavn áðrenn
ferðalagið kl 10.05 hósmorgunin
lendir í Vágum aftur.
Kunnu vit gera tað
betri – 12 ár seinni?
Hetta
er
samstundis
fyrsti
dysturin
í
undankappingini
til EM endaspælið í Pólandi og
Ukraina, 12 ár eftir knúsandi 5-0
ósigurin fyri júst Estlandi í fyrsta
undankappingardystinum til EM
endaspælið í Hollandi og Belgia – so
er spurningurin um vit kunnu gera
tað betri hesaferð.
Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur sett nøvn á leikararnar, sum skulu umboða
Føroyar í undankappingardystinum í Estlandi hin 11. august í ár
Brian Kerr valt
sínar stríðsmenn
NM-kapping fyri U17 landslið
verður hildin í komandi
viku í Finnlandi. Føroyska
liðið skal í bólkaspælinum
royna seg móti Norra (3.
aug), Svøríki (4. aug) og
Skotlandi (6. aug). Umframt
dystirnar í bólkaspælinum
skulu U17 dreingirnir spæla
plaseringsdyst sunnudagin
8. august.
Áki Johansen, venjari, er
spentur uppá avbjóðingina
og metir, at føroyska liðið
er sera væl fyrireikað til
kappingina, eftir at teir vóru
í Newcastle og Aberdeen fyrr
í mánaðinum.
Leikararnir, sum
eru úttiknir til NM-
kappingina, eru hesir:
HB: Bárður Skorheim
Guttesen, Rói av Fløtum,
Kári Hvannastein, Ári Mohr
Danielsen
B36: Rasmus Dan Sørensen,
Jákup Højgaard
B71: Marcus Klementsen,
Brandur Olsen
TB: Teitur Olsen, Ragnar
Tausen
B68: Haraldur Højgaard
EB/Streymur: Allan Hansen
FC Suðuroy: Brandur Suðuroy
ÍF: Arnold Kristiansen
MB/07 Vestur: Jákup
Sveinbjørn Olsen
OB: Magnus Egilson
Oure: Eli Nolsøe Leifson
Varde IF: Andrias H Eriksen
NM-
kapping
fyri U17
landslið
Teir, sum eru úttiknir, eru:
HB: Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Vagnur M. Mortensen, Rógvi
Poulsen, Tórður Thomsen
NSÍ: Bogi Løkin, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen, Jann Ingi Petersen,
Christian Høgni Jacobsen
B36: Jónas Tór Næs, Christian R. Mouritsen
EB/Streymur: Egil á Bø
ÍF: Høgni Zachariasen
Víkingur: Súni Olsen
Roskilde: Atli Danielsen
Silkeborg: Christian L. Holst
Newcastle: Jóan Símun Edmundsson
Tranmere Rovers: Gunnar Nielsen
Ross County: Atli Gregersen