Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. august 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. august · Nr. 114 18 Sosialurin Tað er leygarkvøld í Gundadali og veðrið er avbera gott. Á niðara vølli renna nakrir ungir menn og hugna sær. Tað gongur kanska ikki so væl at raka bóltin og motorikkurin er ikki tað, sum vit eru von við at síggja á einum fótbóltsvølli. Men tað verður lagt nógv fyri og menn eru eitt nú skjótir at rópa eftir dómaranum, júst sum í ordiligum mannfólkafótbólti. Men hvørjir eru so hesir ungi menninir, ið tuska runt av øllum alvi í Gundadali. Nevin - Áhugafelagið Nevin er ein for- saml ing av ungum havnar monn- um, sum ein lagnudag í maj 2004 valdu at gera ein felagskap. Vit kend ust allir frammanundan, men hetta lagnukvøldið sótu vit í plantasjuni, har sum hasjarnir plagdu at halda til, og drukku. Her komu vit so við tí hugskoti at stovna áhugafelagskapin Nevin. Har høvdu vit so stovnandi fund. Nú royna vit at hittast javnan til jólafrokastar og onnur tiltøk. Nú spæla vit so eisini fótbólt, sigur Finnur Jensen, ið eisini er kendur úr tónleika bólkinum, Páll Finnur Páll. Bob’arin Nakað eftir at Nevin er stovnaður, hittast nakrir ungir menn í einum kjallara til ein bob-kapping. - Bob’arin er eisini ein áhuga- felag skap ur, ið roynir at gera vanlig leyga r kvøld til meir enn bara vanlig leygar kvøld. Vit savnaðust eina ferð í 2005 til eina bob-kapping og harfrá kemur navnið Bob’arin. Hetta gjørdist til eitt afturvendandi til tak og 31. mai í 2007 høvdu vit so stovnandi fund á Manhattan. Vit hittast til eitt nú tunnusláttur, yvir skeggja ball og námsferð, sigur John Hansen, sum vit eisini kenna úr fótbóltsheiminum. Upprunin til ólavsøkudystin Hetta er fjórða árið á rað, at Nevin og Bob’arin hittast til ein fót bólts- dyst, men hvussu kom tað í lag, at áhuga feløgini skulu bresta saman á vøllinum? - Dysturin kom í lag í Myspace tíð ini. Vit gjørdu okkum ein profil og so sóu vit, at har var ein eitt annað áhugafelag, sum æt Bob’arin. Tað hildu vit lítið um og hugsaðu bara at hetta var eitt kopi av okkum. Tað endaði við eini rival- iser ing, har tað onkursvegna koma uppá tal, at vit skuldu spæla ein fót bólts dyst fyri at finna tað betra áhuga felagið. At byrja við var tað næstan fíggindaskapur millum á huga feløgini, men nú er tað ikki so longur. Eitt nú hittast vit allir í kvøld og fara at hugna okkum sam- an, sigur Finnur Jensen. Nógv stendur uppá spæl Í 2007 og 2008 vann Nevin ferða- steyp ið, men í fjør fekk Bob’arin fyri fyrstu ferð sítt navn á ferðasteypið í spenn andi 4-3 sigri. Dystirnir verða spæld ir í tíðarskeiðinum rundan um ólavsøkuna, men soleiðis var ikki fyrstu ferð. - Fyrstu ferð var í 2007. Tá spældu vit um veturin og tað var gler á vølli num. Bara helmingurin av okk um hevði gaggur. Tá funnu vit skjótt útav at spæla um summarið, sig ur Finnur Jensen. Hvat meir enn hetta vælsignaða ferða steypið stendur upp á spæl fyri Bob’arin og Nevan? Nevin vann steyp í øðr Hóast Havnin tapti flestu fótbóltsdystirnar á ólavsøku, so vann Havnin eitt ferðasteyp í einum øðrvísi dysti leygarkvøldið fyri ólavsøku, tá tvey lið - Nevin og Bob’arin - takklaðu, sparkaðu, bannaðu og østu seg um dómaran, í einum dysti har fotbóltsskil og vit ikki var sterkasta vápnið Aftast frá vinstru: Jógvan Kruse, Jón Clementsen, Høgni Fagraberg, Finnur Jensen, Jákup Andreas Thomsen Petur Mohr Niclasen, Ólavur Dalsgarð, Roar Gyldenkærne Dalsgarð, Ísak Sambleben, Rúni Korsgaard. Fremst frá vinstru: Rúni Johannesen, Martin Andreas Kruse, Óli Olsen (liggjandi), Sveinur Dam (liggjandi), Michael Jensen. Ári Danielsen, Páll Oddur Lamain Rubeksen, Torkil Rasmussen og Bogi Højgaard vænta á myndini NeviN - Áhugafelagið Nevin er ein for sam ling av ungum havna monn um, sum ein lagnu dag í maj 2004 valdu at gera ein felagskap - Finnur Jensen um nevan