Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. august 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 2. august · Nr. 114 Sosialurin - Hetta er ein sera umráðandi dyst ur fyri okkum og hann gevur rætt indi at háða mótpartin um tú vinn ur. Tað kunnu tí gerast nakrar lang ar 52 vikur, ið standa fyri framm an, um tú tapir dystin. Og tí eri eg eisini ein sera vónbrotin mað- ur í kvøld, sigur John Hansen, sum var á tapandi liðnum leygarkvøldið. FM í áhugafótbólti Hvat nú um tað koma fleiri av hes- um áhugafeløgunum runt um í Før oyum, hevði tað verið ein møgu- leiki við einum FM í áhuga felags fótbólti? - Hatta er ein áhugaverdur tanki, eg havi faktist ikki hugsað um hatta. Eg vil siga, at eg eri ikki av- vísandi fyri tankanum, men koma tað fleiri, so hyggja upp á tey og taka eina avgerð harfrá, sigur Finn- ur Jensen. Nevin greiður vinnari Sjálvur dysturin endaði við 3-0 til Nev an. Hóast Bob’arin nokk hevur fleiri, ið venja ella hava vant fótbólt á høgum støði, so var tað Nevin sum vann. Tað var eisini fitt av fólki, ið vóru komin oman í Gundadal at hygg ja eftir heldur forvitnisliga og stutt liga fótbóltsdystinum. Eftir dystin mátti liðskiparin hjá Bob’aranum, John Hansen, ella Rambo, sum hann verður nevndur mill um bob’arnar, ta tungu leið við ferða steypinum til vinnarnar úr áhuga felagnum Nevin. - Eg kann bara ynskja Nevanum til lukku við sigrinum í ár, men vit koma sterkt aftur komandi ár, sigur ein sjónliga vónbrotin John Hansen - Vit takka fyri dystin, men ivast um tit koma sterkt aftur – men tit skulu sjálvandi vera vælkomnir at royna, svarar ein skeivt smílandi og speiskur Finnur Jensen at enda. rvísi ólavsøkudysti Millum tiltøkini hjá Bob’arinum er ein sokalla “Námsferð.” Í fjør vóru vit í suðri, har vit millum annað vitjaðu kolanámi, vitjaðu holið í Lopra, lyfti havið í Sumba og annars hugnaðu okkum, sum fólk nú eina ferð gera á námsferð, sigur John Hansen. námsferð Á Hamrinum á Argjum er eitt húski, ið hevur serliga stóran áhuga í hesum øðrvísi fótbóltsdystinum. Líka¬mikið hvussu úrslitið endar, so verður onkur óður í húsi¬num. Tí í Viðargøtu standa eini hús, ið hava eitt bein í hvørjum leiðri. 26-ára gamli Óli Olsen er limur í Nevan¬um, men yngri beiggin, 22-ára gamli Áki Olsen, er limur í Bob’aranum. Óli leggur nógv fyri, meðan Áki ilskast Tað er eisini týðuligt, at Óli Olsen leggur óvanliga nógv fyri í dystinum hetta leygarkvøldið. Fleiri ferðir liggur maðurin, ið hevur 99-talinum á rygginum, á vøllinum og ger glíðandi taklingar. Vanligar raðfestingar eru útskiftar við djarvar avgerðir, ið skulu tryggja, at Áki og hinir í Bob’arinum ikki skulu fáa mál – kosta hvat tað kosta vil. Á hinum liðnum rennur Áki Olsen runt í síni Manchester United troyggju og sær alsamt meira óður út. Tað lýsir úr andlitsbráðnum á honum, at eitt tap ikki er ein møguleiki í hesum dystinum, men sum dysturin gongur gerst tapið alsamt meiri veruleikakent. Tá bólturin fyri triðju ferð fer um málstrikuna hjá Bob’aranum, er tapið ein staðfesting og Áki Olsen hevur tapt fyri stórabeiggja. Mongum brestur ætlan Eftir dystin skuldu nógvar diplomatiskar snildur til, fyri at fáa Áka at lata seg avmynda við Óla og steypinum, Áki var skjótur eftir dystin at siga, at hann ikki hevði planir um at tosa við Óla hetta vikuskiftið. Viðmerkingin varð møtt við nógvum látri og harðast flenti Óli. Mongum brestur ætlan og tað gjørdi tað eisini hjá Áka og beiggjarnir báðir fylgdust heim, men nú er tað Óli, ið veruliga er stóribeiggi. »slagsbrøður« bob'arin Aftast frá vinstur: Hans Jacob Zachariassen, Jón Jacobsen, Remi Olsen, John Hansen, Dan Brimsvík, Poul Andreassen Fremst frá vinstru: Niels Kristian Mikkelsen, Andrias Højgaard, Áki Olsen og Tony Rasmussen. Á myndini vænta: Sigurð Sigurðsson, Hanus Mikkelsen, Eirikur Thomassen og Rúni Brandur Dam Vit hittast til eitt nú tunnusláttur, yvir skeggja ball og námsferð - john hansen um tiltøk hjá bob'arunum