Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. august 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. august · Nr. 114 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Í vikuskiftinum framdu A-piltarnir hjá HB eitt fótbóltsbragd, sum má verða millum tey fremstu brøgd, sum nakað føroyskt ungdómslið hev ur framt á einum fótbóltsvølli. HB-piltarnir vunnu 5-4 á FC Barcelona í fjórðingsfinaluni tí stóru fótbóltskappingini ”Den- mark Football Festival”, sum er í År hus í hesum døgum. Talan var um fjórðingsfinaluna millum tey best rataðu liðini. HB vann dystin 5-4, hóast teir vóru aftanfyri 3-4 í hálv leiks steðginum og 0-2 tíðliga í dystinum. Aftanfyri fleiri ferðir Heimasíðan www.hb.fo greiðir so- leið is frá um tað minniliga bragd- ið: - Ikki var sørt, at virðingin fyri Katalanarunum gjørdi, at hesir fingu lætt spæl í byrjanini. Teir komu skjótt uppá 2-0, áðrenn okkara raknaðu við, og byrjaðu at koma inn í dystin. Tá tað so eydn- að ist Teiti at skora eitt frálíkt mál til 2-1 fingu okkara av álvara blóð uppá tonnina. Dreingirnir strídd- ust fyrimyndarliga og spældu góð- an fótbólt, og tað gav úrslit. Tað eydn aði st okkara at javna til 2-2, og hóast FC Barcelona aftur legði seg á odda, megnaðu vit at koma aftur- í aftur. Beint áðrenn hálvleik løgdu FC Barcelona seg so á odda 4-3. Ein Landskrona-kensla Kaj Niclasen hjálparvenjari segði við Rás2, at teir stóðu við einari sann ari Landskrona-kenslu aftan á minniliga sigurin. Kaj greid di frá, at venjarin hjá FC Barce lo- na kom yvir til hann og venjar an, Áka Davidsen og rósti kata lan ski venjarin blaðungu spælar un um hjá HB til skýggja. Tá A-piltarnir hjá HB skuldu spæla finalu ímóti Humlebæk vóru kreft ir nar kortini uppi, og endaði final an við einum 1-7 stórtapi, har ikki beyðst bøtur. heri@sosialurin.fo Vunnu á FC BarCelona A-Piltarnir hjá HB vunnu ein minniligan, málríkan 5-4 sigur á sínum javnaldrum úr tí katalanska stórfelagnum Brasilski miðvallarleikarin hjá Manchester United, Anderson, varð bjargaður úr einum brennandi bili, eftir eitt ferðsluóhapp í heimlandi hansara leygarmorgunin. Anderson, sum er skaddur í tískil heldur ikki var partur av heimsmeistarakappingini í Suðurafrika, hevði verið á náttklubba og rendi á, tá hann var á veg heim í sínum Audi R8. Sambært portugisiska blaðnum Jornal de Noticias, sum heimasíðan Teamtalk endurgevur, fekk Anderson ein øgiligan hvøkk, men annars einki mein. Tað sama var galdandi fyri mannin og kvinnuna, sum eisini vóru í bilinum hjá Anderson. Ein talsmaður hjá Anderson sigur, at miðvallarleikarin skjótt verður at síggja aftur í Manchester. Anderson bjargaður úr brennandi bili Tróndur Arge Spennandi dystir í Vodafonedeildini eru fyri framman. NSÍ skal halda fast um oddastøðuna í deildini, meðan botnliðini, AB og FC Suðuroy, skulu til at fáa stig undir land, um skúturnar ikki skulu søkka. 15. umfar í Vodafonedeildini er deilt yvir tríggjar dagar. Tveir dystir vóru í gjár, ein verður í dag og tveir dystir verða í morgin. Dysturin í dag er í Sarpugerði í Gøtu, har Víkingur tekur ímóti FC Suðuroy. Dystirnir í morgin eru í Runavík millum NSÍ og B36, og á Argjum millum AB og B68. Vikingar royna at bjarga kappingarárinum Víkingur roynur av øllum alvi at bjarga einum undir miðal kappingarári, har tað hvørki hevur gingið eftir vild í landskappingini ella steypakappingini. Við einum sigri kemur Víkingur uppá 24 stig og so er ikki óhugsandi at teir kunnu gera seg galdandi í oddastríðinum. Fyri FC Suðuroy hevur dysturin stóran týdning í botnstríðinum, har teir og AB eru í vanda fyri at liggja eftir, nú hini liðini í niðarihálvu eru farin at samla sær stig saman. Argjamenn við rygginum ímóti múrinum Sigurin hjá B71 á Ólavsøku ímóti HB kom illa við hjá AB og FC Suðuroy. Bæði liðini hava nú seks stig upp til Sandoyingar, men nú er B68 eisini komi í klemmu í botnstríðinum. Teir eru nú yvirhálaðir av B71 og skulu út á Argir týskvøldið. Fyri AB hevur dysturin alstóran týdning, tí tapa argjamenn, so eru lang upp til niðurflytingarstrikuna. Vinna argjamenn hinvegin, so hava teir 13 stig og eru bara tvey stig frá niðurflytingarstrikuni og toftamenn kunnu av álvara kenna seg hóttar. Runavíkin skal verja borg NSÍ er oddalið í Vodafonedeildini og hevur eitt stig fleiri enn HB, sum eisini hevur spælt ein dyst meira. NSÍ tekur í kvøld ímóti B36, sum ikki tók av møguleikanum at blanda seg uppí oddastríðið á Ólavsøku, tá teir taptu fyri Víkingi. Tá Brian Kerr herfyri tók út landsliðið, ið skal spæla ímóti Estlandi, vóru ikki færri enn fimm leikarar úr NSÍ. Tað prógvar, at NSÍ hevur eitt gott lið í ár og við einum sigri á B36 fer at síggja heilt gott út á stigatalvuni. trondur@sosialurin.fo NSÍ skal halda fast um oddastøðuna