mánadagur 2. august 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. august · Nr. 114
22
Sosialurin
Snorri Brend
Hetta var ein vanligur dagur
í mai mánaði 2006.
Árstíðin bjóðaði til sól,
hita og ljós, men soleiðis var
ikki hjá Ovin, sum hevur búð
í Danmark í mong ár.
– Eg vaknaði henda morg
unin, tendraði sjónvarpið
fyri at vita hvat nýtt stóð á
tekstvarpinum. Men eg legði
tá merki til, at eg sá næstan
einki.
– Nei, hjá mær var alt grátt
í grátt, greiðir hann frá.
Støðan hjá honum gjørdist
ikki betri av, at læknarnir
søgdu honum at sjónin fór
ikki at gerast betri við tíðini.
Heldur hinvegin:
Ovin fekk nevniliga at
vita, at hann mátti fyrireika
seg uppá eitt lív sum sjón
veikur, har sjónin ein dag
kundi hvørva heilt.
– Ja, hetta kom sum eitt
sjokk fyri meg. Eg fór totalt
niður í kolkjallaran.
Trupul morgunstund
Ovin Klein Olsen hevði nóg
mikið at takast við hesa tíð
ina, sum leiðari av eini mat
stovu.
– Her gekk eg og trúði, at
lívið sum sum krógveigari
skuldi vara við, heilt til eg
ikki orkaði at tyggja smør
meiri. Men eg fekk annað at
síggja, leggur hann dent á.
Eftir einari lítlari morgun
stund varð lív hansara broytt
fullkomuliga. Frá at hava
verið sera virkin í fyritøkuni,
til eitt heilt annað lív, har
hann varð 100 prosent bund
in av hjálp frá øðrum.
– Ja, eg kom so langt út, at
eg setti spurnartekin við um
hetta lívið mundi vera vert
at liva.
Tíbetur
broytti
hann
hugs an. Og við hjálp av næst
ringum sínum fann hann
lívið aftur, sum hann tekur
til.
– Eg havi altíð elskað tón
leik. Og hann varð bjargingin
hjá mær, tí eg byrjaði faktiskt
Eg fór totalt niður
Vitjar aftur
í Føroyum
Í hesum døgum vitjar Ovin Klein Olsen
aftur í Føroyum. Hann vitjaði her fyrr í
ár, men fer aftur nú at hava framførslur
á ymiskum støðum.
Skráin hjá honum er henda:
Mánadagur 2. august:
Meinigheitshúsið í Tórshavn KL. 19
Hósdagur 5. august:
Hotel Hafnia í Tórshavn (privat avtala)
Leygardagur 7. august:
Missiónshúsið í Skopun KL. 19
Sunnudagur 8. august:
Missiónshúsið á Sandi KL. 18
Mikudagur 11. august:
Leirvíkar Missiónshús KL. 19.30
Leygardagur 14. august:
Meinigheitshúsið í Vági KL. 19
Sunnudagur 15. august:
Missiónshúsið á Tvøroyri KL. 18
Ovin Klein Olsen soleiðis sum vit kenna hann – við guittarinum – her á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna fyrr í ár.
– Tónleikurin bjargaði lívi mínum, sigur tann nærum blindi tónleikarin og guittarlærarin
Vitjan – Lív mítt fór totalt í svart, tá eg fekk boðini um at eg aldrin fekk ta fullu sjónina aftur,
sigur vestmenningurin Ovin Klein Olsen. Hann er nú komin fyri seg aftur, og úrslitið hoyrist á
fløguni “Tilbage til livet” sum kom út fyrr í ár. Allir teir 14 sangirnir eru tiknir úr egnum barmi
Sangirnir eru skriv
aðir við einum einasta
endamáli: At fáa onnur
at hugsa eitt sindur meiri
um lívið og ikki koyra
avstað við 150 km/t