mánadagur 2. august 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 2. august · Nr. 114
Sosialurin
í kjallaran
at skriva sangir um støðuna
hjá mær.
– Hetta hjálpti mær, tá eg
var longst niðri, sigur Ovin,
sum kann fegnast um at
fløga hansara hevur fingið
góða móttøku í Danmark.
150 km/t
Á fløguni eru 14 sangir sum
hann nú ynskir at luta saman
við øðrum. Hvør einasti
sangur hevur sína søgu, sum
hevur hjálpt honum í teirri
ávísu støðuni.
– Sangirnir eru skrivaðir
við einum einasta endamáli:
At fáa onnur at hugsa eitt
sindur meiri um lívið og ikki
koyra avstað við 150 km/t.
Júst hetta evnið snýr tann
eini sangurin seg um – hetta
at hugsa um lívið á lívsins
vegi, sigur Ovin Klein Olsen.
Hann ynskir tí fegin at
koma út til onnur at siga frá
sangum sínum og framføra
teir. Tí, sum hann sigur: - Um
eg bert fekk ein einstakan
persón at hugsa meiri um seg
sjálvan, sítt egna lív og sína
egnu familju, so var tað ikki
til fánýtis. Hann vendir sær
eisini til manligu lurtarar
sínar, og sum hava trupult við
at lurta eftir ávaringunum,
sum kroppurin og umhvørvið
senda teimum.
– Hetta hevði eg eisini
trupult við, og tí siti eg í dag
sum ein “kvart grønsag”, sum
hann brosandi tekur til.
snorri@sosialurin.fo
ber tað til at flyta pening um allan heim
við 62ºN?
nú er gjørligt at flyta pening til tíni
nærmastu ella kæru um tey eru
uttanlanda.
western union og 62ºN klára hetta
skjótt og einfalt!
meira fæst at vita um western union hjá 62ºN á tlf. 34 00 00.
service
available at:
westernunion.com
money transfer
Fløgu til góð ger andi endamál
Hóast Ovin Klein Olsen hevur úr at gera við sangframførslum
sínum, hevur hann eisini sett sær eina aðra verkætlan fyri.
Hetta er at seta løg til sangir sum Hjørleif Gaard í Kollafirði og
Kjartan Stakksund á Eiði hava gjørt. Alt skal eftir ætl an síðani
gevast út, fyri at fáa eitt fíggjarligt støði at standa á til eina víðari
ætlan við øðrum fløguútgávum og stuðli til góðgerandi enda mál,
t.d. felagsskapum sum Heima missi ónin, Åpne Dører og onnur.
Í hes um sambandi er gjørt eitt ser stakt stuðulsskjal, har
tær nærri treytirnar við stuðli num eru festar á blað.
– Eg kom so langt út, at eg setti spurnartekin við um hetta
lívið mundi vera vert at liva, sigur Ovin Klein Olsen