Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. august 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. august · Nr. 114 24 Sosialurin Leygardagin 31. juli fylti mamma okkara Mása Trónd­ heim 80 ár. Mamma er dóttir Gertrud og Ísak Justinussen úr Árna firði. Tey áttu trý børn umframt mammu: Annu, Torleif og Ingrid. Longu með an mamma var lítil smá­ genta, bleiv omma sjúk av tuberklum og mátti leggjast inn á Sanatoriið. Meðan omma lá á sanatoriinum, var mamma í heiminum hjá abba sínum Jóannesi á Heygnum í Klaksvík. Tá mamma var um 5 ára gomul, doyði omma, og mamma bleiv tá verandi í Klaksvík. Hon kom at vaksa upp hjá mostur síni Marit, sum giftist við Reinhold Jacobsen úr Fuglafirði. Har vaks hon upp saman við Davis, Gerdu og Bergur. Mamma hevur havt tætt samband við øll síni systkin, bæði síni samsystkin og tey, hon kom at vaksa upp saman við. Sum ung fór mamma fyrst út at tæna, og síðani fór hon at arbeiða í handlinum á Stongunum. Har arbeiddi hon, til hon giftist í 1950. Hetta er ein tíð, sum mamma ofta tosar um og minnist aftur á við gleði. Mamma kom heilt ung at kenna babba – Jógvan Tróndheim, og tey giftust og búsettust í Klaksvík. Ta fyrstu tíðina búðu tey í kjallaranum hjá Ingrid, systir mammu, og Jákup Eli, og seinni bygdu tey eina hædd upp á húsini hjá Lisu og Eliseusi, sum babba vaks upp hjá. Tá tey giftust, gavst mamma at arbeiða úti, og hevur hon alt síðani tá lagt sína orku í at skapa eitt gott heim fyri mann og børn. Tá vit børnini vóru vaksin, plagdi hon onkuntíð at landa, og tað dámdi henni sera væl. Vit eru fýra systkin, Gerhard, sum er giftur við Dagny, Elfinn, sum er giftur við Unn, Maria, sum er gift við Jógvani, og Eileen. Mamma og babba eiga eisini 10 barnabørn og 4 langommu­ og langabbabørn. Mamma og babba hava givið okkum systkjununum ein góðan og tryggan upp­ vøkstur. Mamma vildi helst vera heima og fjálga um okkum. Mangan vóru pannu­ køkur ella nýbakaðir bollar á borðinum, tá vit komu heim úr skúlanum. Hon og babba hava havt sítt andaliga heim í sam­ kom uni í Betesda. Har hevur teirra partur ikki ligið eftir. Tey hava eisini á tí andaliga økinum givið okkum eina góða barlast. Mammu dámar sera væl at vera saman við fólki, og hon fylgir væl við, hvat gongur fyri seg rundan um hana. Hon veit um hvønn bát, sum kemur til bygdina, og hvussu gongur við fiskarínum. Hon er eisini farin at fylgja væl við ítróttinum. Hon kennir væl fólk og minnist væl til. Tá vit sita og tosa um okkurt, og vit ivast nær okkurt hendi, so veit mamma ofta bæði dato og árstal. Ofta tekur hon til, at tað var sama dag sum hann ella hann var føddur. Mamma og babba eru fram vegis nokkso røsk. Mamma hevur ringa sjón og kemur tí ikki so nógv út longur, men teimum dámar væl, at onkur kemur inn á gólvið. Góða mamma! Vit ynskja tær hjartaliga til lukku við føðingardegnum og ynskja tær eitt blítt lívskvøld saman við babba. Takk fyri alt tað, tit hava verið fyri okkum. 80 ára føðingardagurin var hildin saman við børn­ um, ommu ­ og lang ommu­ børnum. Børnini Nøvn Mása Tróndheim 80 ár Gullbrúdleyp Fríggjadagin 13. august kunnu Ásla og Tórbjørn Poul­ sen í Havn halda gull brúð­ leyp. Veitsla verður sama kvøld fyri innboðin. Tey sum annars hava hug at hitta brúðarparið eru vælkomin heima í Bóndabrekku leyg­ ardagin eftir kl. 15. Silvurbrúdleyp Týsdagin 10. august hava John Kári og Marianna Ja­ cobsen Hvannasund, silv­ ur brúdleyp, tey eru burtur­ stødd. Silvurbrúdleyp Týsdagin 17. august hava Jónleyg og Fríð álvur Blá­ hamar, Vestmanna, verði gift 25 ár. Dagurin verður hildin leygar dagin 21. august frá kl. 12 til 18 í ítrottar høllini í Vestmanna. Tey, ið ynskja at gleð ast saman við okkum, verða vinaliga bið in um at siga frá innan 4. august á tlf. 424407. 85 ára føðingardagur Fríggjadagin 6. august fyllir Andrea á Dul, Tórshavn, 85 ár. Dagurin verður hildin á Hotel Føroyum frá kl. 11 til 15. Tey sum vilja heilsa uppá Andreu eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Hósdagin 5. august verður Jensia Vatnhamar, Argjaboða 80 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Jensiu, eru hjartaliga vælkomin í Róðrarneystið á Argjum leygardagin 7. au­ gust frá kl. 17. 75 ára føðingardagur Týsdagin 3. august verður Ámundur Berthelsen, Strend­ ur fyrrv. skúlastjóri 75 ár. Hann er burturstaddur. 75 ára føðingardagur 21. august fyllir Elisabeth Joensen í Vági, fyrrverandi fyrustøðukvinna hjá heima­ røktini, 75 ár. Í hesum sam­ bandi bjóðar Elisabeth til brunch í Billiardhúsinum, leygardagin 14. august, frá kl. 10­15. Øll eru hjartaliga vælkomin. 60 ára føðingardagur Týsdagin 3. august verður Jórun Brekku Joensen, Klaks vík, 60 ár. Opið hús verð ur á Vágsheygsgøtu 13, frá kl 18. Øll eru hjartaliga væl komin. Prógv Annika á Lofti, Sandavágur hevur tann 12. juni 2010 lokið prógv sum Bachelor í Fine Arts við Iceland Academy of the Arts, Reykjavík. Merkisdagar Áki Bertholdsen Eyðfinnur Jensen gjørdust sum verða mann sera fegin, tá ið Rás2 ringdi til hansara nú ein dagin – tí tey ringdu við góðum tíðindum. Nakrar dagar framm­ an undan hevði hesin 14 ára gamli sandvíkingurin verið í Sportmaster á Tvør ­ oyri og keypt sær eina landsliðsblusu, sum sam­ stundis var ein luta seð il til ein flatskerm frá Bærend­ sen Teknik. Og tíðindini, sum út­ varpsmaðurin á Rás2 kundi bera honum, vóru tey, at tað var hann, sum var so heppin at vinna hendan 40 tumma, Full­HD Samsung flatskermin. Og nú hann dagin var tað so at Hans Pauli Jacobsen frá Sportmaster í Klaksvík, kom suður at handa honum flatskermin í handlinum á Tvøroyri. Eyðfinn Jensen er fót ­ bólts áhugaður og hev ur spælt við Royn og saman­ settum liði hjá Royn og TB. Og nú HM var í summar, átti hann, sum so mong onnur við honum, nógvar tímar frammanfyri sjón­ varp inum. Hann heldur við Spania og tí varð sjálvsagt, at hann valdi sær eina spanska blusu, tá ið hann fór í sportmaster at keypa eina. Hjá Eyðfinni er Fabregas tann spanski spælarin, sum hann hevur hægst í metum og tað er ikki minst tí, at hann spælir í Arsenal­ og Arsenal er júst liðið, hann heldur við í Onglandi. So tað kundi ikki ganga betur: Eyðfinnur fekk flat­ skermin og Fabregas og Spania fingu HM steypið. aki@sosialurin.fo Heppin vinnari Tað var frøi á monnum, tá ið Hans Pauli Jacobsen frá Sportmaster, v.m, handaði 14 ára gamla Eyðfinni Jensen flatkskermin, hann vann afturfyri at keypa sær ein spanska landsliðsblusu Eyðfinnur fekk flatskermin Heppin vinnari Tað bleiv ein ungur sandvíkingur, sum varð drigin úr hattinum, tá ið vinnarin í HM lutakastinum skuldi finnast