Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. august 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 2. august · Nr. 114 Sosialurin 30. juli varð Eiler Jacobsen, Eiler á Mølini sum var nevnd­ ur her, áttati. Hann kom til Skálavíkar sum heilt lítil smádrongur, mamma hansara, ið var einkja giftist við Niels á Hamri og búsettust niðri á Møl. Har varð hann vandur til mans. Hann var ein sera dámligur og raskur ungur maður. Fór ungur at føra skip, m. a. Brimnes, Vørðuna, Atlantsfarið, Beinir. At ein raskur skipari var í einari bygd, hevði sera stór an týdning. Nógvir skál­ víkskingar vóru við. Tað var ein góður tjansur at sleppa við honum. Eg minnist einaferð sum óviti, Eiler førdi Vørðuna, sunnan úr Vági, á sild. Tá kom pápin upp á kamarið tíðliga um morgunin og vakti Jens bróður og meg og segði: »Komið upp og síggið, Vørðan kemur tjokk full av sild inn á Víkina«. Tá komu teir av sildafeltinum at seta fólk av, og pápin og vit fóru umborð við Jaktini. Evni var í, tað dugdu aðrir at síggja. Hann var blaðungur, tá hann, aftan á Atlantsfarið, fekk spildurnýggja línubátin Beinir at føra. Tað var ikki eiti á álit, ið reiðarin, Poul Hansen, gav honum. Væl gekst, Beinir var eitt rokskip. Eiler vildi meira og bygdi Ísborg saman við øðrum, m. a. Sámali, beiggja sínum, ið hevur verið honum ein góður stuðul. Tað var ikki bara sum at siga tað at lata byggja nýtt skip. Nógv varð spent fyri, men tað gekk, og gekk betur og betur, so at Eiler sjálvur bygdi, nótabátin Sólborg. Í hesum sambandi var stuttligt at hoyra Eiler siga frá, hvussu væl hann beilv móttikin og stuðlaður av Petur Mohr Dam, sála, ið var løgmaður tá. Hansara tíð sum skipari og vinnulívsmaður hevur verið sum eitt ævintýr. Tað kom ikki av sær sjálvum. Eiler var so sera driftigur, spardi ikki seg sjálvan og hevur dugað at skipað væl fyri og sæð møguleikarnar frameftir. Skipini hjá Eileri høvdu nógv at siga fyri Skálavík. Tað gav at býta, í nógv ár var skattainntøkan pr. fólk, hægst her í oynni. Ikki mundi vera sørt, at tað dryppaði á handilsmannin eisini. Eiler hevur verið góður við sína heimbygd. Hann rætti eina munandi hond, tá fiskavirki varð bygt her í bygdini. Í løtuni er ein stór bygging av deplinum hjá Eileri í gerð her í Skálavík. Eiler og pápin, Viggo, vóru bestu vinmenn, og má eg siga her, at tú var ein trúgvur vinur. Hvørja ferð tú fekk eitt nýtt skip, bjóðaði tú pápanum við royndartúrin. Tað var pent gjørt, og tað gleddi pápan og okkum nógv. Tað skal tú hava takk fyri! Nógv meira kundi ver ið skrivað um henda merkis­ mann og slóðbrótara. Hartaliga tillukku við átta ti ára degnum Eiler. Bjarni Mikudagin 4. august eru liðin 70 ár, síðani Edith Petersen í Klaksvík varð borin í heim. Saman við báðum systkj­ um sínum ­ Dánjal og Dagny ­ vaks Edith upp á Viðareiði. Men sum so mangar aðrar ungar gentur tá á døgum, fór hon sum ung genta til Klaksvíkar at tæna. Her dámdi henni so væl, at hon varð verandi í Klaksvík ­ og býr her enn. Í Klaksvík hitti Edith mann sín, Thorleif Petersen, og fingu tey saman fimm dreingir ­ Torry, Jákup, Niels, Sigfried og Thorleif Eyðun. Ommubørnini eru trý í tali ­ tríggir dreingir ­ og tað fjórða er á veg. Tað eru nógv viðurskifti ið Edith hevur brent fyri og framvegis brennur fyri: Heiminum, manninum, hús fólkinum, familjuni og vin unum. Óteljandi munnu teir drekka munnar og aðrar mál tíðir vera, sum hon hevur borð reitt við í hugnaliga heimi teirra á Líggjasarbrekku í Klaksvík. Haðani er eingin farin svangur avstað, tí bæði blíðskapurin og tað góða lagið hava altíð verið í hásæti. Edith hevur ikki arbeitt úti, tey árini meðan dreing­ irnir vóru smáir, men hev ur trúfast røkt arbeiðið sum vaskifólk í Drotning Mar­ grethu barnagarði í Klaksvík frá 1979 til 2007, tá hon fór frá fyri aldur. Heldur ikki her, hevur hennara partur ligið eftir. Vit munnu vera mong, sum bara hava gott at bera tær, Edith. Má Harrin vælsigna teg og tíni í árunum framyvir. Sjálvan føðingardagin verður Edith heima við hús. Og sum skilst, tekur hon fegin ímóti fólki frá kl. 15 og úteftir. Vinfólk Føðingardagsheilsan til Edith Petersen Eiler áttati