mikudagur 4. august 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115
Sosialurin
Jan Müller
Eins og føroyingar í hesum
døgum eru í ferð við at bora
á landgrunninum, so hendir
júst tað sama hjá stóra
granna okkara fyri norðan,
Grønlandi. Og ikki kann sigast
annað enn, at spenningur er
í luftini í báðum londum. Í
ólavsøkurøðu síni segði løg
maður, at hann er sera spent
ur um boringina, sum er í
gongd. Nakað tað sama sigur
grøn lendski lands stýris for
mað urin við Ritzau, nú olju
borurin fer niður gjøgnum
grønlendsku undirgrundina
nærhendis oynni Disko vest
antil í Grønlandi.
Áhugavert er at merkja
sær, at meðan brunnurin á
føroyska landgrunninum er
tann sjeyndi, so eru grøn lend
ingar eitt vet frammanfyri,
um man so kann siga, teir
bora tann áttanda brunnin.
Og meðan tað eru italiumenn,
ENI, sum standa á odda fyri
boringini í Føroyum, so eru
tað skotar, Cairn Energy,
sum hava fingið hesa upp
gávu frá grønlendska heima
stýrinum.
Eins og røddir við jøvnum
millumbili hava verið frammi
í Føroyum, at tað verð ur oljan,
sum ger tað møgu ligt hjá
føroy ingum at taka sjálv stýri
og gera oyggj arnar til eitt full
veldi, so kemur grønlendski
landsstýrisformaðurin
‘ inn á nakað tað sama í
grein í danska dagblaðnum
Information: »Vit skulu halda
okkara av talu við Danmark
um at menna grønlendska
bú skapin, so hann kann
standa á egnum beinum.«
Kuupik Kleist sigur víðari,
at Grønland er ikki nakað
ríkt samfelag. Um man ferð
ast í landinum, so kann ein
skjótt síggja, at tørvur er á
íløgum á bæði á heilsu og
sosialøkinum. Og tað er
nokk at brúka oljupengarnar
til, um olja verður funnin í
hesum áttanda brunninum
leggur hann aftrat.
Trygdin í hásæti
Grønlendski landsstýris for
maðurin ger nógv burtur
úr
trygdini
í
sambandi
við boringina, og sigur, at
ólukkan
í
Meksikanska
Flógvanum hevur havt stóra
ávirkan í Grønlandi soleiðis at
trygdarkrøvini til núverandi
boring eru tey hægstu í
heiminum. Grønland hevur
fyrst og fremst hugt eftir
norsku krøvunum og síðani
bygt
víðari
uppá
hesi.
Eitt nú hevur landsstýrið
kravt, at ein triði instansur
fylgir boringini og tryggjar
sær, at alt gongur fyri seg,
sum tað skal. Her er talan
um
kanadiskar
ráðgevar.
»Trygdin í sambandi við bor
ing ina er tí í lagi«, leggur
lands stýris formaður dent á.
Grønlendski lands stýr is
formaðurin kemur eisini inn
á spurningin, hvussu olju
pengarnir skulu handfarast
eftir eitt møguligt fund. Hann
sigur, at tað hevur alstóran
týdning, at yvirskotið frá
oljuni verður javnt býtt
millum alt fólkið. »Yvirskotið
og
royalties
fara
í
ein
grunn, sum so hevur fastar
ásetttar reglur um, hvussu
gjaldast skal út eitt nú til
al menna raksturin. Her er
altavgerandi, at man megnar
at stýra útviklinginum so
leiðis, at man ikki pumpar
milli ardir av oljukrónum út
í samfelagið, soleiðis at man
heilt missir tamarhaldið.«
Grønlendingar vónir
um fyrstu oljuna í ár
OljubOring í nOrðuratlantshavi Meðan føroyingar eru við at bora sjeynda
brunnin á landgrunninum, so eru grønlendingar í holt við tann áttanda.
Rólant Waag Dam
Í sambandi við fyrsta arbeiðs
dagin hjá Tórbjørn Jacobsen,
sum
havnarmeistari
hjá
Runavíkar kommunu, skipaði
kommunan fyri hátíðarhaldi,
har virkandi borgarstjórin,
Sæunn Ólavsdóttir Hansen,
bjóðaði
løgtingsliminum
væl komnum.
Jóannes
Símunarson
Han sen hugleiddi um virk
semi á havnarøkinum frá
fimmtiárunum
og
fram
til dagin í dag. Síðani tók
Torbjørn Jacobsen sjálvur
aftur í aftur og førdi fram, at
hann við ídni og framskygni
vildi fara undir nýggja starv
ið sum havnarmeistari í
Runavíkar kommunu.
Somuleiðis segði hann seg
síggja fram til gott samskifti
og samstarv við havnar og
Vinnunevndina í Runavíkar
kommunu.
Torbjørn
Jacobsen
er
fram vegis
løgtingslimur
fyri Tjóðveldi, men hevur
boð að frá, at hann stillar
ikki uppaftur til næsta løg
tingsval.
rolant@sosialurin.fo
Tórbjørn farin til verka
sum havnarmeistari
starv Tórbjørn Jacobsen hevði sín fyrsta starvsdag
á Havnarskrivstovuni í Runavík mánadagin
Um vikuskiftið var brotið
inn á psykiatrisku deild,
har tjóvurin slapp avstað
við tilsamans 50 tablettum.
Í
gjáramorgunin
fekk
løg reglan aftur eina frá
boðan,
hesaferð
hevði
onk ur brotið seg inn á
ambu latoriið.
Metingarnar hjá løg
regluni vóru, at talan var
um staðkend fólk, og helst
hava teir havt illgruna til
onkran allatíðina, tí longu
klokkan fýra seinnapartin
í gjár høvdu teir handtikið
ein mann.
Hann hevur løgreglan
havt í varðveitslu síðani,
og ætlandi skal hann
grund lógaravhoyrast
seinni í dag.
rolant@sosialurin.fo
Maður hand
tikin fyri
inn brot á
sjúkra hús
innbrOt Løgreglan hevur
handtikið ein mann, sum
teir hava undir illgruna
fyri at hava brotið seg inn
á Landssjúkrahúsið tvær
ferðir seinastu dagarnar
starv
Virkandi borgarstjórin,
Sæunn Ólavsdóttir Hansen,
bjóðaði T væl komnum