Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115 8 Sosialurin Jan Müller Kai Leo Johannessen, løgmaður nam eisini við nýggjastu boringina á landgrunninum, tá hann helt ólavsøkurøðuna. – Fyri fáum døgum síð ani setti ein hin mest fram komni boripallurin í heiminum borin í før­ oysku undirgrundina, einans 7 sjómíl frá oljufundi hinu megin markið. Vit bíða nú í spenningi eftir úr slitinum segði løgmaður og helt fyri, at síðan fyrsta útbjóðingarumfar at leita eftir kolvetni fyri knappliga 10 árum síðani, tykist áhugin fyri føroyska økinum eitt sindur kólnaður. Kol­ vetnislógin er tí broytt og gjørd smidligari, so tað er møguligt at lofta brád liga íkomnum áhuga fyri einum ávísum øki og at veita loyvi skjótt, uttan fyri tey vanligu út­ bjóðingarumførini segði løgmaður. ENI fór undir at bora á Anne Marie leiðini fyri einari viku síðani. jan@sosialurin.fo Løgmaður spentur um olju boring Boring Sjeynda boringin á føroyska landgrunninum fekk eisini innivist í løgmans­ røðuni á ólavsøku. Jan Mülller Ein av avleiðingunum av herviligu dálkingar van­ lukk uni í Meksikanska flógv anum kann gerast, at norska oljufelagið Statoil fer at vera enn meira virkið um okkara leiðir. Felagið er sum er rættiliga virkið á Atlantsmótinum, tað er vestan fyri Hetland og eyst an fyri Føroyar. Nú BP eftir øllum at døma verð­ ur tvungið til at selja út av sínum ognum ljóðar í norsk um miðlum, at Statoil fylgir væl við gongdini og er eitt gott boð uppá at keypa part av oljufeltum, sum BP í dag umsitur. Tað er ikki útilokað, at eitt slíkt keyp eisini kann koma at umfata stóru framleiðandi oljufeltini skamt frá føroyska markinum, Foinaven og Schiehallion, sum BP eigur. Tað er norska netsíðan E24 umframt Dagens Nær­ ings liv og onnur norsk bløð, sum rør framundir, at norska fyritøkan kann gerast eitt av teimum fe­ løg unum, sum fer at keypa av ognum hjá BP. –Statoil er heilt givið við, tá sølan byrjar. Felagið hevur nógvar pengar og arbeiðir víða um sigur ein framstandandi kolvetnisbúskaparfrøðingur, Øystein Noreng við E24. Selja fyri 200 mia. Kr. BP ætlar at selja ognir fyri 200 milliardir krónur. BP ynskir at minka um skuldina við at selja burtur av sínum ognanum. Tað fer at merkja, at BP frá at framleiða 4 milliónir tunnur um dagin, eftir søluna fer at framleiða 3,5 milliónir tunnur. Enn er óvist, hvar BP fer at selja út. Men nógva staðni arbeiðir BP á djúpum vatni, eitt nú nærhendis føroyska markinum, og at ein møguleiki hjá Statoil, sum eisini arbeiðir nógv á djúpum vatni, er, at felagið fer at keypa partar av Foinaven og Schiehallion oljufeltunum vestan fyri Hetland, um hesi verða til sølu. Statoil borar í 2011 Sosialurin hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Statoil í Føroyum, men tað hevur ikki eydnast. Vitandi at felagið satsar nógv vestan fyri Hetland í sambandi við møguliga útbygging av Rosebank oljufeltinum, er ikki óhugsandi, at tað hóskar væl inn í strategiina hjá felagnum eisini at gerast eigari í oljufeltunum í granna lagnum, Foinaven og Schiehallion. Statoil stendur annars fyri at skula bora tveir brunnar á føroyska landgrunninum komandi tvey árini. Annar brunnurin verður helst boraður í 2011 tætt við Rosebenkfundið, sum Statoil eigur stóran part í. Felagið stendur annars fyri helvtini av øllum loyvum á landgrunninum. Hugsast kann, at tað eis­ ini kann gagna framtíðar virksemi á føroyska land­ grunn inum, um Statoil gerst meira virkin partur av ver andi framleiðslum nær mark inum. Hetta ætl aði Sosial urin at spyrja Stat oil­ leiðsluna um. Tað er annars eisini hugs ­ andi, at áhugin fyri at gera íløgur í leiting á At lants­ mótinum, sum enn er lítið kannað, fer at vaksa, nú leiting aðrastaðni á djúpum vatni er steðgað fyribils. Spurningurin er tí eisini, um vanlukkan í Meksikanska flógvanum í longdini kann fáa positivan týdning fyri áhugan at leita eftir kolvetni í okkara parti av heiminum. jan@sosialurin.fo Uppkeyp Tað kann gagna føroyskari oljuleiting, at Statoil møguliga fer at keypa burtur av BP ognum eitt nú við føroyska markið Statoil kann keypa part av Bp Løgmaður spentur um sjeynda brunnin