Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115 Sosialurin Kollegii kokkurin JEPS Væl kókað epli: Lat eplagrýtuna spruttkóka í 15 minuttir. Sløkk so fyri hitanum og lat eplini standa í vatninum, til tey eru moyr (uml. 30 min.) Sodan! Ráur flogfen­ að ur og rá egg skulu altíð verða handfarin sum um tey vóru fongd av sjúkuelvandi bakterium! Kollegii kokkurin Ein labur skoristeik Ylakkk!!! 1 bakteria kann nørast til 1 millión bakteriur eftir 6 tímum, um maturin stendur frammi!! Les meira á: www.cleanellerklam.dk Oksakjøt verður sogt, um tað steikir ov leingi. Tí eru vit mong, sum elska eina reyða/rosa steik. Sostatt skal ein coulotta ikki hava meira enn 45-55 minuttir í ovninum – tilsamans! Sker rútar í feittið og smyr hana við hvíttleyki og grovum salti. Set steikina í lítla bradupannu og byrja við nógvum hita, 225 stigum í 10 minuttir. Dempa so hitan til 160 stig restina av tíðini. Lat steikina hvíla í staniól í minst 20 minuttir, áðrenn tú skerir hana í skivur. Goym soðið til sósina. Væl í gagnist! ReinføRi fyRi dummies! • Skift viskustykki og borðlappa HVØNN dag • Eftir brúk skal borðlappin skolast í heitum vatni og heingjast upp • Koyr gamlan mat burtur • Steik matin væl, serliga kjøtfars, malið kjøt og flogfenað, sum skal vera minst 75 stig. Oksakjøt og heilt kjøtstykki av lambi og øðrum kunnu vera rosa • Lat kjøtið tiðna í ílæti í kuldaskápi, so saftin ikki dryppar á mat og annað. Set kjøt niðast, har er kaldast. • Matur, sum er klárur at eta, má ongantíð koma í samband við rátt høsnakjøt ella amboð, har kjøtsaft er á • Íløt, knívar, skeribretti og annað, sum kemur í samband við rátt høsnarkjøt, eiga at verða skáldað áðrenn uppvask • Høsnarkjøt og annar flog fen aður skal altíð verða gjøgnum stokt. Hetta merkir, at tað skal loysna lætt frá beininum og ikki bløða. Hitin inni við bein á tjúkkasta stað skal verða 75 stig ella heitari • Matleivdir skulu setast í kuldaskápið sum skjótast • Upphitaður matur skal hitast til 75 stig ella heitari • Brúka steikitermometur, tá tú gjørt mat • Borðlappar, sum verða nýttir til rátt høsnarkjøt, skulu í vask beinanvegin • Umráðandi er at vaska hendur ofta og serliga væl eftir at tú hevur handfari rátt høsnarkjøt og líknandi • Turka kjøtsaft upp við pappíri • Tak ringar og ur av, tá tú arbeiðir í køkinum • Hitin í kuldaskápinum skal vera í mesta lagi 5 stig • Koyr matin burtur, um hann er hýggiskotin ella súrur • Skola frukt, salat, urtir og líknandi, áðrenn tú etur tað rátt • Blanchera! Legg babymajs, sukurertrar, bønir og líknandi í spillkókandi vatn í ½-1 min., um tú skalt eta tað sum snack • Minst til, at vøra heldur sær styttri, tá hon er upplatin • Hav í minsta lagi trý skeribretti: eitt til kjøt, eitt til grønmeti og eitt til alt annað • Handfar rá egg eins og høsnakjøt – tey kunnu vera fongd við salmonella, sum smittar illa • Skalt tú brúka rá egg, vel so tey pastauriseraðu, sum eru hitaviðgjørd og óskaðilig • Vaska kuldaskápið javnan við heitum vatni og klori