mikudagur 4. august 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115
6
Sosialurin
Ung verða sjúk í
KØKINUM
LestrarLív Tey ungu mangla ofta grundleggjandi vitan
um reinføri, tá tey flyta heimanífrá. Tí verða mammusa
frikadellur lættliga avloystar av spýggju og rennukatrinu
Rigmor Dam
August er mánaðin,
har tey ungu flyta
heimaífrá. Men fræl
siskenslan
verð ur
ofta køvd í botninum
á vesikummuni, tí tey
ungu hava ikki lært
grund leggjandi reinføri
í køkinum. So verða tey
smittað
av
campylobacter
bak terium, sum stór trív
ast í ein um skitnum
køki!
Hetta sigur danska matvøru
stýrið í herferðini »clean eller
klam«, sum fór av bakkastokki í
januar í ár.
Sagt verður, at ung, sum júst eru
flutt heimanífrá, eru tí í tríggjar
ferðir so stórum vanda fyri at ger
ast sjúk av matbakterium enn børn
og ung, sum búgva heima.
Danska matvørustýrið metir,
at
av
teimum
umleið
50.000
sjúku til burð unum árliga vegna
campylobacterbakteriur, eru eini
10.000 ung millum 15 og 24 ár. Men
samstundis verður roknað við, at
veruligu tølini eru nógv hægri, tí
øll fara ikki til læknan og verða tí
ikki skrásett.
Kollegiini ringast fyri
Tað er eisini prógvað, at talið
av sjúkutilburðum veksur á
hvørjum ári. Roknað verður
við, at orsøkin helst er, at tey ungu
fáa alt minni við í førninginum
heimaífrá, og tí tey skunda sær
ov nógv, tá tey matgera, sigur
matvørustýrið.
Tað eru serliga í ungdóms bú
stað um og á kollegium at støðan
er ring í køkinum. Oftast tí tey
ungu blanda sevju frá høsnarunga
saman við óviðgjørdan mat. Eitt nú
gloyma tey at skifta skeribretti, tá
tey handfara høsnakjøt og skera
salat, og eisini gloyma tey at vaska
hendur, tá tey hava nortið við rátt
kjøt.
Og TÁ er leiðin ofta vís: Fluks í
vesikummuna!
Ung, sum júst
eru flutt
heiman
ífrá, eru í
tríggjar
ferðir so
stórum
vanda
fyri at
gerast
sjúk av mat
bakterium enn
børn og ung, sum
búgva heima!!