mikudagur 4. august 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115
12
Sosialurin
Johan Petersen
Kjak
Bókin »Fólkaatkvøðan 14.
september 1946« kom út í
vikuni, sum fór. Hetta er eitt
valaverk, sum Zakarias Wang
hevur latið úr hondum. Á
meira enn 800 síðum endur
gevur hann skjøl, greinar og
annað tilfar, sum á ein ella
annan hátt hava samband
við fólkaatkvøðuna, sum fór
fram 14. sept. 1946. Bókin er
snøgg, liggur væl í hondini,
hóast hon er so rúgvusmikil,
sum hon er.
Samtíðarkeldur
Høvundurin er inni á tí
heilt rætta, tá íð hann sigur,
at fyri at kunna siga nakað
haldgott um fólkaatkvøðuna,
er neyðugt at sleppa fram at
samtíðarkeldum. Bókin er
eitt savn av øllum teimum
keldum, sum høvundinum
er eydnast at fáa hendur
á. Hetta skal verða við til
at lýsa upp í tí myrkri, sum
flestu okkara vála í, tá talan
er um hesa fólkaatkvøðu.
Tó sigur Zakarias, at hann
ikki hevur tikið so nógv við
frá løgtingstíðindum, tí hetta
tilfar er alment tilgongiligt.
Og tað er kanska eisini
gott, tí bókin hevði kanska
blivið ov óhandug, um alt
tað
tilfarið
eisini
hevði
komið við. Tann sum vil
vita meiri enn tað, sum er
endurgivið í hesi bók, hevur
atgongd á internetinum til
løgtingstíðindi.
Mistulkingar
Men loysingarfólki líkt, kann
Zakarias ikki halda sær frá at
gera sínar egnu subjektivu
mistulkingar av úrslitinum
av fólkaatkvøðuni. Tær nýt
ist ikki eingang at blaða
upp í bókini fyri at síggja,
at høvundurin ikki letur
lesaran gera sær sína egnu
meting av keldutilfarinum,
tí bókin hevur undirtitulin
»Stjórnaruppskotið 49,3 %
Loysing 50,7 %«.
Soleiðis signalerar Zakar
ias longu uttan á permuni,
at bókin ikki er seriøs, og tað
er spell, tí bókin er avgjørt
eitt veruliga gott íkast til at
kunna skilja fólkaatkvøðuna.
Tað er sum um, at høvundin
ikki hevur álit á, at lesarin
er førur fyri at gera sær sína
egnu meting, ella kanska
tí, at keldutilfarið als ikki
gevur ta uppfatan, sum
loysingarmenn hava trúttað
niður í føringin í meiri enn
60 ár! Og væl vitandi, at fáur
man fara at lesa hesa bók úr
enda í annan, ja, so tænir tað
endamálinum, at forsíðan,
sum øll jú síggja, skal avgera
meiningina hjá lesaranum.
Øll tald við sambært
Th. Petersen
Úrslitið av fólkaatkvøðuni
var og verður, óansæð hvussu
nógv loysingarmenn siga
nakað annað, at 47,2 % vóru
fyri
stjórnaruppskotinum,
48,7 % fyri loysing, 4,1 %
ógildugar atkvøður og val
luttøkan var 66,4 %. Ella í mun
til øll, sum høvdu valrætt 31
% fyri stjórnaruppskotinum,
32 % fyri loysing, 4 % ógildug
og 33 % vóru ikki á vali. Tølini
hjá Zakariasi eru tulkingar av
hesum tølum, har ógildugar
atkvøður ikki telja við.
Men hvat stendur í bókini
hjá Zakariasi um hetta? Hvat
siga samtíðarmenn? Jú, Th.
Petersen,
tingformaður,
formaður Fólkafloksins og
stavnamaður fyri loysingini
sigur, at »...Øll tey, sum hava
verið við valborðið, verða tald
við...« (síða 498). Hevur hetta
ikki týdning? Er tað rætt
mótvegis teimum 478, sum
bert gjørdu, sum Th. Petersen
bað tey gera? Neyvan.
Svartaspilla kom í
Tey 50,7 %´ini hjá Zakar
iasi nevnir hann ein triva
ligan sigur, men tey 53
%´ini (grundað á sama út
rokningarhátt) fyri stjórnar
uppskotinum í heimbygd
hansara Kaldbak nevnir hann
ein lítlan meiriluta! Soleiðis
eru
flestu
viðmerkingar
Zakariasar
óseriøsar
og
tendensiøsar.
Samanumtikið er bókin
hjá Zakariasi eitt valaverk,
sum var betur farin uttan ta
svartaspillu, sum Zakarias
sjálvur er faðir at.
Út er komin bók við keldutilfari, sum hevur samband við
fólkaatkvøðuna í 1946. Bókin er eitt valaverk við hópin av keldum,
sum siga frá og um fókaatkvøðuna. Bert spell, at høvundin
ikki kann halda sær frá, at gera sínar subjektivu tulkingar
ístaðin fyri at lata keldutilfarið upp til lesaran at meta um
At noyða fólk at gera nakað,
tey ikki trívast við, førir til
mistrivnað, og er hetta ikki
gongda leiðin. Mistrivnaður
á
arbeiðsplássi
førir
til
lívsónøgd. Verður tú tvungin
til at gera nakað, sum tú
avgjørt ikki trívist við at
gera, ávirkar hetta teg og tey
rundanum teg.
Hoyrdi í tíðindunum, at
nú skal »strammast upp«
í ALS skipanini, soleiðis
at
arbeiðsleys
skulu
í
fiskivinnuna. Tað gongur illa
at manna línuskipini, og tí
skulu arbeiðsleys nú manna
hesi skip.
Hví man tað vera so ringt
at manna hesi skip? Hví eru
hesi størv ikki 'attraktiv'?. Jú,
tí tey eru krevjandi innihalds
liga og stravin kropsliga.
Eg haldi ikki, at ALS skal
ganga á odda og fáa fólk í
óynskt arbeiði, t.v.s. arbeiði
sum tey slettis ikki ynskja
ella
kundu
hugsað
sær.
Hóttanin um at taka stuðulin
frá teimum, ella koyra tey úr
skipanini, um tey ikki taka
av hesum arbeiðstilboði, er
í mínari verð burturvið og
óvirðilig fyri tann einstaka
persónin.
Heldur
skuldi
ALS
orkan og tíðin hjá fólki í Als
skipanini verði nýtt til at
funnið røttu 'arbeiðshilluna'
fyri tann einstaka.
Noyðsla førir til mistrivnað
Jóna Mortensen
Kelduvað við svartaspillu
Tíðin er ikki komin til,
at tað almenna skal gera
brennvínsøluna til eitt
alment partafelag, nei,
tiðin er komin til at leggja
søluna
út
á
privatar
hendur, til handilslívið at
umsita. Eitt gott dømi um
broyttar drekkivanar var
henda ólavsøkan.
Ólavsøkan var væl fyri
skipað sum ongantíð áður.
Tað var hugaligt at skoða
til hesa ólavsøkuna, ongar
stórar Akvavitfløskur at
síggja sum fyrr í tíðini,
og føroyingar og teirra
drekkivanar
teirra
eru
nógv broyttir, hetta var
henda ólavsøkan eitt gott
dømi um.
Á ólavsøku í ár vóru
fleiri
vælfyriskipaðar
caféir, har tann sum vildi
kundi keypa sær eina ella
tvær øl um hann/hon
vildi tað og hetta er eisini
eitt gott dømi um, at vit
føroyingar duga væl betri
at drekka enn áður.
Sjálvandi
eru
tað
nøkur, sum ikki duga
og tola so væl at nýta
rúsdrekka við skili. Men
til hetta er at gera eitt
gott fyribyrgjandi arbeiði,
og tað skal landið saman
við
handilslívinum
og
fráhaldsrøslunum syrgja
fyri.
Tað er burtvið, at gera
eitt alment partafelag og
við at útbyggja verandi
rúsdrekkasølu og nei lat
brennvínsøluna upp fyri
handilslívinum at umsita
og brúki avgjøldini til
fyribyrging.
So her eri eg eisini
samdur við Heðin D. Poul
sen, greinskrivara, har
hann skrivar um sama
evni og eg loyvi mær at
endurgeva
nakað
her:
»Heldur skuldi almenna
brennivínssølan
verið
avtikin, og síðani kundu
milliónirnar sum vóru
at spara í almennari um
siting verið brúktar til
fyribyrging,
upplýsing
og til tað framúrskarandi
arbeiðið
ymisku
frá
haldsrørslurnar
og
stovnarnir gera fyri tey,
har brennivínið hevur
tikið yvir.« (endurgeving
endar). Her eri eg púra
samdur við Heðini.
Ja, tað er tíð uppá at
fáa endurskoðað okkara
rúsdrekkalóg
og
lagt
søluna til privatar hendur
t. e. til handilslívið at um
sita og ikki brúka meira
pengar til almenna fyri
siting og eitt nú við gera
eitt alment partafelag,
sum talan nú er um frá
almennari síðu.
Sum sagt ólavsøkan í
ár, sum var vælfyriskipað,
var eisini eitt gott dømi
um at føroyingar og teirra
drykkivanar
eru
nógv
broyttir, ja, nú er bara
eftir hjá øllum pørtum at
fylgja við.
Brennivínið
út í handlar
nar og av
gjøld til fyri
byrging!
Levi Mørk