Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 19 - 29. januar 2002 Yngri menn hava tikið við á bedingini á Strondum. Teir ætla sær at veita »total- service«. Alt vanligt umvælingararbeiði verður gjørt, eins og teir selja og seta maskinur í smærri før. Eisini hava teir nú jarnsmiðju BÁTATÆNASTA Edvard Joensen Strondum: Á Strondum ber nú til at fáa alla tæn- astu, ein kann fáa brúk fryi til smærri før, á sama stað- ið. Yngri menn hava tikið við á bedingini. Tó so. Tað verður í fam- iljuni Andersen. Fyrrver- andi eigarin, Anders Ander- sen, hevur lagt frá sær, og yngri ættarlið hava tikið við. – Vit gera allar umvæl- ingar, sum menn vilja hava, greiðir Høgni Andersen frá. Alt frá at kalfatra til at skifta motor og gera nýtt stýrihús. Og skuldi okkurt verið, sum treingir til eina jarnsmiðju, hava vit eisini fingið hana, sigur hann. At teir gera alt, undirstika teir við at siga frá, at teir júst hava havt ein seksær- ing inni, sum teir millum annað hava skift borð í. At kalfatra træskip er arbeiði, sum í dag er við at fara í gloymibókina, sigur Høgni Andersen. Teir hava tí fingið ein eldri mann á Skála, sum kennir hand- verkið, at læra teir at gera hetta. So eisini tann partin klára teir á bedingini á Strondum. Vit hitta Høgna saman við bróðursoninum, Jóhan, inni í høllini, har ein dekks- bátur stendur uppi í løtuni. Tað er Víkingur av Selatræ, sum fær eina størri umvæl- ing, greiðir Høgni Ander- sen frá. Nýggja maskinu hava teir sett í hann, eins og hann nú fær nýtt stýrihús eisini. Gjørt úr finérplátum, held- ur enn aluminium, sum teir flestu brúka nú. – Hetta er okkara fyrsta stýrihús, sigur Høgni, sum saman við bróðursoninum og einum svági tók yvir fyri umleið trimum mánaðum síðani. Teir kundu saktans gjørt eitt aluminiumshús eisini, sigur hann, um tað var tað, kundin ynskti. Síðan teir tóku við, hava teir selt tríggjar motorar, sum settir eru í ymsar bátar. Bæði opnar, føroyskar bátar og eitt nú Víking. Motorarnir eru franskir og tykjast at roynast væl, greiðir Høgni Andersen frá. Og teir eru kappingarførir í prísi eisini. Motorarnir, teir selja, eru frá 10 upp til 310 HK, sigur hann. – Vit selja motorarnar og seta teir sjálvir í, eins og vit kunnu veita fulla tænastu til teirra allan vegin ígjøgnum, leggur Høgni Andersen dent á. Eisini selja teir páhangs- motorar og aðra bátaútgerð. Teir hava ein lítlan handil í erva, har til ber at støkka inn á gólvið eftir ymiskum so sum snøri við loddi og teini, havhestaglúpi, um tað skal vera, ella eini boyu og hvat nú brúk kann vera fyri. Teir ætla at víðka hendan handilin eisini, siga teir. Byrjanin hevur verið góð, letur Høgni Andersen at, og teir eru longu farnir at hugsa um, hvussu verða kann við møguligum út- byggingum. Tó tað verður í smáum, heldur hann. Tað arbeiða í løtuni fimm mans á bedingini á Strond- um. Framdrift á Strondum Á bedingini á Strondum kunnu teir seta dekksfør undir tak, tá umvælast skal Mynd: Edvard Joensen Høgni Andersen, t.v., og Jóhan Andersen, t.h., í bed- ingshøllini á Strondum Mynd: Edvard Joensen Ein tann elsti handil- in í landinum, á Høvdanum á Strond- um, er fyrstur við nýggjum handilhátti her hjá okkum. Kári Hansen, sum í dag stendur fyri handli- num, ið sum tann fyrsti er farin at selja á internetinum NETHANDIL Edvard Joensen Strondum: Hevur tú ikki hug at standa í langari bíði- røð í einum handli eftir arbeiðstíð, ber til at seta teg við telduna og fáa tað, tú skalt brúka, sent heim eftir arbeiðstíð. Tí syrgir han- sen.fo fyri. Í einum litlum rúmi, um- gyrt av pakkum við súr- eplajuice, blæum og te- brøvum, aftalaga i handils- hølunum á Strondum situr ein ungur maður við eini teldu og nøkrum seðlum, sum hann júst hevur skriv- að út úr prentaranum. Hann er í ferð við at av- greiða dagsins internetord- rar, sum skulu koyrast út til kundarnar í kvøld. Og hann arbeiðir við hesum burtur- av, Hans Martin. Hetta er nýggjur handils- háttur, sum væntandi fer at verða alt meira vanligur um ikki so langa tíð, heldur handilsmaðurin Kári Han- sen, á Strondum. Einaferð seinasta heyst fór Kári Hansen undir at royna internethandil við matvørum og øðrum van- ligum brúksvørum. Byrjað vað í smáum, líkasum fyri at royna, hvus- su tikið for at verða í móti hesum nýggja handilshátti- num. – Eg má siga, at tað hevur eydnast væl betri enn vænt- að, sigur Kári Hansen. So væl, at vit í dag hava sett ein mann burtur av at taka sær av internethandlinum. Hóast handilin hjá Kára er á Strondum, vísir tað seg, at tað fyri ein stóran part eru havnarfólk, sum brúka hendan handilsháttin. Hvørjum tað kemst av, er ikki gott at vita, sigur Kári Hansen, sum kortini heldur seg vita, at tað stutt og greitt er tí, a tí Havn sita flest fólk dagliga við teld- una. Tey hava so møguleik- an at biða um tað, tey skulu brúka, og fáa tað koyrt ókeypis til dyrnar, stutt eftir, at tey eru komin heim frá arbeiði. Tað er soleiðis, greiðir Kari Hansen frá, at tað, sum umbiðið verður áðrenn klokkan 15.00 seinnapart, verður koyrt út eftir klokk- an 18.00 sama kvøld. Koyrt verður allastaðni, har koyr- andi er av Strondum. Tað vil siga í Eysturoy og Streymoy. Og so skundar Kári Hansen sær at legja afturat, at skjótt fáa vága- fólk eisini sama møguleika. Tað er sjálvandi eitt sind- ur langt at fara av Strond- um til Havnar, har flestu kundarnir eru. Men Kári Hansen sigur, at tað verður væntandi ikki so leingi, at tað verður neyðugt. Sum gongdin hevur verið, hevur hon gjørt at arbeitt verður við at fáa eina goymslu í Havn, haðani vørur so verða koyrdar til teir kund- ar, sum búgva um ta leið- ina. Gjaldshættirnir eru ymiskir, og skulu avtalast, samstundis, sum bílagt verður. Gjaldast kann við flyting, korti ella kontant. Verður ynskt at gjalda kontant, hevur handils- maðurin vekslipening við. Um kundin ætlar at gjalda við korti, er tað heldur eingin trupulleikki, tí í dag eru »terminalarnir mobil- ir.« Tað vil siga, at teir eru knýttir at fartelefonneti- num. Jú, framtíðin er komin í meira enn aldar- gamla handilin á Høvda- num. Eldri endin fyrstur Kári Hansen hevur eina tíð roynt at handla á internetinum, og tað hevur higartil riggað væl, sigur hann. Mynd Edvard Joensen Ein maður er settur til at taka sær av internethandlinum burturav Mynd: Edvard Joensen Nr. 19 • týsdagur • 29. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Stendur tað til Fótbóltssambandið, so verður fyrsti heimadysturin ímóti Litava, meðan Týskland ikki fer at koma henda vegin fyrrenn komandi ár EM UNDAN- KAPPINGIN Jóannes Hansen Tað vóru væl nøgd umboð fyri Fótbóltssambandið, sum um vikuskiftið komu aftur úr góða veðrinum í Portugal, har lutur fríggja- dagin varð drigin til EM undanspælið, og norður aftur í vetrarstormin á 62 stigum norður. Jens Erik Magnussen hevur leingi verið uppií labndsliðsarbeiðnum hjá FSF. Hann minnist væl til 22. januar í 1994. Tá var lutakast til EM undankapp- ingina, har tað skuldi finn- ast fram til londini, ið skuldu taka lut í endaspæl- inum í Onglandi í 1996. Tá var um reppið, at Føroyar komu í bólk við Týsklandi. Tað vóru tvær kúlur eftir í trumluni. Í aðrari var navn- ið á Russlandi, og í hinari var navnið á Týsklandi. Sæð frá føroyskum sjónar- miði kom skeiva kúlan fyrst á borðið, tí Føroyar komu í bólk við Russlandi, og harvið fóru einar 4–5 milli- ónir framvið. – Hesa ferð vóru fleiri kúlur eftir í trumluni, tá hægst styrkismetta liðið í okkara bólki skuldi finnast. Eg skal ikki dylja, at tað fór ein ylur ígjøgnum meg, tá tað varð kunngjørt, at Týskland var komið í bólk saman við Føroyum, ásann- ar Jens Erik Magnussen. Teir stóru siga mest Tá lutakastið var liðugt, hittust umboðini fyri Týsk- land, Skotland, Ísland, Lita- va og Føroyar. – Á tí fundinum varð avrátt, at vit skulu hittast aftur í Frankfurt týsdagin 19. februar. Tá skulu vit leggja skránna fyri, hvussu kappingin skal avgreiðast. Hvat er størsta ynskið hjá Fótbóltssambandinum? – Royndirnar siga okk- um, at tað eru ikki smáu londini, sum spæla fyrstu violin á sovornum fundum. Men harfyri er tað ikki sagt, at tað ikki fer at bera til hjá okkum at fáa onkur av okkara ynskjum gjørd til veruleika. Tá vit hittust síðsta fríggjadag, lótu vit onkra viðmerkingina falla um, at tað er best hjá okk- um, at heimadystirnir liggja so tætt upp at sumrinum, sum tað ber til. Vit hava luttikið so mikið leingi, at hinir vita, at tað eisini er best fyri teir at koma til Føroya at spæla um summ- arið. Tí verður tað neyvan so trupult at fáa heima- dystirnar í september í ár og í juni og september komandi ár. Um heimadystirnir verða lagdir, sum tú vilt, hvussu verður skráin so? – Eg hevði einki havt ímóti, at vit fyrst spældu á heimavølli ímóti eitt nú Litava. Mær hevði eisini dámt best, um heimadyst- urin ímóti Týsklandi ikki verður á skránni fyrrenn eina ferð komandi ár. Og hvussu verður so við útidystunum? – Tá mugu vit laga okk- um eftir hinum. Men tað eru góðir møguleikar fyri, at vit ikki fara at spæla so nógv, tá kappingin heima á landi hvílir seg, heldur Jens Erik Magnussen. FSF ætlar at goyma Týskland – Royndirnar siga okkum, at tað eru ikki smáu londini, sum spæla fyrstu violin á sovornum fundum, sigur Jens Erik Magnussen C M Y K 13 12