týsdagur 29. januar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 29. januar 2002
15
Fyri aðru ferð uppá
tvær vikur megnaði
SÍ ikki at binda um
sekkin, tá møguleikin
beyðst. Verður SÍ ikki
føroyameistari í ár, so
vita teir hvar teir
skulu leita eftir
teimum stigunum,
sum resta í - tey
vórðu mist í
Gundadali og á
Kambsdali
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Um tað nú vísir seg, tá
kappingin hjá monnunum
er liðug, at SÍ ikki er før-
oyameistari, so vita sør-
vingar, hvar teir skulu leita
eftir teimum stigunum, sum
mangla. Fyrr í mánaðinum
hevði SÍ fýra dystarbóltar
móti Fleyr í Havn, men teir
taptu dystin.
Móti ÍF á Kambsdali
sunnudagin
høvdu
teir
tríggjar dystarbóltar, men
heldur ikki hesaferð fingu
teir
avgjørt,
tá
høvið
beyðst. Og so takkaði ÍF
fyri og vann 3-2. SÍ er so
langt frá úti av FM-kapp-
ingini, men so jøvn sum
kappingin er, so kunnu
hesir báðir ósigrarnir gerast
dýrir hjá sørvingum, sum
annars hava lagt meira fyri í
ár enn nakrantíð fyrr í
royndunum at vinna før-
oyameistaraheitið.
Men ÍF er ikki tað sama
sum ÍF fyri tveimum-trim-
um
mánaðum
síðani.
Høvdu fuglfirðingar verið
eins væl fyri í grundspælin-
um, sum teir eru nú, høvdu
teir verið við í oddastríð-
num, men endaspurturin er
komin ov seint. Teir hava
longu spilt spælið hjá Fleyr
meir enn einaferð í hesum
kappingarárinum,
og
sunnudagin var tað so SÍ
sum átti tørn. Í einum
ómetaliga spennandi fimm-
settara vann ÍF síðsta settið
17-15, eftir at SÍ eitt skifti
var á odda 14-11. Hetta
settið var spennandi, men
triðja sett stóð ikki nógv
aftanfyri. Tað vann SÍ
somikið sum 31-29! Um
ikki annað, so skuldi hetta
boðað frá góðum til steypa-
finaluna, sum verður um
tríggjar vikur...
Tað var annars heimalið-
ið, sum legði best út og
vann fyrsta sett 25-23. SÍ
svaraði aftur við at taka tað
næsta 25-18 og so eisini tað
triðja við teimum áður-
nevndu 31-29. Tað verður
ofta sagt, at fyri moralin er
einki so gott sum at vinna
»teir langu bóltarnar«, men
at vinna eitt so drúgt og
javnt sett man eisini gera
sítt til, at moralurin fer upp.
Eisini tí eiga fuglfirðingar
stóran heiður av, at teir
komu so sterkt aftur. Eftir
alt stríðið til onga nyttu í
triðja setti gjørdu teir ikki
mætari enn at vinna fjórða
sett 25-21.
Bæði ÍF og SÍ hava
royndar leikarar á liðnum,
sum ofta fyrr hava verið við
í einum tøttum síðsta setti,
men bæði liðini hava eisini
ungar leikarar við, og teir
munnu hava fingið nógvar
góðar royndir burturúr hes-
um dystinum, sum var tann
kanska mest spennandi
higartil í kappingini. Tað
stóð nógv á, men tá SÍ í
síðsta settinum vann seg
uppá 14-11 og bara skuldi
serva dystin heim, sá út til,
at avgerðin var fallin. Men
fyri ikki fyrstu ferð í ár
noyddust
sørvingar
at
ásanna, at dysturin er ikki
liðugur fyrr enn seinasti
bólturin er vunnin. ÍF
bjargaði fyrst einum dyst-
arbólti, so einum afturat, og
so uppaftur einum, so støð-
an bleiv 14-14. Nú var vent
í holuni, ÍF hevði viðrák, og
fjáltur kom á SÍ, sum
kanska
eisini
mintist
gongdina móti Fleyr tvær
vikur áðrenn. ÍF vann settið
17-15 og fekk tvey stig,
sum teir í roynd og veru
ikki kunnu brúka til so
nógv í samlaðu myndini.
Men sjálvan dystin kundu
teir brúka sum best hugs-
andi upphiting til steypa-
finaluna
millum
somu
liðini um tríggjar vikur. SÍ
kundi hinvegin enn eina-
ferð iðra seg um tvey stig,
sum teir mistu í evstu løtu.
Tað var ikki fyrstu ferð, og
teir hava fingið okkurt at
hugsa um til komandi dyst
móti Mjølni í Klaksvík. Tað
verður ein dystur sum má
og skal vinnast, fyrst og
fremst tí hetta ikki er besta
tíðin á árinum at koma í ein
aldudal.
Vikuna
eftir
Mjølnir bíðar Fram í Havn,
og so verður steypafinalan.
So hetta verður ein strævin
tíð hjá sørvingum - ein tíð
sum fer at avgera, um tað
verður »succes ella fiasko«
hjá SÍ í ár.
Fram er við aftur
Í mun til frálíka dystin á
Kambsdali stóð hin mans-
dysturin sunnudagin - mill-
um Fram og Mjølnir - eitt
sindur í skugganum. Og
hann bleiv heldur ikki so
spennandi. Fram vann 3-0
móti Mjølni, sum nú fær
ringt við at sleppa undan
niðasta plássinum í deild-
ini. Klaksvíkingar hava
framvegis sín fyrsta sigur í
endaspælinum til góðar, og
sjálvt um teir sum oftast
eru komnir upp á 20 stig
ella meir í settunum, so
skerst ikki burtur, at í
trimum teimum síðstu dyst-
unum hava teir ikki vunnið
so mikið sum eitt einasta
sett. Tá so ÍF heldur fram
við at arga oddaliðini og
vinna dystir, sær støðan hjá
Mjølni bara enn daprari út.
Hjá Fram var bara eitt at
gera sunnudagin, og tað var
at vinna. Við 25-23, 25-18
og 25-21 var sigurin ongan-
tíð veruliga í vanda, og
liðið úr Eysturbýnum er nú
við aftur har tað hendir - og
fyri at siga tað sum tað er,
hava teir ongantíð verið
serliga langt burturi.
Og spenningurin í meist-
aradeildini hjá monnum
heldur fram. Hyggja vit
eftir støðuni, síggja vit, at
Fleyr, SÍ og Fram øll hava
vunnið átta og tapt fýra
dystir í kappingini. Fleyr
hevur tað eina stigið meir
enn hini, tí teir hava vunnið
mest í endaspælinum, og
sjálvt um tað ikki ljóðar av
so nógvum, kann tað fáa
stóran týdning. Ikki minst tí
Fleyr og Fram hittast longu
komandi
sunnudag
í
Gundadalshøllini.
Her
verður tað aftur alt ella
einki fyri Fram, tí tapa teir,
fara teir trý stig afturum, og
tað kann vísa seg at gerast
ov nógv.
Men tá tað er so javnt,
sum tað er í løtuni, er hvør
einasti dystur at rokna sum
ein finala. Og fyri okkum
áskoðarar er tað sjálvandi
fínasta slag.
ÍF-SÍ 3-2 (25-23, 18-25,
29-31, 25-21, 17-15)
Fram-Mjølnir 3-0 (25-23,
25-18, 25-21)
Aftur tap
til Holte
Flogbóltur:
Bárður og teir í
Holte máttu
aftur hesaferð
leggja rygg til
eitt tap. Tað
byrjaði annars
væl, men so kom
fjáltur á, og
feilirnir, sum
stóðust av tí,
kostaðu ov nógv
Emil Lisberg Jacobsen
Fyri Bárð B. Mikk-
elsen og teir í Holte
hevur tað ikki gingið
nakað serligt í sein-
astuni, og sunnudag-
in taptu teir so aftur,
hesaferð móti DHG
Odense á heimavølli.
Tað byrjaði annars
»eftir ætlan« við, at
Holte vann fyrsta sett
25-19, og spælið hjá
Holte minti um tað,
teir fyrr hava víst.
Men so fór at ganga
hinvegin. DHG vann
trý tey næstu settini
25-22, 25-22 og 25-
20, og so var liðugt
hjá Holte.
Sum sagt byrjaði
Holte væl, men tá so
DHG so líðandi fekk
sítt besta spæl fram,
kom fjáltur á holte-
menninar,
og
tað
førdi til nógvar feilir.
Bárður sigur sjálv-
ur, at venjingin síðstu
vikurnar hevur verið
góð, og at teir hava
tosa nógv saman um
tingini.
- Men vit hava ikki
verið nóg góðir til at
føra tað víðari til
dystirnar, og tað er
tað sum er galdandi,
annars kann tað vera
líkamikið,
sigur
Bárður B. Mikkelsen.
Leygardagin skal
Holte so á vitjan hjá
Gentofte
Volley.
Gentofte
hevur
heldur ikki vunnið
higartil í endaspæl-
inum, so Bárður og
teir hava góðar vónir
til tann dystin. Teir
hava enn møguleika
fyri at koma í hálv-
finalurnar, men so
má vánaliga gongdin
vendast - jú fyrr jú
betur.
Deja vu hjá SÍ
Fram vann um vikuskiftið
tryggan 3-0 sigur móti
Mjølni, sum nú fær ringt við
at sleppa undan niðasta
plássinum í deildini
15
14
Nr. 19 - 29. januar 2002
Eina løtu sá út til, at
Mjølnir aftur fór at
vinna í Suðuroy, men
tá samanumkom
bleiv tað ikki til nakra
endurtøku. TB vann
3-1 og nú er sera, sera
stutt eftir á mál hjá
liðnum av Tvøroyri.
Hinvegin sær stríðið
um bronsumerkini
ikki út til at fáa ein
enda fyrr enn á síðsta
leikdegi
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Fyri flogbóltskvinnurnar
hjá TB var hetta vikuskiftið
eitt av teimum týdningar-
mestu yvirhøvur. Tveir
sigrar móti ávikavist Fleyr
og Mjølnir, og TB kundi so
gott sum kalla seg føroya-
meistara - og tað sjálvt um
tær hava fýra dystir eftir í
kappingini.
Og tað eydnaðist TB at
vinna báðar dystirnar. Tær
fingu ein óvæntaðan hvøkk
móti Fleyr fríggjakvøldið
og aftur ein móti Mjølni
sunnudagin, men í báðum
førum fingu tær umrátt seg
so mikið at tað ikki bilti.
Og niðurstøðan av øllum
hesum er, at tað nú skal
ganga ómetaliga illa í
restini av kappingini, um
fyrsta føroyameistaraheitið
hjá TB í flogbólti ikki skal
verða veruleiki.
Fleyrkvinnurnar komu
suður fríggjakvøldið til ein
dyst, sum ikki nógv góvu
teimum nakrar serligar
møguleikar fyri at vinna.
Men tað skal sigast, at
havnarkvinnurnar
ikki
smæddust burtur, og tað
bleiv als ikki nakar lættur
sigur hjá oddaliðnum.
Í byrjanini var annars
ikki nógv sum bendi tann
vegin, tí TB vann tvey tey
fyrstu settini 25-15 og 25-
17 uttan stórvegis trupul-
leikar. Men so kom stígur í,
samstundis
sum
Fleyr
gjørdi ein vørr og vann
triðja sett 25-21. Í fjórða
setti var heldur ikki nógv
sum skilti liðini, men sum
so ofta tá tað leikar javnt á,
er tað liðið, sum er fremst í
kappingini, sum dregur
longra stráið. TB vann
fjórða sett 25-23 og fekk tí
tey bæði týdningarmiklu
stigini upp undir odda-
dystin móti Mjølni - men
tær máttu stríðast fyri
stigunum.
Avsmurningur einki
at siga
Sunnudagin var so klárt til
toppdystin, og serliga fyri
Mjølnir ráddi tað um at
vinna, so TB ikki skuldi
fara fýra stig framum. Ein
sigur til Mjølnir kundi
hinvegin føra til, at liðini
blivu jøvn í stigum og
dystum.
Men
heimaliðið
tók
fyrsta stikkið við at vinna
25-23, hóast munurin á
liðunum var lítil og eingin.
Tá liðini møttust í Trong-
isvági í grundspælinum,
vann Mjølnir 3-1. Tað var
fyrsti og higartil einasti
ósigur hjá TB, og leikarar-
nir
hjá
báðum
liðum
mintust, at tá vann Mjølnir
næsta sett heili 25-5. Tí var
einki at siga til, at heima-
áskoðararnir fóru at stúra
eitt sindur sunnudagin, tá
teir sóu mjølnirkvinnurnar
vinna næsta sett 25-12. Tað
sá næstan út til, at ein
endurtøka av fyrra dystin-
um var í væntu, men tað
segði TB kortanei til. Tær
lyftu spælið uppaftur og
vunnu triðja sett 25-22.
Hesin sigurin í triðja setti
bleiv sera avgerandi, tí
hevði Mjølnir vunnið tað,
er væl hugsandi, at tær
høvdu vunnið dystin. Nú
bleiv tað í staðin TB, sum
fekk yvirvág bæði í hond-
unum og í høvdunum, av-
smurningurin í øðrum setti
var gloymdur, og í fjórða
setti beindu tær allan iva til
viks við at vinna 25-13. TB
hevði vunnið 3-1 og sam-
stundis tikið eitt stórt fet
fram móti gullinum.
Á Tvøroyri vilja tey ikki
enn tosa um nakað FM-
heiti. Tað sigur seg sjálvt.
Hetta við ikki at selja
skinnið áðrenn bjørnin er
skotin skal brúkast her sum
so nógva aðrastaðni. Men
hyggja vit at støðuni, síggja
vit, at TB nú hevur allar
møguleikar at vinna kapp-
ingina. Eitt er, at tær eru
fýra
stig
frammanfyri
Mjølnir, men settmunurin
hjá teimum er eisini so-
mikið nógv betri enn tann
hjá Mjølni, at tær í roynd og
veru skulu tapa tríggjar av
teimum
fýra
írestandi
dystunum fram til 3. mars.
Tá spælir TB sín síðsta dyst
í kappingini, sum annars
ikki endar fyrr enn leyg-
ardagin 9. mars. Men tá
hava tær frívikuskifti, og
tað verður kanska eisini til-
trongt, tí tað er væl hugs-
andi, at tær tá longu hava
feirað sítt fyrsta føroya-
meistaraheitið...
Stríðið um bronsuna
herðist
Alment er Dráttur enn
føroyameistari, men sunnu-
dagin mistu tær sín seinasta
teoretiska kjans fyri at
varðveita heitið. Tað hevur
leingi
verið
greitt,
at
Dráttur - uttan fleiri av
lyklaleikarunum frá í fjør -
ikki fór at liggja framvið í
ár - og seinasti møguleikin
feyk, tá tær eitt sindur
óvæntað taptu 3-2 móti ÍF á
Kambsdali.
Hetta bleiv ein sera
spennandi dystur við fimm
settum, har serliga tað
næsta var drúgt. Tað endaði
29-27 til Drátt!
Tá hevði ÍF longu vunnið
fyrsta sett, sum eisini var
tætt, 25-23. Tað triðja settið
bleiv tað einasta í dystin-
um, har tað ongantíð var
nakar spenningur í, tí tað
vann Dráttur 25-13. Nú sá
út til, at Dráttur fór at vinna
dystin, men ÍF-kvinnurnar
vístu veruligan sigursvilja
sunnudagin, og tá tað eisini
eydnaðist teimum at steðga
sterkasta drátturleikaranum
Marinu Popovic, var dyst-
urin alt annað enn av-
gjørdur. Fjórða sett vann ÍF
25-22, og í síðsta og av-
gerandi settunum vóru tær
eisini drúgvari og vunnu
tað 15-13. Tvey stig til ÍF,
sum nú nærkast Drátti og
bronsumerkjunum. Eitt stig
skilir partarnar, og kapp-
ingin um bronsuna sær út
til at gerast hørð. Tann
kappingin verður kanska
ikki avgjørd fyrrenn á
allarsíðsta leikdegi, tá ÍF
vitjar á Giljanesi. Annars
hava Dráttur og ÍF júst tey
somu mótstøðuliðini eftir
at spæla ímóti. Bæði hava
útidyst móti TB og heima-
dyst
móti
Fleyr
eftir.
Einasti munurin er, at ÍF
skal spæla móti Mjølni á
heimavølli, meðan Dráttur
skal til Klaksvíkar. Um tað
fær nakran týdning, er ilt at
siga, men sum nú er, sær
síðsti dysturin millum Drátt
og ÍF út til at gerast dyst-
urin um bronsuna.
Úrslitini um
vikuskiftið vóru:
TB-Fleyr 3-1 (25-15, 25-
17, 21-25, 25-23)
ÍF-Dráttur 3-2 (25-23, 27-
29, 13-25, 25-22, 15-13)
TB-Mjølnir 3-1 (25-23, 12-
25, 25-22, 25-13)
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 TB
12
11- 1
34
9
25
15
2 Mjølnir12
8 - 4
28
18
10
11
3 Dráttur 12
5 - 7
23
25
-2
6
4 ÍF
12
4 - 8
20
29
-9
5
5 Fleyr
12
2 - 10
9
33
-24
3
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 Fleyr
12
8 - 4
29
21
8
11
2 SÍ
12
8 - 4
30
17
13
10
3 Fram
12
8 - 4
29
20
9
10
4 ÍF
12
3 - 9
16
32
-16
6
5 Mjølnir12
3 - 9
16
30
-14
3
TB nærkast í hvørjum
Á Tvøroyri vilja tey ikki enn
tosa um nakað FM-heiti,
men eftir sigurin á Mjølnir
ber illa til at sleppa undan
heitinum sum stórfavorittur
Mynd: Áki Bertholdsen
C
M
Y
K
14