Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 29. januar 2002 17 Uttan stórvegis hóvasták vann Neistin útidystin móti KÍF, og soleiðis greiddu teir sína skyldu í stríðnum, har tað ræður um at fylgja vestmenning- unum HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Hetta fram til kappingar- ársenda eru tað greiðar treytir, sum Neistin má liva við, tá teir fara á vøllin. Fyri at hava nakran møgu- leika at fanga oddaliðið aftur, skulu restina av dyst- unum vinnast, so tað var ikki tað stóra at tosa um. Dysturin móti KÍF skuldi vinnast, og í so máta varð setningurin eisini greiddur. Linligt Sæð yvir ein kamb, so var dysturin í Vestmanna av tí heldur keðiliga slagnum. Kanska hevði vánaliga veðrið gjørt sítt til at doyva spæligleðina, ella kanska var tað okkurt heilt annað, sum gjørdi sína ávirkan galdandi. Hvussu var og ikki, so gekk spælið tað mesta av tíðini ógvuliga róliga fyri seg. Hvørgin parturin tóktist hava tann heilt stóra hugin í at leggja alt ov nógv í verjupartin, og hetta gav í stóran mun lætt spæl hjá mótpartinum. Serstakliga høvdu kollfirðingar ilt við at seta seg upp, og sum ikki ein ferð máttu teir líta á, at Óla Christian ikki lat alt ov nógv fara ígjøgnum sínu megin. At tað hóast laka verju- spælið ikki komu fleiri mál í dystinum enn tað sama, komst heilt einfalt av, at eins og liðini ikki nýttu nakra serliga orku í verju- spælinum, so tímdu tey heldur ikki at seta ferðina serliga høgt upp í álops- partinum. Bíðað varð al- oftast eftir, at okkurt holið var at skjóta ígjøgnum, og so traðkaðu skjúttarnir á liðunum til, uttan at hetta tó kastaði nakra serliga úrtøku av sær. Høvdið var ikki við Uttan at fara at viðgera dystin nærri, so kundi av- rikið í Vestmanna bent á, at Neistin eftir ósigrarnar fyri VÍF tykist at hava fingið motivatiónstrupulleikar. Spælararnir vita nú, at hóast teir vinna alt tað, sum eftir er, so er langt ífrá víst, at teir fanga vestmenning- arnar aftur, og verður hetta hugburðurin, so kann væl henda, at teir geva VÍF seinasta trumfin, longu áðrenn liðini hittast aftur. Hinvegin kann eisini hugsast, at dysturin hesa ferð var eitt úrslit av, at Neistin um eina viku skal spæla steypafinalu. Ein dystur, sum væl og virði- liga kann bjarga teimum árið, og sum tískil fyllir meira í hugaheiminum, enn landskappingin ger í løtuni. Harafturat so sýndi dyst- urin eisini, at tað tykist sum um lægru staddu liðini í deildini hava mist alla vón um at basa teimum báðu fremstu. Í øllum førum sýndu kollfirðingar ein sera lítlan vilja at gera nakað við Neistan, hóast teir í dyst- inum móti VÍF seinast sýndu, at tær væl kunnu gera fortreið, um tað skal vera. Kanska var eisini júst tann ósigurin somikið tung- ur at svølgja, at tað heldur ikki eydnaðist ta ferðina, og at leikararnir tískil hava mist vónina um, at tað ber til at fáa stig móti teimum stóru. Kanska vóru tað tó heilt onnur viðurskifti, sum gjørdu, at dysturin bleiv sum hann bleiv, men eftir stendur so undir øllum um- støðum, at Neistin tryggj- aði sær enn tvey stig í einum dysti, sum skjótt fer í gloymibókina. Dysturin í tølum KÍF-Neistin 22-25 (13-15) Málskjúttar: KÍF: Kristjan Madsen 6, Iljan Topic 6, Jákup Dam 4, Regin PEtersen 3, Vagnur Johannesen 2, Durica To- mic 2(1) Neistin: Heini Joensen 12(7), Jacob Jónsson 3, Karl Oddmar Rasmussen 3, Áki Mørk 3, John Petersen 2, Kári Mortensen 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1 Brotskøst: KÍF 2, Neistin 8 Útvísingar: KÍF 2, Neistin 2 Dómarar úr VÍF: Ingi Olsen & Piti Negru. Hildu alla tíðina gott skil á. Tankarnir hjá strand- ingum vóru longu í steypafinaluni, tá teir sunnudagin vóru í vestmanna, har heimaliðið hevði óvanliga lætt spæl HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Longu undan dystinum móti VÍF vóru tekin um, at hetta ikki júst var tað, sum rúmaði mest í tonkunum hjá strandingum í løtuni. Leikandi venjarin, Costin Dumitrescu, meiddi sær fingurin móti VÍF, tá finaluplássið varð tryggjað, og hóast hann tá fekk spælt dystin lidnan, so valdi hann heldur at spara seg til final- una hesaferð. Lítið bit í Eisini sálarliga tóktust strandingar at spara, tí tað gingu bert fáir minuttir, áðrenn tað varð greitt, at her skuldi tað standa VÍF á tí allarmesta. Heimamenninir, sum vóru grammir eftir at hevna tapið í hálvfinaluni settu fulla ferð á frá byrjan, og tá hvørki strandaverjan ella –málverjin vóru upp til sítt besta, so vórðu teir revsaðir so dyggiliga. Eftir fyrsta knappa kor- terið var heimaliðið á odda 8-1, men so sansaðu teir, at her fór kanska ikki at gerast eins torført, sum tað var mikukvøldið. Ferðin varð sett nakað væl niður, og strandingar sluppu tískil upp í part í spælinum á vøllinum. Tað er væl møguligt, at um strandingar nú høvdu kent sína vitjunartíð, so kundu teir við einum gearskifti fingið eitt sindur av spenningi í aftur dystin, men hetta kom ongantíð. Partvíst tí saknurin av Costin var ov stórur, og partvíst, tí hugurin at stríð- ast als ikki var nóg stórur.. VÍF sat so rimmarfast á dystinum. Teir hildu alla tíðina fast, og sum tíðin leið, so gjørdist alt bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Líkjast meistarum Umframt at dysturin bar boð um, at strandingar mest av øllum tykjast hugsa um steypafinaluna, sum verður komandi vikuskifti, so bar hetta eisini boð um, at VÍF tykist alt meira átókt einum komandi meistara. Skal Neistin vinna vest- menningar aftur, so krevst, at VÍF missir stig móti øðrum enn Neistanum, og men ilt er at síggja, at onnur enn StÍF skulu hjálpa Neistanum í hesum. Gaman í hevur VÍF spælt javnt móti hoyvíkingum og havt tað sera strævið móti koll- firðingum, men liðið hevur hóast alt tær dygdir, sum gera, at teir eiga at vera førir fyri at avgera slíkar dystir. Eisini um liðið hevur ein ringan dag. Einasti spurningurin tyk- ist soleiðis vera, um strand- ingar kunnu skapa spenn- ing í aftur, tá teir seinni taka ímóti vestmenningum, ella um fótbólturin tá er farin at gera ov nógv um seg á vestara armi í Skála- fjørðinum. Dysturin í tølum VÍF-StÍF 32-20 (15-7) Málskjúttar: VÍF: Piti Negru 10(3), Ingi Olsen 7(1), Sámal Joensen 6, Agnar Joensen 4, Harald Bjørgvin 3, Ragnar Zacha- riasen 1, Daniel Rápa 1, Petur F. Joensen 1 StÍF: Artur Johanse 6, Andre F. Danielsen 4(1), Marius Joensen 3, Alex- andur Johansen 2, Jón Ras- mussen 2, Sveinur Just- inussen 1, Janus Trúgvason 1, Anfinnur Joensen 1 Brotskøst: VÍF 6, StÍF 4 Útvísingar: VÍF 1, StÍF 1 Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Morten- sen. Høvdu tað í øllum førum munandi lættari enn seinast. KÍF-Neistin 22-25 (13-15): Skjótt í gloymibókina VÍF-StÍF 32-20 (15-7): StÍF er í finaluni Ferðin var ikki tann stóra, tá Neistin leygardagin greiddi sína skyldu móti kollfirðingum Mynd: Álvur Haraldsen Tað var ikki stórvegis, sum StÍF kundi gera við Inga og teir úr VÍF hesaferð Mynd: Álvur Haraldsen 17 16 Nr. 19 - 29. januar 2002 Meðan Neistin tapti í Klaksvík, fekk VB bæði stigini á Gilja- nesi, og eru vág- bingarnir fyri fyrstu ferð í ár veruliga á bronsukós HONDBÓLTUR Jákup Mørk Fyri tað mesta hevur árið í ár hjá VB verið eitt vón- brot, har vónirnar eru justeraðar alt longri niður, so hvørt sum dystirnir eru leiktir. Longri niður enn til bronsumerkini eru vónirnar tó neyvan settar, og eftir at Neistin fyri tað mesta hevur havt takið á hesum, eydn- aðist tað leygardagin VB- kvinnunum at vinna seg upp á triðja plássið eftir sigurin á Sóljuni. Tað var eisini longu und- an dystinum greitt, at skal VB hava møguleika fyri heiðursmerkjum, so var ein sigur kravið, og hesum kravið livdu tær eisini upp til, tó at tað gekk striltið eina góða løtu Tað var nevnliga ikki fyrr enn seinasta korterið ella so av dystinum, at tað eydn- aðist VB at toga seg leysat av Sóljuni. Fyrstu lítlu løt- una av dystinum sá annars ikki út til, at tær á heima- liðnum skuldu gerast so- mikið tungar hjá VB at syfta. Í tráð við leiklutin sum stórfavorittur fór VB alt fyri eitt at toga frá, men so við og við komu tær á heimaliðnum alt betri við. Eitt skifti vóru tær eisini á odda, men við tveimum skjótum málum seinastu løtuna vann VB sær tó fyrimun undan steðginum. Hóast hetta, og hóast VB royndi at fáa tak á fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, so sleptu tær á heima- liðnum ikki soleiðis uttan víðari. Fram til góðir tíggju minuttir restaðu, stóð fram- vegis á jøvnum, men so skrædnaði. Seinastu løtuna vann VB so klárt sum 7-2, og so kundi tað vera tað sama, at heimaliðið hevði verið væl við. Tær høvdu enn eina ferð tapt, og liggja fram- vegis fastar í botninum. Fyri VB merkti sigurin hinvegin, at tær nú veruliga hava fingið fatur í heiðurs- merkjarøðini, har tær fyri tað mesta hava roynt at hildið fast í Neistanum, sum eisini tykist hava bronsumerkini í huga. Sigurin hjá VB gjørdist ikki verri av, at Neistin samstundis tapti fyri Stjørnuni, tí hetta gjørdi, at VB togaði seg tvey stig fram um Neistan, sam- stundis sum tær hava ein dyst færri enn kappingar- neytarnir. Hinvegin telir tað eitt sindur niður hjá VB, at Neistin nú hevur verið bæði í Vestmanna og Klaksvík. Hesar ferðir eigur VB framvegis tilgóðar, og hóast eingi garantiir verða latin í hondbólti, so er tað mest sum víst, at her fær VB ikki stig við sær heim- aftur. Tískil er framvegis líkt til, at avgerandi dysturin um bronsuna verður tann í Havn millum Neistan og VB, og at tey bæði liðini fram til tá mugu stríðast sum frægast fyri at fáa fulla úrtøku burtur úr teimum liðum, sum eru lægri stødd á stigatalvuni. Dysturin í tølum Sóljan-VB 18-23 (10-11) Málskjúttar: Sóljan: Asta Petrauskiene 9(2), Heidi Maria Akselsen 4, Marjun Johansen 3, Petra Thomassen 1, Hertha Sim- onsen 1 VB: Regina Radó 6(1), Leila Jespersen 5, Gurið Mortensen 4, Eyðbritt Krosslá 3, Gabriella Fekete 3(1), Sólrun Krosslá 1, Rannvá Augustinussen 1 Brotskøst: Sóljan 2, VB 4 Útvísingar: Sóljan 1, VB 1 Dómarar úr VÍF: Áki Olsen & Agnar Joensen Við sigrinum á H71 vann Tjaldur seg upp á eitt søguliga høgt fjórða pláss, og nú hómast heiðurs- merkini HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Síðani Tjaldur sá dagsins ljós á øðrum sinni, hevur gingið meira enn striltið, meðan felagið hevur roynt seg í bestu deildini. Bæði kvinnur og menn hava alla tíðina rótað í botninum, men nú tykist hetta bert at vera søga. Í øllum førum, tá tosað verð- ur um manshondbóltin. Nú hevur Tjaldur nevnliga vunnið seg upp á fjórða pláss, og so høgt hava teir ongan tíð verið áður. Skiftandi Tað var tó við bit og slit, at runavíkingar vunnu dystin á hoyvíkingum, og í øllum førum var lítið í fyrra hálv- leiki, sum bendi á, at heimaliðið skuldi sigra. Hoyvíkingar komu til runavíkar uttan ein einasta sigur í endaspælinum, men fyrra hálva tíman var líkt til, at teir ætlaðu at broyta hetta. Tað gekk leingi javnt á, men so bragdaði hjá gestunum, og teir fingu skapt eitt lítið glopp, sum tó tódnaði nakað væl undan steðginum. Fyrstu løtuna eftir steðg- in høvdu gestirnir eisini gott tak á, men so steðgaði fullkomuliga. Frá støðuni 20-20 øktu runavíkingar stútt og støðugt, til støðan var 31-23, og so mundu tey flestu halda, at sigurin var heima. Tað mundu leikararnir eisini, tí brádliga loyvdau teir gestunum innaftur. Hoyvíkingar mest sum skoraðu eftir vild, og eftir tíggju minuttum høvdu teir minkað um munin, soleiðis at bert tvey mál vóru ímill- um, tá tveir minuttir vóru eftir at leika. Tá eydnaðist tó heimaliðnum at økja aftur, soleiðis at sigurin hóast alt varð tryggjaður. Bronsan hómast Sum sagt, so tryggjaði sig- urin Tjaldri, at teir nú eru á fjórða plássinum í kapp- ingini, og kanska eru heið- ursmerkini als ikki so langt burturi. Tvey stig eru upp til strandingar, sum eiga ein dyst tilgóðar, men nógv bendir á, at StÍF ikki verða so drúgvir eftir steypafinal- una. Dysturin í Vestmanna sýndi í øllum førum, at liðið kann fáa motivatións- trupulleikar, og hesir verða neyvan minni, tá Skála fyri fyrstu ferð skal royna seg í best fótbóltsdeildini. So er spurningurin, hvussu hetta við fótbóltin- um fer at ávirka runavík- ingar. Dysturin í tølum Tjaldur-H71 35-32 (14-15) Málskjúttar: Tjaldur: Sverri Justinussen 12(3), Dragisa Stojovic 9, Mortan Hansen 5, Zoran Sarcevic 4(1), Jens Martin Knudsen 3, Svein í Heið- unum 1, Ken Bærentsen 1 H71: Bjarni Wardum 8(5), Jákup á Borg 6, Kristjan Petursson 6, Finnu Hansson 6(1), Halgir Dahl-Olesen 5(1), Agnar Højgaard 1 Brotskøst: Tjaldur 4, H71 10 Útvísingar: Tjaldur 6, H71 3 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristi- an Johansen. Kvinnuliðið hjá VÍF kennir bert eina kós. Full ferð frameftir HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Talan var um topp móti botni, tá StÍF vitjaði VÍF sunnudagin. Hóast StÍF seinastu tíðina hevur havt fleir góð úrslit at vísa á, og hóast tær júst høvdu lyft seg úr botni- num við stórsigri á Sólj- uni, so vóru tað helst tey fægstu – um nakar – sum roknaði við, at tær kundu gera nakað sum helst við VÍF. Einvegin ferðsla Tað var eisini skjótt greitt, at her høvdu gest- irnir ikki tað stóra at siga. Eins og so nógvar aðrar, sum hava vitjað í Vestmanna seinastu tíð- ina, so komu stranda- kvinnurnar rættiliga skjótt í eitt satt ódnar- veður, longu eftir fyrsta korterinum ella so, so var alt bert ein spurn- ingur um, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Serstakliga Sóley Mikkelsen var hørð móti bygdarfeløgum sínum, men sum heild var tað eitt samlað VÍF lið, sum gjørdi sína skyldu móti StÍF í einum dysti, sum mest av øllum minti um eina upphiting til steypafinaluna, sum verður komandi viku- skifti. Gleðin er við aftur Har er VÍF sjálvsagt favorittur at vinna, og hóast Stjørnan nú tykist vera komin úr kreppuni, sum liðið hevur verið í, so er enn meira, sum bendir á, at VÍF aftur skal ogna sær greipuna í ár. Ikki bert hava tær nógv tann sterkasta og breiðasta hópin í land- inum, men eftir Eurupa- Cup uppgávurnar, sum eitt skifti tóktust hava tikið alla luft úr teimum, eru fingnar aftur um bak, er tað veruliga eitt lið við spæliglæði, sum hevur umboðað VÍF seinastu dystirnar. Júst spæligleðin er annars nakað, sum kann vera torført at hava, tá eitt lið er somikið eina- ráðandi, men hesa tykist VÍF so hava funnið í tøkum tíma, og so verð- ur meira enn torført hjá nøkrum at basa teimum. Dysturin í tølum VÍF-StÍF 32-14 (16-5) Eingin dómaraseðil komin Sóljan-VB 18-23 (10-11): Bronsan er nú í eygsjón VÍF-StÍF 32-14 (16-5): Eingin slingur í valsinum Sóley Mikkelsen var ikki blíð við bygdarfelagar sínar, tá VÍF tók ímóti StÍF sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen Tjaldur-H71 (35-32): Søguligt hjá Tjaldri Tjaldur er nú á fjórða plássi í kappingini, og við eitt sindur av hepni kann væl verða, at teir røkka enn longur upp C M Y K 16