Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 29. januar 2002 19 Enn ein 4-0 sigur til oddaliðið, sum merkir at teir helst endurvinna FM- heitið frá 1999 TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Havnarmenn hava helst ein seinasta møguleika at end- urvinna FM-heitið frá í fjør í næsta leikumfari, tá mót- støðuliðið verður oddaliðið úr Klaksvík. Tá er kravið stórsigur, men klaksvíking- ar eru mitt í einum góðum stima og tí tykist uppgávan hjá havnarmonnum ógjør- lig. Ikki eiga vit at gloyma vestmenningar sum hálvt- fjórða stig aftanfyri odda- liðið og hálvt aftanfyri havnarmenn. Teir kunnu longu í komandi dysti gera seg galdandi tá teir hitta botnliðið HT 2, meðan havnarmenn og klaksvík- ingar hittast. Aftur hesaferð kundu klaksvíkingar — uttan Ólavur Simonsen á liðnum vegna uttanlandaferð — savnað sær fýra kærkomin stig. Teir úr HT 2 høvdu Luitjen Apol á fyrsta borði. Luitjen hevur ikki telvað nógv seinastu árini, men vónandi hevur hann fingið brell sjálvt um hann mátti lúta fyri ratingfavorittunum Rana Nolsøe. Á øllum fýra borðunum vóru klaksvíkingar stór- favorittar og hetta megnaði teir eisini at útnytta. Nevn- ast skal at Jógvan Næs tapti sítt fyrsta talv í ár, men hóast tað hevur hann fingið einastandandi úrslit higar- til. Útisetin Finnbjørn Vang varð banamaður Jógvans. Klaksvíkingar hava sostatt bert vunnu í 2002. Tveir 4- 0 sigrar, ímóti hvalvík- ingum og nú móti B-lið- num úr Havnini. Havnarmenn enn við Í Havnini vann heimaliðið ein tryggan 3-1 sigur á kollfirðingum. Unglinga- uppgerðin á fyrsta borði millum Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen endaði við javnleiki. Bern- ard Thomsen var við fyri fyrstu ferð í liðkappingini har hann tapti ímóti Olaf Berg. Ein 3-1 sigur í komandi dysti ímóti klaksvíkingum hevði verið sera kærkomið hjá høvuðsstaðarfelagnum, men havast skal í huga, at Ólavur Simonsen tá verður við aftur, umframt at frænir eru um enn ein styrk til klaksvíkingar til hendan týðandi toppdyst, men enn kann einki sigast við vissu. Dysturin millum vest- menningar og hvalvíkingar endaði við 3-1 sigri til vestmenningar. Martin Brekká bjargaði hvalvík- ingum frá lemjandi 0-4 tapi, tá hann senstationelt vann á IM John Rødgaard, sum ikki hevur havt ser- ligan viðvind seinastu um- førini. Støðan eftir 7. umfar 1 KTF, Klaksvík 20.5 2 HT, Tórshavn 17.5 3 VT, Vestmanna 17,0 4 KT, Kollafjørður 11.5 5 TFS, Hvalvík 10,0 6 HT 2, Tórshavn 7.5 Ein trygg leiðsla til klaks- víkingar sum teir neyvan lata frá sær. Teir havt víst støðuga telving sum hevur givið úrslit, samstundis sum teir eru sterkasta lið á pappírinum. Toftir ella Sandavágur Í 2. deild er stríðið um upp- flyting millum toftamenn og sandavágsmenn. Tó skulu runavíkingar ikki avskrivast tá teir bert eru hálvttriðja stig aftanfyri oddaliðið av Toftum. Sandavágsmenn høvdu eitt ringt úrslit sunnudagin tá teir taptu óvæntað 1,5-2,5 ímóti vestmenningum, og eru nú eitt stig aftanfyri toftamenn, sum vunnu sín dyst við somu skoru ímóti gøtumonnum. Runavíkingar vunnu stór- sigur á klaksvíkingum, sum viðførdi at teir nú eisini kunnu gera seg galdandi í toppinum. Hinvegin muga klaksvíkingar saman við vestmenningum og gøtu- monnum stríðast undan niðurflyting. Í 3. deild er helst eingin ivi um hvar fyrsta plássið ferð. HT 3, við eitt nú Súni Ziska á liðnum, eru hálvtfimta stig fremstir. HT 4 og ST berjast um annað plássið. Ungdómskapping á Oyrarbakka Fyrsta kappingin í røðini av barna- og ungdómskapp- ingum verður á Oyrarbakka 2. februar í Eydnuni. Talan er um liðkapping, við fýra telvarum á hvørjum liði. Tilmeldingarfreistin er týskvøldið 29/1 og fer fram við at ringja til Berg Jo- hannesen á tlf. 210056 ella við at senda honum ein teldupost: berglis@post.olivant.fo Kappingin er ókeypis og á staðnum fæst okkurt til matna og drekkilsi, somu- leiðis ókeypis. Kappingin er fyri øll, har eisini skúlar kunnu tekna lið til. Næsta kapping - eftir kappingina á Oyrarbakka - verður í Havnini 3. mars. Ponomariov heimsmeistari Nýggi FIDE heimsmeistari eitur Ruslan Ponomariov úr Ukraina, sum einans er 18 ára gamalur. Hann vann finaluna 4,5 — 2,5 ímóti landsmanninum Vassily Ivanchuk. FIDE heims- meistaraskapurin verður ikki høgt virdur av Garry Kasparov og Vladimir Kramnik. Serliga hevur Kasparov víst stóra ónøgd móti eitt nú nýggju tíðar- politikkinum hjá Fide, har nógv er skorið av henni, sum sjálvsagt viðførir verri talvligan kvalitet. Kasparov luttekur tískil ikki í FIDE tiltøkum. Í roynd og veru telvaði Ivanchuk betri í byrjanar- spælinum og miðspælinum, men ringa tíðin man hevði til talvið framleiddi stórar feilir, sum Ponomariov gjørdi sær dælt av. Stuttligt er, at vit í oktob- er 2000 høvdu ein komandi heimsmeistari millum okkum í 3rd Tórshavn International í Norður- landahúsinum. Í hesari kapping endaði Ponomar- iov og Grischuk javnir á fyrsta plássi. Hesin seinast nevndi hevur so sanniliga eisini gjørt seg galdandi millum heimselituna. Javnt í Wijk aan Zee Tað vóru serliga fimm av teimum fjúrtan stórmeistar- unum í sterku kappingini í Wijk aan Zee sum skaraðu framúr. Hesir fylgdust gjøgnum alla kappingina, og undan síðsta umfarinum høvdu allir møguleikan at koma hægst til tindars. Evgenij Bareev varð loksins vinnari, bert hálvt stig fremri enn Alexander Grischuk sum somuleiðis hevði eina framúr góða kapping. Michael Adams var tann einasti sum fór snikkaleysur gjøgnum kappingina uttan nakað tap, men hinvegin vann hann bert trý talv. Fremsti hollendski telvari, tá rating viðvíkur, Loek van Wely, hevði eina katastrofu-kapp- ing við bert seks javn- leikum og sjey tapum. Endaliga støðan: 1 Bareev (Russland) 9,0 av 13 2 Grischuk (Russland) 8,5 3 Adams (England) 8,0 4 Morozevich (Russland) 8 5 Khalifman (Russland) 7,5 6 Leko (Ungarn) 7,0 7 Dreev (Russland) 6,0 8 Gelfand (Ísrael) 6,0 9 Lautier (Frankaríki) 6,0 10Piket (Holland) 6,0 11Timman (Holland) 6,0 12Gurevich (Belgia) 5,5 13Kasimdzhanov (Uzbekistan) 4,5 14van Wely (Holland) 3,0 Talvið hesa vikuna Einasta tapið hjá vinnaranum Bareev varð ímóti Khalifman. Khalifman sundur- skræðir svørtu støðuna sundur uppá bert tjúgu leikir. Khalifman,A (2688) - Bareev,E (2707) Wijk aan Zee NED (11), 25.01.2002 Fronsk byrjan 1.e4 e6 2.d4 d5 3.Ric3 dxe4 4.Rixe4 Rid7 5.Bd3 Rigf6 6.Fe2 c5 7.Rixf6+ Rixf6 8.dxc5 Bxc5 9.Bd2 0- 0 (byrjanin sær friðarlig út, men næsti leikur hjá hvítum ber brá um álopstalv) 10.0-0-0 Fd5 (hóttur tvær finnur, men hetta visti Khalifman alt um....)11.Kb1 Fxg2 12.Rif3 Fxf2 13.Fe5 Be7 14.Rdf1 (hvítur hevur offrað tvær finnur fyri útvikling og álop) 14...Fc5 15.Fg3 Rih5 16.Fh3 g6 17.Rhg1 Rif4? [17...Rig7 er einasti leikur, men svartur stendur kortini sera kroystur og passivt] 18.Bxf4 e5 19.Fh6! exf4 20.Rg5!! og svartur gavst eftir hendan ótrúliga rókaleik. Um svartur leikar Bxg5 kemur Rixg5 og svartur verður mátaður. Um svartur flytur hóttu frúnna vekk, kemur Rh5 gxh5 Fxh7# 1-0 Klaksvíkingar økja um munin Nýggi FIDE heimsmeistari, 18 ára gamli Ruslan Ponomariov úr Ukraina, var í fjør í Føroyum, har hann vann sterku altjóða kappingina hjá Talvsambandinum 19 18 Nr. 19 - 29. januar 2002 Í landsdystunum á Kypros í komandi viku, verður saknur í spælarum, sum hava spælt næstan 200 landsdystir, og sum nú hava givið avboð FÓTBÓLTS- LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Tá landsliðið í komandi viku fer á venjingarlegu á Kypros, verður tað á fleiri økjum øðrvísi, enn tað hevur verið nógvu tey seinnu árini. Allan Simon- sen verður ikki við, og meiri enn helmingurin av spælarunum, sum vóru stuðlar á liðnum hjá hon- um, fara heldur ikki niður á fjálgu Miðalhavs oynna. Julian Johnsson, Óli Jo- hannesen og Jákup Mikkel- sen hava ikki fingið boð, tí teir eru upptiknir í feløgun- um, sum rinda teimum løn. Súni Olsen var upprunaliga úttikin, men hann hevur givið avboð. Í komandi viku verður tað aftur farið undir kappingina í næst- bestu deildini í Hollandi, og vit skilja á lagnum, at Súni er nærri liðnum nú, enn hann higartil hevur verið. Nú Súni Olsen hevur givið avboð, hevur fyrrver- andi liðfelagin hjá honum í GÍ, Bartal Eliasen, fingið boð um at koma við niður á Kypros. Bartal hevur áður spælt tveir landsdystir, men tað var í 1997. Hann hevur onkra ferðina síðani verið í hópinum, men nú er langt síðani, at hann var á lið- num. Tríggir av heimligu spæl- arunum, sum hava verið fastir fúsir á landsliðnum, fara ikki við á venjingarleg- una. Talan er um Jens Kristian Hansen, Fróða Benjaminsen og Allan Mørkøre. – Í heyst bar Allan Mørk- øre seg undan at vera á landsliðnum, tí hann var so upptikin av skúlanum. Hann verður liðugur nú í februar. Tí hevur hann ikki fingið boð til venjingar- leguna, sigur Jógvan Mart- in Olsen, sum fer at hava venjaraábyrgdina á Kypros. – Jens Kristian Hansen hevur fleiri timburmenn í arbeiði. Teir hava so mikið nógv at gera, at tað ber honum ikki til at fara frá í tvær vikur. Fróði Benja- minsen lærir til timbur- mann. Hann er júst byrj- aður á tekniska skúlanum, og tað ber honum ikki til at leypa tvær vikur um, sigur Jógvan Martin Olsen. Spennandi avbjóðingar Tá spælararnir fara á venj- ingarlegu kennist tað sjálv- andi sum ein serlig avbjóð- ing, tá altjóða skrásettir landsdystir eru á skránni. Landsliðið skal spæla tríggjar dystir á Kypros. Ein er ímóti einum pól- verskum 2. deildarliði. Tann dysturin verður 15. februar. Landsdystirnir eru á skránni 10. og 13. febr- uar. Tann fyrri verður ímóti Póllandi, og tann seinni verður ímóti Liktinstein. Síðsti landsdysturin í fjør var 6. oktober í Slovenia. Seks av teimum fjúrtan spælarunum, sum vóru á vøllinum ta ferðina – Jákup Mikkelsen, Johan B. Han- sen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Súni Olsen og Kurt Mørkøre – fara ikki við til Kypros. Um vit leggja afturat Fróða Benjaminsen og Julian Johnsson, sum vóru leik- bannaðir ta ferðina, men sum annars vóru fastir menn á miðvøllinum, so eru tað spælarar, sum til- saman hava spælt 283 landsdystir, sum ikki verða við hesa ferð. Jógvan Martin Olsen ivast kortini ikki í, at talan verður um venjingarlegu, sum fer at hava stóran týdning: – Flestu av spælarunum, sum vóru við í fjrø, men sum ikki verða á venjingar- leguni, verða vónandi tøkir, tá EM undankappingin verður á skránni seinni í ár. Venjingarlegan gevur okkum møguleikar at royna nýggjar spælarar. Vit hava úttikið teir spælararnar, sum vit síggja størstu al- tjóða møguleikarnar í. So verður tað upp til teir í altjóða skrásettum lands- dystum at sannføra um, at vit hava mett rætt, heldur Jógvan Martin Olsen. Úrslitini í útidyst- unum í kvøld og leygardagin fara at hava alstóran týdning fyri, um Julian Johnsson og Hull skulu kappast um at flyta upp ella ikki ONGLAND Jóannes Hansen Eftir at tað seinastu vik- urnar hevur gingið eitt sinduer striltið hjá Hull at skava stigini saman, sum eru neyðug, um teir skulu hugsa um at vera við í kappingini um upp- flyting, so vunnu teir leygardagin trý kærkom- in stig. Shrewsbury, sum telist millum liðini, ið kappast við Hull um uppflyting, vitjaði, og teir vórðu sendir til hús aftur við 3–0 tapi. Hóast veturin av álvara ger um seg í Onglandi, so vóru ikki færri enn 8.534 eygna- vitni á Boothferry Park. Øll málini komu í 1. hálvleiki. Hull kom á odda við ivasomum brotssparki í 18. minutti, og teir øktu í 28. og 32. minutti. Í 2. hálvleiki togaði heimaliðið eitt sindur í bremsuna, og tað var ein av orsøkunum til, at gestirnir høvdu greiða leikliga yvirvág. Teir høvdu fleiri risa stórar málmøguleikar, men Paul Musselwhile í mál- inum hjá Hull var sann- førandi. Einki at reypa av Julian Johnsson var ikki á stadion leygardagin. Hann lá sjúkur heima við hús, og lokalu miðlarnir vilja vera við, at tað viknaði um liðið, at høv- uðsstríðsmaðurin á mið- vøllinum og toppskjúttin, Gary Alexander, sum var leikbannaður, ikki vóru við. Hull venjarin, Brian Little, var, sum rímuligt er, fegin um, at tað hevði eydnast at vinna trý stig, men hann helt ikki, at spælið hevði verið nakað at reypa av. – Vit hava tapt fleiri dystir í hesum kapping- arárinum, tá vit hava spælt væl, og so er tað gott, at vit vinna onkun- tíð, tá vit ikki hava spælt so væl. Eg hevði roknað við, at dómarin tíðliga fór at bríksla fyri brots- sparki til teirra, og eg hevði ikki roknað við, at hann fór at bríksla, tá vit fingu brotsspark, segði venjarin. Brian Little hevur framvegis vónir um, at tað skal eydnast Hull at flyta upp. Men um tað skal eydnast, so er neyð- ugt at vinna útidystirnar: – Týskvøldið skulu vit spæla í York, og leygar- dagin skulu vit spæla í Halifax. Hetta eru kanska mest avgerandi dystirnir, um vit skulu hugsa um uppflytingar- møguleikan, staðfesti Hull venjarin. Vejle hevur fingið nýggjan málverja, og nýggi føroyski álopsspælarin skoraði fyri fyrstu ferð SUPERLIGA Jóannes Hansen Christian Høgni Jacobsen hevur slept møguleikanum, sum hann hevði í Esbjerg. Hann hevur valt at royna eydnuna í Vejle, og leygar- dagin gjørdi hann fyrstu ferð um seg. Vejle spældi venjingardyst ímóti B1909 úr Odense, sum spælir í næstbestu deildini. Úrslitið var 4–2 til Vejle. Superligu liðið var á odda 2–0, men B1909 javnaði. Síðsta hálva tíman setti Vejle ferðina upp, og tá skoraðu teir tvær ferðir. Málini hjá Vejle skoraðu Ulrik Balling, Jerry Brown, Anders Nordstrøm og Christian Høgni Jacobsen. Nýggjan málverja Um vikuskiftið hoyrdist, at Vejle hevur fingið nýggjan málverja. Talan er um Jesper Christiansen, sum er leigaður úr Glasgow Rang- ers og til felagið í Nørre skóginum. Fyri hálvum øðrum ári síðani var Jesper Christian- sen stóra stjørnuskotið millum donsku málverj- arnar. Hann loysti Lars Høgh av í OB málinum. Har stóð hann í fjúrtan dystum, áðrenn hann varð seldur til Rangers. At skotarnir fingu eyga á málverjan mundi ikki minst komast av, at Morten Olsen gav honum landsliðsboð. Tað gjørdi hann, tá danska landsliðið 16. august í 2000 spældi í Føroyum. Ta ferðina var Jesper Christ- iansen eykamaður hjá Peter Schmeichel. Síðani hevur tað gingið striltið hjá evnaríka mál- verjanum. Hann hevur vart málið hjá besta Rangers liðnum seks ferðir, og nú heldur hann vánirnar vera so mikið vánaligar í Skot- landi, at hann vil sleppa burtur. Dreymurin um at sleppa við til HM í summar er ikki burtur. Men um hann skal gerast veruleiki, so er neyðugt hjá Jesper Christiansen at spæla 1. liðs fótbólt. Tí hava hann og Vejle funnið saman. Christian Høgni Jacob- sen sleppur ikki til HM. Í vetur hevur tað ikki verið frítt fyri turbolens í Vejle. Fleiri spælarar hava ynskt at sleppa til onnur feløg. At Christian Høgni hevur skift frá Esbjerg man partvís vera tí, at hann heldur møguleikarnar fyri at sleppa framat vera betri í Vejle, enn teir eru í Esbjerg. Og partvís tí hann ikki hevur verið nøgdur við sáttmálatilboðið, sum Esbjerg gav honum. Um tað verður stutt mill- um málini í venjingardyst- unum, so eru tað kanska møguleikar fyri, at nýggi Vejle venjarin fer at mæla til, at felagið bjóðar før- oyska álopsmannin ein sátt- mála. Enska 3. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Plymouth 29 18 - 7 - 4 44 21 23 61 2 Luton 29 16 - 6 - 7 57 38 19 54 3 Mansfield 27 15 - 5 - 7 42 27 15 50 4 Rochdale 28 13 - 9 - 6 38 28 10 48 5 Hull C. 29 13 - 8 - 8 42 29 13 47 6 Shrewsbury 31 13 - 7 - 11 42 37 5 46 7 Scunthorpe 29 12 - 9 - 8 52 35 17 45 8 Kidderm. 28 13 - 5 - 10 35 27 8 44 9 Cheltenham 28 11 -11- 6 40 34 6 44 10 Southend 29 11 - 6 - 12 35 33 2 39 11 R&D 29 10 - 9 - 10 36 37 -1 39 12 Exeter 29 10 - 8 - 11 31 45 -14 38 13 Hartlepool 27 10 - 6 - 11 38 29 9 36 14 Oxford Utd. 30 8 -10- 12 39 41 -2 34 15 Darlington 27 9 - 7 - 11 32 37 -5 34 16 Bristol R. 28 9 - 7 - 12 29 34 -5 34 17 Macclesfield 28 8 - 9 - 11 26 34 -8 33 18 Lincoln C. 28 7 -11- 10 29 37 -8 32 19 Swansea 30 8 - 8 - 14 35 46 -11 32 20 Carlisle 27 7 - 9 - 11 30 32 -2 30 21 Leyton O. 28 8 - 6 - 14 39 51 -12 30 22 Torquay 30 7 - 9 - 14 27 45 -18 30 23 York 26 6 - 7 - 13 28 45 -17 25 24 Halifax 28 5 - 9 - 14 21 45 -24 24 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (Hull C.) Lagnuvika hjá Hull Christian Høgni skoraði Boð eru eftir Bartali Nú Súni Olsen hevur givið avboð, hevur fyrrverandi liðfelagin hjá honum í GÍ, Bartal Eliasen, fingið boð um at koma við niður á Kypros C M Y K 18