Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 29. januar 2002 21 Álopsspælarin í FCK heldur tað vera sera stóra avbjóðing at spæla ímóti týska landsliðnum, men nógvu skaðarnir seinastu tíðina gera, at Todi ikki droymir um at koma á landsliðið ÚTISETAPRÀT Jóannes Hansen Man Todi ætla sær at spæla aftur á landsliðnum. Spurn- ingurin hevur ofta verið á lofti seinastu mánaðirnar, og nú lutakastið til EM undankappingina hevur verið, eru tey ivaleyst fleiri, sum knýta vánirnar fyri hampuligum úrsliti afturat, um Todi Jónsson verður í álopinum ella ikki. Annar av abbunum hjá Toda var íslendingur, og hin var skoti. Tað vil siga, at hann hevði havt møgu- leika at spæla bæði á ís- lendska og skotska lands- liðnum. At spæla ímóti hes- um landsliðunum og ikki minst at spæla ímóti Týska- landi eiga at vera avbjóð- ingar, sum Todi hevði triv- ist við. Ella hvussu? – Vit hava spælt undan- kappingardystir ímóti Skot- landi, og tað havi eg altíð kent sum stórar avbjóðing- ar. Vit hava spælt venjing- ardystir ímóti Íslandi, og vit hava verið heilt tætt við at fingið góð úrslit ímóti teimum. Nú verður spenn- andi at síggja, hvussu tað fer at roynast, tá stig fara at standa upp á spæl í undan- kapping. At Føroyar nú skulu spæla ímóti Týska- landi eigur at vera ein so stór avbjóðing, sum tað ber til at fáa hjá føroyskum fót- bóltsspælarum. Og droymir tú um, at tú verður á landsliðnum, tá EM undankappingin kemur fyri? – Royndirnar tey seinnu árini hava við sær, at eg haldi meg til støðuna í dag, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður í morgin. Síðani tíðliga síðsta sum- mar havi eg bara spælt tríggjar ella fýra landskapp- ingardystir. Eg havi verið skaddur, og tað, sum eg hugsi um er hvønn dag ar arbeiða miðvíst fyri at koma fyri meg, so eg aftur verði førur fyri at spæla á liðnum hjá FCK. Í løtuni er landsliðið ikki fremst í huganum, men sjálvandi fegnist eg saman við øllum øðrum føroyingum um góða lutakastið. Heldur tú, at tað fer at hava týdning fyri avrikini hjá landsliðnum, at eydnan hesa ferð var við í lutakast- inum? – Tað eru fleiri spælarar, sum hava verið á landslið- num í nógv ár, og sum hava spælt nógvar landsdystir. Fyri sovornar spælarar hevði tað ivaleyst kenst eitt sindur tungt, um luturin aftur hesa ferð hevði verið at spælt ímóti stóru tjóð- unum í Eystureuropa, sum vit fleiri ferðir áður hava dystast við. Tá luturin fall á Týskaland, so sigur tað seg sjálvt, at hetta eigur at vera eyka íblástur fyri royndu spælararnar, heldur Todi Jónsson. Til Suðurafrika Enn dugir Todi Jónsson ikki at siga, um tað fer at eydnast honum at koma á liðið hjá FCK, tá tað um tveir mánaðir aftur verður farið undir donsku lands- kappingina: – Vit skuldu havt spælt venjingardyst ímóti B1913 leygardagin, men hann varð avlýstur, tí tað var kavi á vøllinum. Ætlanin var, at eg skuldi spæla síðsta hálva tíman. Komandi leygardag skulu vit spæla ein venjing- ardyst, og týsdagin í kom- andi viku fara vit á venjing- arlegu í Suðurafrika. Har skulu vit vera í tvær vikur. Tað hevur sera stóran týd- ning fyri møguleikarnar hjá mær, at eg verði førur fyri at venja sum hinir, nú vit fara at fyrireika okkum til endaspurtin í landskapp- ingini, sigur Todi Jónsson. Hugalig ferð Fyri jól var Todi í fleiri vik- ur í Eysturríki, har hann fekk serliga venjing fyri at byrgja fyri vøddaskað- unum, sum hava verið so herviliga títtir. – Hans Backe, venjarin hjá okkum, syrgdi fyri, at eg kom niður hagar. Onkuntíð kendist tað tungt at venja í Keypmannahavn. Bæði eg sjálvur og ivaleyst hini í FCK eisini ivaðust í, um tað nakrantíð fór at eyd- nast hjá mær at koma fyri meg aftur. Eingin veit enn, um tað fer at eydnast. Men undir øllum umstøðum kendist tað kveikjandi fyri meg at hava kensluna av, at tað vóru væl útbúgvin fólk, sum serliga tóku sær av mær. Hevur tú hugsað um at gevast? – Eg havi alla tíðina arbeitt fyri at koma fyri meg aftur. Tað hevur ikki altíð verið so stuttligt, men um tú skalt hugsa um at vera við í hesum spælinum, so nyttar ikki at kúra og at geva skarvin yvir. Eg hiti ein hálvan tíma meiri upp, enn hinir gera, og eg eri nógv í styrkisvenjingar rúminum. Hvør úrtøkan verður fara komandi dagar- nir og komandi mánaðirnir at vísa, men tað er neyðugt at gera arbeiðið. Skeivu megin sýnisgluggan Tað vil siga, at tú hevur slept øllum dreymum um landsliðið? – Sum eg segði, so droymi eg ikki um landslið- ið. Tað hevði verið ein stór avbjóðing at spælt ímóti Týskalandi. Men tað hevur størri týdning at síggja, hvussu dagurin í morgin fer at roynast. Hvat hevur harmað teg mest hesar longu mánaðir- nar, sum tú hevur verið skaddur? – Málið hjá mær hevur altíð verið at sleppa aðra staðni at spæla fótbólt. Síðsta vár var eg topp- skjútti í FCK, og eg var betri fyri, enn eg nakrantíð hevði verið. Tað er neyvan langt við síðuna av at rokna við, at líkindini fyri at sleppa aðra staðni vóru betri tá, enn tey høvdu ver- ið. Eg hoyrdi ikki sjálvur um útlendskan áhuga, men eg sá og hoyrdi, hvat fjøl- miðlarnir vistu at siga. Tá DM heitið varð endaliga vunnið, og serliga tá FCK spældi Europa Cup dystir ímóti t. d. Lazio, var talan um ein sýnisglugga. Tá harmaði tað meg almikið at sita aftanfyri fótbóltskeyp- menninar og hyggja at dyst- unum í staðin fyri at spæla við, sigur Todi Jónsson, sum framvegis tykist eins jarðbundin, sum hann altíð hevur verið. Todi tekur ein dag í senn Tá DM heitið varð endaliga vunnið, og serliga tá FCK spældi Europa Cup dystir ímóti t. d. Lazio, var talan um ein sýnisglugga, sigur Todi um møguleikarnir, sum skaðarnir hava spilt Tað hevði verið ein stór avbjóðing at spælt ímóti Týskalandi. Men tað hevur størri týdning at síggja, hvussu dagurin í morgin fer at roynast 21 20 Nr. 19 - 29. januar 2002 Í seinasta sekundi- num av dystinum gjørdi toppskjúttin hjá Stjørnuni málið, sum tryggjaði heima- liðnum sigurin í ein- um dysti, har gestir- nir vóru frammanfyri meginpartin av tíðini HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Mest dramatiski dysturin í Klaksvík í hesum kapping- arárinum endaði við, at heimaliðið fekk bæði stig- ini, hóast útiliðið leingi líktist vinnara av dystinum. Stjørnan skinklaði í stór- um pørtum av dystum, og tær løturnar, Neistin fekk sítt spæl at ganga, tóku havnakvinnurnar seg fram um við fleiri málum. Tær kláraðu tó ongantíð at halda fast um leiðsluna, og ábendingar vóru allatíðina um, at Stjørnan kundi koma afturíaftur, um tær bara fingu skil á spælið hjá sær. Neistin byrjaði dystin sannførandi, og fyrsta kort- erið lýsti Neistin bjartari enn Stjørnan. Tær hildu púra tætt í verjuni, sam- stundis sum álopsspælið var flótandi og uppfinn- samt. Stjørnan kláraði ikki at steðga Neistanum, tá tær løgdu trýst á, og var tað ikki onkur av bakspælar- unum, sum sendi bóltin í málið, so syrgdu snildisligu fríspælingarnar av strikuni fyri, at Neistin fekk nógv mál fyrsta partin av dysti- num. Stjørnan ressaðist Tá eitt korter var spælt var Neistin á odda 8-3, og hesa løtuna var eingin ivi um, hvat av liðunum var omaná. Neistin legði harðliga fyri, og tað tók heimaliðið á bóli. Álopsspælið hjá Stjørnuni gekk illa, og hevði tað ikki verið fyri toppskjúttan, Simonu Dzui- gyte, sum viðhvørt bara hoppaði upp og drønaði í kassan, so hevði staðið illa til hjá heimaliðnum. Seinasta partin av fyrra hálvleiki kom Stjørnan fyri seg. Verjuspælið gjørdist meira kontant, og hetta steðgaði flótandi spælinum hjá Neistanum. Í hinum endanum vóru onkrir glott- ar at síggja, men tað var fyrst og fremst Simona Dzuigyte, sum helt Stjørn- uni inni í dystinum. Tá liðini fóru til hálv- leikssteðgin var bara eitt mál á muni, og tað var líkt til, at Stjørnan var komin fyri seg aftur, og at Neistin skuldi fara at fáa tað trupult í seinna hálvleiki. Men so var ikki. Stjørnan legði seg fram um fyri fyrstu ferð í dysti- num, tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, men so vaknaði Neistin aftur, og tær tóku seg um reiggj. Næstu løtuna høvdu tær úr høvuðsstaðnum munin, og tær øktu leiðsluna upp í trý mál. Tá var eitt korter eftir av dystinum, og Stjørnan fekk ein seinasta kjans at vinna seg inn í dystin aftur. Tað eydnaðist eisini hjá Stjørnuni, og tað var fyrst og fremst takka verið góð- um vongspæli og málmans- spæli. Anna Kristina Sam- son gjørdi trý frálík mál av vinstra vongi, og hon fekk eisini tvey brotskøst, sum gjørdu góðan mun. Í máli- num bjargaði Agné Mase- naite fleiri ferðir frálíka væl, tá Neistakvinur høvdu gyltar møguleikar. Hetta gjørdi, at støðan var 20-20, tá tveir minuttir vóru eftir at spæla. Neistin fekk ein seinasta kjans at gera mál, men tað bar ikki til. Dramatiskur endi Stjørnan slapp so í sítt sein- asta álop, tá tað var ein hálvur minuttur eftir at spæla. Neistin var í undir- tali, og ein støða endaði síðani við, at ein Neista- kvinna afturat var tveitt út í tveir minuttir. Tá vóru átta sekund eftir at spæla, og teir seks Stjørnuspælararnir høvdu sín seinasta møgu- leika móti teimum fýra hjá Neistanum. Stjørnuvenjarin kallaði sínar spælarar í samráð, meðan KÍ-høllin kókaði, og tað var greitt, at nú skuldi eina ætlan leggjast fyri seinasta skotið. Tann ætlan- in tók ongan á bóli, tí lagt var upp til, at Simona Dzui- gyte skuldi avslutta. Tað gjørdi hon, men Neistamálverjin bjargaði. Onkursvegna eydnaðist tað í eini skjótari vending Andrijanu Milodanovic at tveita innkastið inn til Simonu, sum í øllum meldrinum mitt fyri drøn- aði bóltin málið. Bókstav- liga talt í seinasta sekundi. 21-20 og so gleddust ovurfegnir Stjørnuspælarar um sigurin. Neistakvinnur vóru vónbrotnar, tí tær høvdu møguleikan at stjala bæði stigini. Tá avtornaði fingu tær einki, og so er silvurvónin helst eisini rok- in. Dysturin í tølum Stjørnan-Neistin 21-20 (10-11) Málskjúttar: Stjørnan: Simona Dzui- gyte 8 (2), Anna Kristina Samson 6, Andrijana Milo- danovic 6 (2), Joan Midjord Joensen 1 Neistin: Súna Mørk 5, Katrin Dam á Neystabø 4, Gunnleyg Berg 4, Mildrið Jacobsen 3, Birita Wardum 3, Susan Brockie 1. Brotskøst: Stjørnan 7, Neistin 2 Útvísingar: Stjørnan 1, Neistin 5 Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum. Dømdu við myndugleika og góðari linju. Sáttligi, men avgjørdi stílurin var sannførandi. Stjørnan-Neistin 21-20 (10-11): Seinasta skotið bjargaði stigunum Talan var um ein sera spennandi dyst, tá Stjørnan í seinasta sekundinum av dystinum tryggjaði sær sigurin á Neistanum Mynd: SjH Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 3 3 - 0 - 0 443 265 178 18 2 Stjørnan 3 3 - 0 - 0 401 313 88 15 3 VB 4 3 - 1 - 0 377 380 -3 13 4 Neistin 4 1 - 1 - 2 344 312 32 11 5 Kyndil 3 0 - 0 - 3 338 396 -58 3 6 StÍF 3 1 - 0 - 2 269 351 -82 3 7 Sóljan 4 0 - 0 - 4 285 440 -155 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 4 4 - 0 - 0 470 386 84 19 2 Neistin 4 3 - 0 - 1 494 415 79 16 3 StÍF 3 2 - 0 - 1 415 402 13 10 4 Tjaldur 4 2 - 0 - 2 401 448 -47 8 5 H71 4 0 - 1 - 3 438 466 -28 7 6 Kyndil 3 1 - 1 - 1 342 395 -53 5 7 KÍF 4 0 - 0 - 4 415 463 -48 4 Stjørnan fer at kæra atburðin hjá neista- leikara eftir dystin sunnudagin Tað var um reppið, at álvarsligur skaði stóðst av, tá dysturin millum kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Neistanum var liðugt leiktur sunnudagin. Í mest sum berari fru- stratión um at Stjørnan hevði skorað sigursmálið í seinastu løtu, og harvið mest sum tryggaði sær silvurmerkini, ripaði ein av neistaleikarunum vatn- dunkin frá sær. Dunkurin rakti eina smágentu, sum stóð á vøllinum, men lukkutíð tók økslin fyri, soleiðis at álvarsligur skaði ikki stóðst av tilburðinum, tó at lítla gentan sjálvsagt var skelkað. Í Stjørnuni halda tey at- burðin hjá leikaranum vera undir alt lágmark, og fara tey tískil at kæra hetta til Hondbóltssam- bandið. Í Neistanum halda tey hinvegin ikki, at málið hevur so nógv upp á seg, sum klaksvíkingar vilja hava tað til. Fyrst og fremst siga tey, at áskoðararnir sum so einki hava at gera á vølli- num eftir dystin, og har- umframt var talan um eitt óhapp av heldur keðiliga slagnum. - Sjálvandi eigur slíkt ikki at henda, men talan var um frustratión, og bæði leikari og venjari fóru beint yvir at biðja gentuna um orsakað eftir tilburðin, verður sagt úr Neistanum, har tey annars harmast tilburðin. -jm Dunkurin rakti smágentu Máltindarnir Kvinnur: Asta Petrauskine Sóljan 135 (20) Simona Dziugyte Stjørnan 133 (38) Lotte Sørensen Kyndil 107 (47) Gabriella Fekete VB 104 (26) Ioana Rápa VÍF 97 (23) Regina Radó VB 86 (21) Joan M. Joensen Stjørnan 78 (2) Ileana Manulescu StÍF 76 (12) Katrin á Neystabø Neistin 76 (35) Annika Ljósstein Kyndil 75 (13) Anna K. Samson Stjørnan 66 (1) Andrijana Milodanovic Stjørnan 66 (9) Sóley Mikkelsen VÍF 64 (12) Birita Wardum Neistin 62 (10) Nicoleta Radu VÍF 58 (1) Menn: Bjarni Wardum H71 110 (27) Jacob Jónsson Neistin 106 (15) Heini Joensen Neistin 104 (32) Costin Dumitrescu StÍF 95 (28) Høgni Klein Kyndil 93 (7) Dragisa Stojovic Tjaldur 91 Ingi Olsen VÍF 91 (11) Finnur Hansson H71 89 (21) Halgir Dahl Olesen H71 87 (11) Sámal Joensen VÍF 86 (13) Durica Tomic KÍF 83 (22) Iljan Topic KÍF 82 Sverri Justinussen Tjaldur 78 (9) Artur Johansen StÍF 73 (5) Áki Olsen VÍF 71 (10) C M Y K 20 Rætti bilurin til mong endamál. Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri. 2.9 Dohc Turbo-Diesel 16 V, 126 HK, 5 hurðar CARNIVAL Sosialurin - 311820 Tel. 310 600 FLOGFRAKT SJÓFRAKT hurð til hurð Sosialurin - 311820 www.safari.fo SAFARI TRANSPORT Tel. 32 22 22