týsdagur 29. januar 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 19 - 29. januar 2002
Nr. 19 - 29. januar 2002
23
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Nøgdir við
evruna
Ein kanning í Finnlandi
vísir, at 69 prosent av
finska fólkinum eru
væl nøgd við felags
gjaldoyrað, sum kom í
nýtslu á nýggjárinum.
30 prosent siga, at tey
vildu heldur havt gamla
gjaldoyrað, markin.
Kanningin vísir eis-
ini, at serliga ungfólk,
tænastumenn,
sjálv-
støðug vinnurekandi og
fólk í leiðandi starvi
eru fegin um nýggja
gjaldoyrað,
meðan
nógv av teimum eldru
halda lítið um broyt-
ingina. Eisini sæst, at
evran er betur umtókt
millum fólkið har suð-
uri í Finnlandi enn
norðanfyri.
Stuðul
gevur
meira
Í Noregi halda olju-
feløgini, tryggingarfe-
løgini og tøknifyritøk-
urnar, at tað almenna
letur ov lítlan stuðul til
gransking innan olju-
vinnuna.
Í fjør rindaði norski
ríkiskassin 200 milli-
ónir krónur í stuðuli til
gransking, samstundis
sum oljufeløgini og
tøknifyritøkurnar nýttu
2,7 milliardir krónur til
oljugransking.
Knut Aanestad í fe-
lagnum hjá tøknifyri-
tøkunum sigur, at størri
almennur stuðul kann
tryggja, at minni olja
verður liggjandi eftir í
boriholunum,
og
tí
heldur hann tað vera
umráðandi, at tað al-
menna letur meiri.
Oljufeløgini siga, at
verður størri dentur
lagdur á kanningar og
gransking, kann hetta
geva einar 450 milli-
ardir krónur í eyka inn-
tøkum.
- Vit ætla ikki, at tað
almenna skal átaka sær
okkara útreiðslur, men
vit halda, at eitt javnari
býti hevði verið hósk-
andi, sigur Knut Aane-
stad.
Úr Norðurlondum:
Vanda-
mikil
farleið
Í Danmark sýtir sjó-
verjan fyri at góðtaka ta
trygdarskipanina, sum
skal tryggja, at skip og
bátar ikki sigla á stabb-
arnar undir brúnni um
Stórabelti.
Skipanin varð tikin í
nýtslu fyri fýra árum
síðani, hóast hvørki
sjóverjan ella verju-
leiðslan vildu góðtaka
hana, men kortini er
einki hent. Í gjár visti
blaðið Fyens Stiftstid-
ende at siga, at tá eitt
skip herfyri kom at
standa á einari grynnu
har norðuri í sundinum,
fekk
sjóverjan
ikki
ávarað skiparan um, at
hann var farin av leið, tí
trygdarskipanin mistók
hetta skipið fyri at vera
eitt annað skip, sum var
á beinari leið.
Hóast skipanin nú er
fýra ára gomul, er mál-
ið framvegis í ferðslu-
málaráðnum og verju-
málaráðnum, ið sum
vera man harmast um,
at tað ikki er loyst enn.
Eiga ikki
at giftast
Karita
Bekkemellem
Orkheim, sum er stór-
tingslimur hjá norska
Arbeiðaraflokkinum,
hevur nú skotið upp, at
systkinabørn skulu ikki
hava loyvi at giftast.
Endamálið við upp-
skotinum er at forða
teimum nógvu systk-
inabarnagiftunum mill-
um innflytararar.
- Eg dugi at síggja, at
myndugleikarnir noyð-
ast at taka stig, sum
kunnu
tykjast
víð-
gongd, sigur stórtings-
kvinnan.
Frammanundan hev-
ur formaðurin í Fram-
burðsflokkinum, Carl I.
Hagen, skotið upp at
avmarka tey skipaðu
giftarmálini, sum eru
vanlig millum innflyt-
ararnar, har genturnar
verða noyddar at giftast
við monnum, sum for-
eldrini finna.
Fleiri amerikansk
bløð hava fingið
myndir við telduposti
av tí burturflutta
Daniel Pearl
AFGHANISTAN-
KREPPAN
Árni Joensen
Á einari av myndunum,
sum amerikansku bløðini
hava fingið í teldupostinum
sæst, at onkur heldur einari
skammbyrsu ímóti høvdin-
um á tíðindamanninum.
Tann, sum hevði sent teldu-
postin, nevndi seg "kid-
napperguy".
Felagsskapurin,
sum
hevur burturflutt Daniel
Pearl, nevnir seg Tjóðskap-
arliga fylkingin til endur-
reisn av frælsi Pakistans.
Sambært
amerikansku
fjølmiðlunum krevur fe-
lagsskapurin, at fangarnir á
Guantanamo-herflotastøð-
ini fáa góða viðferð, og
felagsskapurin hevur boðað
frá, at tann burturflutti tíð-
indamaðurin
fær
somu
viðferð sum fangarnir á
Kuba.
Eitt annað krav hjá burt-
urflytarunum er, at fang-
arnir á Kuba sleppa at tosa
við sakførarar og skyldfólk,
og harafturat krevur fe-
lagsskapurin, at USA skal
lata Pakistan tey jagara-
flogførini, sum Pakistan
fekk tilsøgn um í áttati-
árunum, men sum landið
ongantíð hevur fingið.
Daniel Pearl arbeiðir hjá
amerikanska blaðnum Wall
Street Journal. Hann var í
býnum Karashi, tá hann
brádliga hvarv seinasta
mikudag. Burturflytararnir
vilja vera við, at hann kom
til Pakistan sum njósnari
hjá fregnartænastuni CIA,
men hetta hava bæði blað-
leiðslan og amerikanska
stjórnin avsannað.
Talsmaðurin hjá stjórnini
í Washington segði í gjár, at
Daniel Pearl hevur einki
samband við amerikanskar
myndugleikar.
Pakistanskir
myndug-
leikar halda, at tað er ein
felagsskapur við tilknýti til
al-Qaeda, sum hevur burt-
urflutt amerikanska tíð-
indamannin.
Danir, sum fara eina
ferð við ferjunum í
Eystrasalti, smugla
brennivín og
sigarettir sum
ongantíð fyrr
DANMARK
Árni Joensen
Hagtølini hjá tollverkinum
vísa, at í fjør løgdu tollar-
arnir á Sælandi hald á
67.000 fløskur av brenni-
víni. Hetta var 30.000 meiri
enn árið fyri. Tað sama er
við sigarettunum, og í fjør
løgdu tollararnir í Rødby
hald á heilar 650.000
sigaretttir.
- Fólk halda, at tollarar-
nir hvurvu, tá passeftirlitið
varð tikið av, og tað er
hugvekjandi, at vit hava
lagt hald á nógv meiri
brennivín og nógv fleiri
sigarettir, sjálvt um vit ikki
hava fleiri tollarar, og sjálvt
um vit ikki kanna fleiri
ferðafólk enn fyrr, sigur ein
talsmaður hjá tollverkinum
á Sælandi.
Hann leggur afturat, at
fyrr plagdu fólk at hava
tvær ella tríggjar fløskur av
brennivíni við sær, tá tey
komu í land, men í dag er
vanligt, at fólk royna at
smugla einar tíggju fløskur.
Umframt tað hava tey fleiri
kartengur av sigarettum við
sær.
Sambært
tollverkinum
royna donsku ferðafólkini
at fáa nakrar eyka sigarettir
við sær í land, meðan tað
serliga eru sviar, sum royna
at smugla brennivín.
Reiðaríið
Scandlines,
sum eigur ferjurnar, eru
sera fegið um ta nógv øktu
søluna umborð. Men ikki
allir danskir politikarar eru
líka fegnir um, at tað al-
menna reiðaríið reypar um
ta góðu søluna, samstundis
sum smuglingin gerst ein
størri og størri trupulleiki.
Formaðurin í Fólkatingsins
skattanevnd, Jens Peter
Vernersen, heldur tað vera
bæði harmiligt og skammi-
ligt, at reiðaríið skal reypa
um gongdina.
Danir smugla sum ongantíð fyrr
Amerikanskur tíðinda-maður
burturfluttur í Pakistan
Amerikanski tíðindamaðurin
Daniel Pearl, sum situr fangi
hjá burturflytarum í
Pakistan
Mynd: Reuters
Fulltrúar/løgfrøðingar
Løgmansskrivstovan søkir við hesum eftirfulltrúum/løgfrøðingum.
Uppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroytt løgfrøðiligt arbeiði so sum gerð av
løgfrøðiligum responsa, eftirkanning av lógaruppskotum hjá miðfyrisitingini
og aðrar løgfrøðiligar uppgávur, eitt nú menning og samskipan av lóggávu-
arbeiðinum í miðfyrisitingini, og løgfrøðiligar arbeiðsuppgávur, ið standast av
málinum um ríkisrættarligu støðu Føroya.
Faklig førleikakrøv
Sett verður sum krav, at umsøkjarar hava løgfrøðiligt embætisprógv.Tó kunnu
eisini tey søkja, ið væntandi verða liðug við slíka útbúgving komandi summar.
Persónlig førleikakrøv og royndir
Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða
sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar við atliti til, at
roknast kann við stórum broytingum á økinum næstu árini. Umsøkjarar skulu
harumframt hava góðan kunnleika til føroyskt mál.
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Búskapar-
og løgfrøðingafelag Føroya. Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna við
tilhoyrandi stovnum og aðalstýrini.
Vit kunnu bjóða
Talan er um eitt fakliga krevjandi starv við nógvum avbjóðingum og við sera
góðum møguleikum fyri eftirútbúgving.
Nærri upplýsingar um starvið
Møguligir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Rúna Joensen,
deildarstjóra, tlf. 351010, fyri at frætta meira um starvið.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skulu sendast
Løgmansskrivstovuni
Postsmogu 64
110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera á Løgmansskrivstovuni í seinasta lagi 12. februar 2002 kl.
16.00. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Løgmansskrivstovan er fyrisiting hjá løgmanni og varaløgmanni. Løgmansskrivstovan er skipað í
tríggjar deildir og tvær tænastueindir og hevur í høvuðsheitum tvørvegis og samskipandi
uppgávur,eitt nú landstýrisfundir,uttanlandsmál,umboðan,starvsfólkapolitikk,fyrisiting,nýskipan
og sjálvstýrismál.
LØGMANSSKRIVSTOVAN
Tlf. 31 26 25
DRYKKIR
at taka við út úr húsinum
livandi tónleikur
GÓÐIR
BRÚKTIR
BILAR
Bilarnir finnast eisini á:
www.nissan.fo
v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
Nissan Almera 2,0 Diesel GX
gráur, 4 hurðar,
árg. 1997, 151.000 km.
94.000
Nissan Primera 1,6 LX
grønur, 4 hurðar,
árg. 1995, 71.000 km.
75.000
Nissan Patrol 2,8TD,
Elegance, Van
hvítur, 5 hurðar, árg. 1999.
228.000
Peugeot 405 GR 1,9 Diesel St. car
vínreyður, 5 hurðar,
árg. 1995, 124.000 km.
79.000
Peugeot 406 ST 2,0
gráur, 4 hurðar,
árg. 1996, 137.000 km.
118.000
Ford Escort 1,3
reyður, 3 hurðar,
árg. 1993.
30.000
Ford Escort 1,8 Diesel
gráur, 3 hurðar,
árg. 1991.
30.000
Peugeot 206 XR 1,9 Diesel
bláur, 5 hurðar,
árg. 1999, 80.000 km.
119.000
Opel Astra 1,8 Club Wagon
grønur, 5 hurðar,
árg. 1995, 104.000 km.
70.000
Opel Astra 1,4
bláur, 3 hurðar,
árg. 1997, 97.000 km.
70.000
Opel Ascona 1,6
gráur, 5 hurðar,
árg. 1988.
15.000
Opel Astra 1,7TD Wagon
grønur, 5 hurðar,
árg. 1995, 99.000 km.
65.000
Opel Corsa 1,4
bláur, 3 hurðar,
árg. 1995.
60.000
Mazda 323 F 1,6i GLX
vínreyður, 5 hurðar,
árg. 1996, 116.000 km.
77.000
Citroen Xsara 1,8 Coupe
gulur, 2 hurðar,
árg. 1998, 51.000 km.
87.600
VW Golf 1,6 Diesel
gráur, 3 hurðar,
árg. 1990, 135.000 km.
25.000
Toyota Carina E 2,0 TD
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1997, 243.000 km.
110.000
Toyota Carina E 1,6
brúnur, 4 hurðar,
árg. 1993, 122.000 km.
61.000
C
M
Y
K
23
22