týsdagur 29. januar 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 19 - 29. januar 2002
Nr. 19 - 29. januar 2002
25
Skrivstovulærlingur
Søkt verður eftir skrivstovulærlingi við HH ella
líknandi prógvi at byrja beinavegin.
Skrivlig umsókn.
P/f Meinhardt Arge
Box 3171
110 Tórshavn
tlf 32 81 96
fax 32 81 98
BÓKHALDSSTOVAN
hjá Regin Klargaard
FO-176 Velbastaður
MvG uppgerð - roknskap v.m.
Í samband við upprudding á goymsluni
selja vit hesi H-vindeygu fyri serprísir:
2 stk. 120x160
2 stk. 140x150
1 stk. 60x70 (fø
fø
f st ramma)
1 stk. 110x150
1 stk. 110x120
1 stk. 100x120
1 stk. 120x160 (v/tvørsprossum)
1 stk. 150x210 (rú
í við
øttum sprossum og ráglasi)
Vestmanna Timburhandil
Telefon 472000
Pedagogur
Søkt verður eftir pedagogi til at arbeiða við døgn-
umlætting av børnum við autismu at byrja 1. mars
ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðstíðin er í miðal 30 tímar um vikuna.
Eitt sera spennandi starv, við nógvum møguleikum
til at mennast fakliga. Eitt nú við, skeiðvirksemið,
supervisión av praktiska arbeiðinum og faklig veg-
leiðing.
Arbeiði er dag-, kvøld-, nátt-, og vikuskiftisvaktir.
Av tí at hetta er ein nýggj verkætlan krevst, at um-
søkjarin dugir at taka ábyrgd og kann tilrættaleggja
arbeiði sjálvstøðugt. Stórur dentur verður lagdur á
at samstarva við foreldur, fakligar vegleiðarar og
leiðslu.
Løn og setunarviðurskifti sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið.
Nærri upplýsingar fáast við at ringja á tlf. 457185
ella 217185 og tosa við Hildu Viderø.
Umsókn við avritum av prógvi og møguligum við-
mælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 14.
februar 2002.
Umlættingarheimið Dáin
Mýruvegur 11
700 Klaksvík
ða brúktir
bæði privat og á virkjum,
fjósum o.a.
ALTI 2100 til rúm
støddir uml. 50-80 m
2
ALTI 2138 til miðal stór
rúm uml. 100-150 m
2
ALTI 2214 til rúm
støddir uml. 200 m
2
kr.1.895,-
kr. 2.095,-
kr. 2.995,-
SPF. ALTING
tlf. 210 298
fax 318 591
Vit senda um alt landið
Pedagogar
til frítíðaransingina í
Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar kommuna loyvir sær hervið at søkja
eftir 2 pedagogum til frítíðaransingina í Fuglafjarð-
ar kommunu.
Størvini, sum eru normerað til 35 tíma viku, verða
sett frá 15. februar 2002 at rokna.
Um eingin pedagogur søkir størvini verða hjálpar-
fólk sett tíðaravmarkað.
Lønin verður ásett sambært sáttmála millum Før-
oya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara-
felagið.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at
venda sær til Bartal Eliasen, leiðara á tlf. 227385.
Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum
skal verða Fuglafjarðar kommunu, Postsmoga 30,
530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
8. februar 2002 kl. 15.00.
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum inn-
komnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjørður, tann 23. januar 2002
Fuglafjarðar kommuna
Handilsmiðdepilin
í Runavíkar Kommunu
Handilsmiðdepilin í
Runavík søkir samskipara
Søkt verður eftir fólki til Handilsmiðdepilin í
Runavík. Starvið er eitt hálvdags starv og verður
sett skjótast gjørligt.
Starvið
Tann, sum settur verður, kemur í høvuðsheitum at
marknaðarføra Handilsmiðdepilin, sum er eitt
samtak av 33 handlum í kommununi. Arbeiðið er
sera sjálvstøðugt,men persónurin kemur tó at hava
tætt samstarv við Kunningarstovuni í Saltangará.
Arbeiðið fevnir um ymiskar uppgávur so sum:
• Marknaðarføring av Handilsmiðdeplinum
• Leggja ætlanir fyri árið, mánaðir osfr.
• Víðka um Handilsmiðdepilin,fáa fleiri handlar við
• Fyriskipan av tiltøkum og skeiðum
• Samstarv við handlarnar
Førleikakrøv
Útbúgving ella royndir innan marknaðarføring og
grafiskt arbeiði er ein fyrimunur. Eisini verður
dentur lagdur á, at viðkomandi hevur:
• áræði
• góð samstarvsevni
• gott hugflog
• evni til at arbeiða sjálvstøðugt & fleksibult
• EDV kunnleika á brúkarastøði
Løn sambært avtalu.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Eysturoyar Kunningarstovu,tlf.449449
Skrivlig umsókn við avriti av møguligum prógvum
og viðmælum skal sendast til Handilsmiðdepilin
innan 20. februar.
Handilsmiðdepilin
Boks 200
600 Saltangará
tlf. 449449
Starvsfólk til
Útibarnagarð
Til Útibarnagarðin í Runavíkar kommunu, verður
søkt eftir 1 pedagogi og 2 hjálparfólkum at byrja 1.
mars 2002 ella eftir nærri avtalu.
Útibarnagarðurin fer at halda til í skúlanum í
Lamba, sum verður útbygdur til endamálið, men til
útbyggingin í Lamba er liðug, verður hildið til í
Missiónshúsinum í Æðuvík.
Á stovninum verða 25 børn í aldrinum 5-7 ár.
Vit ynskja
• at tú dámar væl at vera úti í náttúruni
• ert kreativ/ur
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og
tryggan dag saman við børnunum
• ert við til at menna tað pedagogiska arbeiði
• hevur góð samstarvsevnir
Løn smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Skrivlig umsókn, saman við upplýsingum um út-
búgving, royndir og møguligum viðmælum skulu
verða kommununi í hendi í seinasta lagi
08.02.2002.
Runavíkar Kommuna
Heiðavegur
600 Saltangará
Sethús til sølu
Um hóskandi boð fæst, eru hesi sethúsini á Kambs-
dali til sølu.
Stødd: 170 m2 umframt bilhús uppá 34 m2.
Húsini eru bygd í 1989 og eru í sera góðum standi.
Tlf. 444796 ella 214796
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Peugeot 306 2.0 HDI, grá-bláur, 5 hurðar
Árg.: 2000
KM.: 21.000
Eyka útstýr: El-rútar framman, el-spegl, sentral-
lás.
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Stendur hjá Tryggingarfelag Føroya í Runavík.
Bjartur Brekkstein, sýnsmaður
t-postur: bjb@trygging.fo
Tlf. 448190 ella 345771
at hitta millum 0830–1400
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
C
M
Y
K
25
24