Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115 18 Sosialurin Oyggjablaðið Uni Holm Johannesen – Vit skulu syrgja fyri ikki at hvíla í okkara úrslitum. Tað er umráðandi, at kommunan áhaldandi hugsar nýtt, sigur Gunvá við Keldu, meðan hon varisliga tekur um hvíta kaffi­ koppin. Á sínari skrivstovu í bý ráðs­ húsinum í Klaksvík situr borg ar­ stjórin. Frá vindeyganum hevur hon frítt útsýnið yvir fiskibýin, sum hevur staðið í stað seinastu árini. Men kommunan er farin undir drúgvu tøkini at venda skútuni. Og ein týdningarmikil liður í roynd ini er Summarfestivalurin, sum vænt­ andi fer at hýsa gott og væl 10.000 festivalgestum um viku skift ið. Summarfestivalurin hevur verið í støðugari menning, síðan hann fór av bakkastokki í 2004. Men borg arstjórin slær fast, at tað skal framhaldandi verða áhugavert at vitja á festivalinum í Klaksvík. – Tað sigur seg sjálvt, at fólk vilja ikki gjalda fleiri hundrað krónur fyri somu upplivingar í fleiri ár. Tí er uppgávan at endurnýggja til­ takið fyri hvørt ár, uttan at spæla av við upprunaligu ætlanina við festivalinum. Og tað hevur hilnast væl higartil, sigur Gunvá við Keldu. Lítla ávirkan Borgarstjórin í Klaksvík fjalir á ong an hátt gleðina, at festivalurin verður lagdur til rættis, uttan stór­ vegis hjálp frá kommuni. Fyrireikararnir av festivalinum eru íverksetarar, sum hava sam­ skipanina undir hond. Uppgávan hjá kommununi er at veita stuðul við at rudda upp og annað. Gunvá við Keldu frøist, tí Summ­ arfestivalurin gevur fólki íblástur, umframt at býurin fær nógva um­ røðu. – Vit royna at lofta hendingini og hava ymisk tiltøk uttan fyri festivaløkið. Finalan um Løg­ mans steypið verður eisini spæld í Klaksvík í ár, og tað gleða vit okk um til. Fyri kommununa eru festi valdagarnir ein upplagdur møguleiki at gera vart við seg, sigur borgarstjórin í Klaksvík. Millum tiltøkini eru lista fram­ sýningar og fótbóltsland. Mist eina rúgvu Tað eru dømi um, at havnarmenn rýma undan ólavsøkuni, og gøtufólk renna undan G!­festivalinum, við­ hvørt, tí tey vilja hava frið. Klaksvíkingar eru ikki troyttir av Summarfestivalinum, sambært Gunvá við Keldu. Festivalurin er í miðbýnum, har eingi sethús eru, og tí verða íbúgv­ ararnir ikki ávirkaðir stórvegis av larmi. Borgarstjórin leggur eisini klaks­ víkingum eina við, at kommunan fær ikki verði Summarfestivalinum fyriuttan. – Festivalurin dregur eina rúgvu av fólki til býin, sum ongantíð høvdu vitjað her annars, staðfestir Gunvá við Keldu, borgarstjóri. uni@sosialurin.fo Vit hvíla ikki í úrslitunum Gunvá við Keldu er borgarstjóri í Klaksvík. Hon sigur, at Summarfestivalurin er ein upplagdur møguleiki hjá komm­ un uni at gera vart við seg vitjanir – Festivalurin dregur eina rúgvu av fólki til býin, sum ongantíð høvdu vitjað her annars, staðfestir Gunvá við Keldu, borgarstjóri Mynd: Jens Kristian Vang Gunvá við Keldu saman við borgarstjóranum í Kópavági, sum er vinarbýur Klaksvíkar Mynd: Jens Kristian Vang