Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115 Sosialurin Oyggjablaðið Vøllurin skal skiftast – Um finalan skal avgreiðast í Klaksvík aftur komandi ár, so vóni eg, at gras líkið verður skift, sigur Eyðun Thor geirsson, formaður í fjeppara felagnum Bláa Bylgjan Eyðun Thorgeirsson og onnur fót bóltsáhugaði í Klaksvík gleða seg til finaluna um Løg mans steypið. Eyðun er formaður í Bláu Bylgjuni, sum er fjepp ara felagið hjá KÍ. Hann er fastur fúsur til dystirnar hjá klaksvíkingum. Men skal finalan av greið ast í Djúpumýru í framtíðini, skal verandi graslíkið á vøll in um skiftast út. Tað er ikki tíðar hóskandi, sambært hon um. – Men tað er hóskandi, at finalan er í Klaksvík. Eg havi varhugan av, at leikarar, venjarar og viðhaldsfólk elska at verða til dystir her. Tað er hóskandi at spæla á Summarfestivalinum, tí ein rúgva av fólki eru saman júst tá. Klaksvíkingar hava eisini stóran áhuga í fótbólti, og tí bendir nógv á, at tað verður ein mælsk viðhaldsfjøld til dystin, sigur Eyðun Thor­ geirsson. Tríggir klaksvíkingar skulu spæla finalu í Klaks vík. Jákup Mikkelsen og Rógvi Jacobsen umboða ÍF, og Kristoffur Jakob sen er knýttur at hópinum hjá EB/Streymi. Klaksvíkingar ætla sær ikki at stuðla einstøkum leik arum fríggjakvøldið. – Tað er einki nýtt, at klaks víkingar spæla við øðrum liðum. Vit hugsa ikki stórvegis um tað. Eg ætli mær ikki at stuðla ávísum liðum ella spælarum, sigur Eyðun Thorgeirsson. Hann leggur afturat, at Bláa Bylgjan fer helst at gera okkurt burturúr dystinum. Uni Holm Johannesen Pallurin verður hin sami sum fleiri ferðir áður. Hann er vaksin upp í hesum umhvørvinum, sum var hansara annað barndómsheim. Alt er soleiðis, sum tað hevur verið. Einki er øðrvísi. Og tó. Klaksvíkingurin Jákup Mikkel­ sen skal fríggjadagin verja málið hjá fugl firðing ­ um á grund vøll in um, sum hevur lagt lunnar undir hansara yrkisleið. Uppgávan verður ikki at stríðast við klaks víkingar, men at vinna steypafinaluna móti EB/Streymi á fótbóltsvøllinum í Klaksvík. Hann hevur ongar trupulleikar við at umboða fuglfirðingar í steypa finaluni í heimbýnum. – Tað er ein serstøk kensla, at eg fyrireiki meg til steypafinaluna, sum skal avgreiðast á mínum heima vølli. Eg gleði meg sjálvsagt til avbjóðingina, sigur fyrrverandi landsliðsmálverjin. Hann metir ikki, at tað verður ein fyrimunur fyri hann at spæla í Klaksvík. Klaksvík er væl egnað Ætlanin var upprunaliga, at steypa­ finalan skuldi spælast á ovari vølli í Gundadali. Tórshavnar kommuna og Fótbóltssambandið samráddust í nakrar vikur, men tað eydnaðist ikki at finna eina semju. Klaksvíkar Kommuna vendi sær fyrr í ár til FSF við tilboði um, at klaksvíkingar eru til reiðar at hýsa dystinum. Fyri gott og væl tveimum mánaðum síðan varð avgerðin tikin, at finalan um Løgmanssteypið skal spælast í Klaksvík. Jákup Mikkelsen er býráðslimur í Klaksvík. Hann er ikki við í fyri­ reikingunum til dystin, men mál ­ verj in vísir hin vegin á, at finalan loksins verður spæld aðra staðni enn í høvuðs staðnum. – Umstøðurnar í Klaksvík eru framúr. Tað ítróttarliga skal rað­ festast hægst. Tað er ikki rætt, at finalan verður altíð spæld í Havn, hóast høvuðsstaðarfeløgini eru í finaluni. Klaksvíkingar fáa seg nú royndar, og eg eri vísur í, at tað fer at rigga væl. Tað er ein greiður fyrimunur. Klaksvík verður við hesum ein annar upplagdur møgu­ leiki, sigur Jákup Mikkelsen. Hann leggur afturat, at undirlagið á vøllinum er ikki nøktandi. Tað er gamalt og slitið. Ætlanin er at skifta graslíkið í komandi ári, sambært býráðsliminum. Seinasta steypafinalan Jákup Mikkelsen verður 40 ára gam­ al hin 14. august í ár. Hann gavst sum landsliðsleikari í fjør, men klaksvíkingurin hevur valt at halda fram á hægsta stigi í Føroyum. Hann var ikki sinnaður at spæla í næstbestudeildini, og tí skifti hann úr KÍ til ÍF undan kappingarbyrjan í ár. Fyrrverandi landsliðs­ mál verjin hevur vunnið tríggjar steypafinalur í føroyskum fót bólti. Í 1990 og 1994 við barn dómsfelagnum KÍ, og í 2006 við B36. Jákup Mikkelsen verður ikki fótbóltsmálverji í fleiri ár afturat. Tí er møguligt, at steypafinalan í Klaksvík verður hansara seinasta sum málverji. – Eg vænti ikki, at eg fari at spæla fleiri steypafinalur. Tí vóni eg, at eg kann vinna mína seinastu steypafinalu, har alt byrjaði. Á vøllinum í Klaksvík, sigur hann. uni@sosialurin.fo Eg spæli á heima­ vølli Jákup Mikkelsen sigur greitt, at hann spælir steypafinalu á sínum heimavølli fríggjadagin. Tað verður helst hansara seinasta finala sum fótbóltsmálverji, og tí vil hann fegin vinna gull á vøllinum, har alt byrjaði. Á vøllinum í Klaksvík Finalan – Tað er ein serstøk kensla, at eg fyrireiki meg til steypafinaluna, sum skal avgreiðast á mínum heimavølli.