Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115 20 Sosialurin Oyggjablaðið Dagfinn Olsen At fáa orð á Erik Biskopstø er ikki sum at siga tað, nú vit eru komin so tætt at Summar Festivalinum 2010. Hann er ein av oddamonnunum, og sum ein av høvuðsfyrireikarunum hevur hann úr at gera. Ringjast má fleiri ferðir, tí bundið er at kalla alla tíðina, tá ein ringir til Erik Biskopstø í hesum døgum. Alt í einum – Jú, nógv er at gera og at taka sær av. Men tað gongur væl, metti Erik Biskopstø, tá vit fingu orð á hann í telefonini mánadagin. – Eg havi verið í samband við Kunningarstovuna, og bara í dag hava 50 bátar teknað seg. Sostatt eru eini 80 í alt higartil, so tey góðu bátaplássini eru nokk um at vera farin, men enn ber til at út­ vega pláss. Men umframt eru eini 120 campingvognar. Tað er nokk­ so stuttligt, at vit við Summar Festivalinum megna at hava alt í einum, bæði ein báta­, camping­ og ein tónleikafestival, sigur Erik Biskopstø. Eisini fyri tilkomin Hann metir, at fyrireikararnir við Summar Festivalinum hava eitt gott konsept. – Vit royna at halda uppá tað, men alt kann sjálvandi broytast. M.a. verður Ósáskúlin eitt til halds stað fyri tilkomin í ár, har til ber at fáa ein kaffimunn og ein bita, um framt at livandi tónleikur verður við Nicolinu av Kamarinum, Niels Midjord, Robert McBirnie og Jens Eli Ellefsen. Harafturat er Fót bólts skúlin við Toda Jónsson eisini komin afturat skránni, sigur Erik Biskopstø. Hann heldur, at festivalurin mennist, og hann fegnast um, at fólk er sera jalig, tá tað ræður um festivalin. Jalig fólk Spurdur, hvussu tað er at skipa fyri einum festivali, sum setir næst størsta bý í landinum á annan end­ an, sigur Erik: – Fólk eru jalig og tolin.Tey flestu eru sera glað. Eftir festivalin í fjør ringdi ein 80 ára gomul kona til mín, og eg væntaði at hon fór at skelda. Men hon segði mær, at tað hevði verið so hugnaligt, og at hon hevði havt so nógvar gestir á vitjan. Eg haldi her eru fleiri fyrimunir, enn vansar við Summar Festivalinum. – Sum heild er alt jaligt við til­ takinum, og karmarnir eru eisini sera góðir, við tað, at vit eru mitt í býnum. Alt er her, og stutt er til alt. Her eru nógv WC ymsastaðni, og løgregla og sjúkrahús eru beint við, so trygdin er góð. Og hinvegin hevur Summar Festivalurin eis­ ini sett gongd á ymiskt, t.d. er bø­ urin drenaður og ymiskt verður fríðkað og hildið viðlíka. Hetta er 7. festivalurin, og stórt sæð eru tað somu fólk, sum eru í gongd, og tað er eisini ein fyrimunur, sigur Erik Biskopstø. Góð skrá – Vit meta okkum at hava eina rímuliga góða skrá. Nakrir steinar eru størru enn aðrir, soleiðis er tað nú einaferð. Men at hava fingið eitt navn sum Westlife hendavegin er stórt fyri okkum. Men tað krev­ ur eisini nógv, tí teir koma við tónleikarum, og tøkniligu krøvini eru stór. Umframt, at teir eru vanir at ferðast, og at hava tað gott, so eisini har eru stór krøv. Westlife er kanska til tey um 25 til 35 ára aldur. So hava vit tað meira fólksliga Shu Bi Dua, sum óivað er til tey meira Summar FeStivalur 2010 Erik Biskopstø er ein av fyri reik­ ar unum av Summar Festivalinum. Hjá honum er vikan undan festi valinum ein strævin, men áhugaverd tíð. Sjálvur velur hann at kalla hetta stutt­tíðar strongd, sum er mennandi, og hann gleðir seg at bjóða fólki vælkomnum á 7. Summar Festivalin Telefonin ringir alla Tíðina Tað er nokk so stuttligt, at vit við Summar Festi valinum megna at hava alt í einum, bæði ein báta-, camp ing- og ein tónleika festival