mikudagur 4. august 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115
Sosialurin
Oyggjablaðið
tilkomnu, meðan t.d. The Dreams er
nakað, sum tey ungu gleða seg til,
sigur Erik Biskopstø.
– Vit hava eisini sera nógvar
før oyskar bólkar. T.d. er stuttligt,
at ungi bólkurin Grandma´s Base
ment sleppur at hita upp fyri West
life. Nógvir av teimum annars sera
ymisku føroysku bólkunum eru
eisini fløguaktuellir, fegnast Erik
Biskopstø um.
Mennandi strongd
– Hetta er endaspurturin, og fyri
reikingarnar eru í hæddini. Tele
fonin ringir nonstop. Hetta er
kanska tað, ið sálarfrøðingar kalla
stutttíðar strongd, sum er menn
andi, sigur ein væl upplagdur Erik
Biskopstø læandi, meðan hann
leggur afturat, at ein skal óivað vera
gjørdur úr serligum tilfari, fyri at
tíma hetta ár eftir ár.
– Men at fólk eru glað fyri tiltakið
er gevandi. Fólk fegnast, bæði fólk í
Klaksvík, og tey vitjandi. Og so er
hetta eisini eitt slag av endaspurti
av summarfrítíðini, sigur Erik
Biskopstø.
Um talið av vitjandi á einum van
ligum Summar Festivali sigur Erik,
at tað er eitt sindur torført at siga
neyvt, tí har eru børn, hjálparfólk
og onnur við. Men hann metir, at tá
mest hevur verið á festivaløkinum,
hevur talið táttað í 8000 fólk. Og tað
sær út til, at talið verður høgt í ár
eisini, tí forsølan hevur gingið væl,
og áhugin er stórur.
Veðrið
Spurdur, um teir sum fyrireikarar
ikki skeita eitt sindur í veðurkort og
forsøgnir, sigur Erik Biskopstø, at
ein kann velja at hava eitt tiltak eitt
ávíst vikuskifti, ella lata vera við at
fyrireika nakað. Men hinvegin, so
viðgongur hann, at eitt sindur hevur
verið hugt eftir forsøgnum. Men av
royndum vita fyrireik ar arnir, hvat
kann henda, so alt er væl fest, og
trygdin er í hásæti og trygd arætlanin
er long og væl gingin ígjøgnum.
– Tað sær sum heild gott út, og
vit vóna tað besta. Og at fólk eru so
jalig ger, at ein orkar at halda á at
fyrireika, sigur Erik Biskopstø, ið
gleðir seg til 7. Summar Festivalin
í røðini, og at kunna bjóða fólki á
Summar Festival 2010.
dagfinn@sosialurin.fo
alt í einum
– Tað er nokkso stuttligt, at vit við
Summar Festivalinum megna at
hava alt í einum, bæði ein báta-,
camping- og ein tónleikafestival,
sigur Erik Biskopstø, ið gleðir
seg at bjóða fólki vælkomnum á
7. Summar Festivalin í røðini.
Mynd: Jens Kristian Vang
Hetta er endaspurturin, og fyri reikingarnar
eru í hæddini. Tele fonin ringir non-stop. Hetta
er kanska tað, ið sálarfrøðingar kalla stutt-
tíðar strongd, sum er menn andi