Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115 22 Sosialurin Oyggjablaðið Drukkin sle Uni Holm Johannesen Myndir: Jens Kristian Vang Reglugerðin vísir tað greitt og ein falt. – Tað er strangliga bannað at vera ávirk­ aður av rúsevni í svimji høllini, stendur við stórum og svørt um bókstavum. Svimjihøllin í Klaksvík hevur van liga eina rúgvu av gestum, með an Summar festi­ valurin er. Torkil Mørkøre rekur svimji høll ina. Hann vísir á, at gestirnir skikka sær vanliga væl, hóast tey hava drukkið. Men tað er eitt greitt mark, hvat starvsfólkini meta er sømiligt og ikki. Starvsfólkið snakkar við gest irnar, áðr­ enn tey fara í skift ingar klivan og meta síðan, um einstaki gesturin er førur fyri at svimja. – Spurningurin er, hvar markið er. Vit vilja ikki vera ótespilig og øsa fólk. Vit seta ein ellar tveir spurningar um teirra dagar á festivalinum, og síðan gera vit av, um tey fáa atgongd, sigur Torkil Mørkøre. Svimjihøllin syrgir fyri, at tað eru tryggir karmar, meðan Summ arfestivalurin er. Tí eru fleiri starvs fólk til arbeiðis, enn vanligt er. Onkrar hendingar Tað eru einstakar hendingar, har starvs­ fólkini hava verið noydd at tveitt ávirkaðar gestir út. Annars hevur riggað væl í svimji høllini. Torkil Mørkøre staðfestir, at tað er larmur í høllini hesar dagarnar. Gestirnir seta sín greiða dám á við sangi og ýli. – Tað vísir seg, at tilkomin fólk halda seg burtur hesar dagarnar. Tað er torført at verja seg fyri larm inum. Hinvegin, so frøir tað okkum, at gestirnir hugna sær, greiðir Torkil Mørkøre frá. Tað er serliga skreiðibreytin í høllini, sum er væl umtókt. Tað er skjótt, at tað gongur ov hart fyri seg á breytini. Tá fáa gestirnir eina friðarliga átalu, og so er knúturin loystur. Stórar ætlarnir Torkil Mørkøre leggur afturat, at svimjihøllin ætlar at hava meira forkunnug tilboð til festi val gest ir nar um nøkur ár. Ætlanin er at leggja ymiskt aft urat baði­ landinum, og kanska verða ymsar útbygg­ ingar framdar. Hann dugir ikki reiðiliga at siga júst nú, hvussu tað fer at síggja út. Men svimjihøllin vil í øllum førum hava serlig tilboð til gestirnar í framtíðini. Festivalgestir fara vanliga í svimjihøllina at vaska sær. Men um tú er ov drukkin, so fært tú ikki atgongd