mikudagur 4. august 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115
24
Sosialurin
Oyggjablaðið
Martin
Joensen
Hanus G.
JoHansen
Høvuðsnavnið man uttan iva vera írski poppbólkurin Westlife. Seinastu 10
árini er Westlife tann tónleikabólkurin í heiminum, sum hevur selt flestar
fløgur. 14 ferðir hava teir toppað bretska hitlistan. Teir byrjaðu sum fimm,
men Brian McFadden, sum var á Summarfestivalinum 2005, fór burturúr
bólkinum. Hinir fýra hildu tó fram, og nú verða øll teirra óteljandi hitt at
hoyra á Vágsbøi.
Ein bólkur av ungum klaksvíkingum, sum júst hava givið sína fyrstu fløgu
út. Tónleikurin er lættur, og minnir í stíli kanska eitt sindur um Dynamitt.
Tekstirnir eru skemtiligir og tónleikurin lættur.
Serstaka og reina røddin, sum
gjørdist kend, tá hon sang vísur
saman við Niels Midjord. Nú
fer hon at syngja einsamøll á
Samanhald pallinum.
Klaksvíksbólkurin, sum er vorðin ímyndin av Summarfestivalinum.
Hóast sangirnir kanska ikki eru listarlig eindømi, so hevur bólkurin fingið
fastatøkur á Føroya fólki, og eingin kann lata vera við at syngja við til løg
sum ”Grøv nr 13” og ”Til allar kvinnur”.
Ein bólkur, sum eftirhondini er gamal í garði, men sum tó enn eisini
megnar at fáa ungu áhoyrararnar at syngja við. Røddir og tónleikur eru
eyðkend, og fleiri av løgunum eru vorðnir slagarar, sum fólk duga uttanat.
Teir skuldu havt framført á Summarfestivalinum í 2006, men tjúkki
mjørkin gjørdi, at teir ongantíð lendu. Nú gera teir enn eina roynd at koma
til Føroya, og teirra donsku og fólkakæru slagarar fara uttan iva at fáa
fjøldina í gott lag.
Bólkurin, sum fær øll at syngja hart við, so skjótt teir taka fyrstu tónarnar
av kendu løgunum. Hittini eru hópatals, og hóast fjeppararnir kanska
serliga finnast í yngra partinum av áhoyrarunum, so munnu tey flestu
kunna murra við til løg sum ”Forelskaður Sjónleikari” og ”Eg”.
Westlife
GrandMa’s BaseMent
lív næs
dynaMitt
tinGanest
sHu-Bi-dua
Páll finnur Páll
Vit kunnu takka honum fyri eitt
hav av góðum sangum, sum vit øll
duga uttanat. Løg sum "Morgun",
"Trýssini" og "Lat meg goyma teg"
fáa altíð fólk at syngja hart við.
Honum nýtist sum so onga nærri
frágreiðing. Hann hevur verið
virkin innan tónleik í mong ár,
men gjørdist av álvara fólkaogn, tá
hann setti framúrskarandi løg til
yrkingar hjá Poul F.
Teir hava leingi verið heimskendir
í Føroyum, og arbeiða nú hart uppá
at sláa navnið fast uttanlands
eisini. Niðri hava teir havt fleiri
løg á hittlistunum, og nú eru teir
slopnir á ein av rocklistunum hjá
MTV.
Niarn er ein av størstu donsku
rapparunum, sum m.a. fekk nógva
umtalu, tá hann fór í eitt drúgt
orðaskifti í miðlunum um, hvørt
tað er í lagið at kalla damuna fyri
bitch í rapp-tekstum. Spennandi
samstarv!
tHe dreaMs saMan
við niarn
TÓNLEIKARAR
SUMMARFESTIV