mikudagur 4. august 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115
Sosialurin
Oyggjablaðið
Guðrið
Hansdóttir
robert
Mcbirnie
uni
arGe
Pætur
við Keldu
trølla
Pætur
Jens eli
ellefsen
Heini
lützen
Bólkurin varð stovnaður í 2008 og vann Sementkappingina fyrr í ár.
Teir eru ungir havnardreingir, sum spæla tungan og harðan doom metal
tónleik á høgum støði.
EP-aktuelli Marius, sum í fjør hevði eina sera góða framførslu, fer í ár
at framføra á samanhald-pallinum . Rokkurin er skiftur út við meiri
fólksligar singer/songwriter tónar, men eyðkenda røddin er enn hin sama.
Enn ein frálíkur nýggjur bólkur við ungum monnum. Tónleikastílurin
er punk, og umframt konsertir í Føroyum hava teir onkuntíð spælt
uttanlands, har teir millum annað hava hitað upp fyri the Dreams.
Navnið er ein stytting av Tollarar og Syndarar. Bárður á Lakjuni, sum
er kendur úr bólkinum Salt, er høvðusmaður í TOS, og vøkru sangirnir
snúgva seg um tað andaliga lívið.
Vísusangarin, sum yrkir um føroyska samfelagið við einum skeivum
vinkli. Smílini og góða lagið eru tryggjað, tá hann fer á pall.
Ein av okkara bestu singer/songwritarum. Hansara framførslur borga
altíð fyri góðum, fólksligum tónleiki, og løgini eru fangandi.
Ein nýggj og spennandi íslendsk/føroysk duo við føroysku Herborg og
ís lendsku Ingunn. Tær báðar 20 ára gomlu kvinnurnar fara at framføra
sjálv skrivaðar sangir, umframt fleiri kendar føroyskar og íslendskar sangir.
Maðurin við stóru røddini og klaverinum, sum bara einaferð hevur givið
eina solofløgu út. Hann er við á ótalligum útgávum og spælir við hjá
nógvum øðrum tónleikarum, men nú verður endiliga høvi at hoyra Kim
Hansen einsamallan.
Bólkurin er tvey ára gamal og er ein av teimum hørðu og garrvillu
bólkunum. Hetta er ein bólkur, sum spælir tungan málmtónleik. Hóast
hann bert hevur tvey ár á baki, so er navnið longu boygt í metalli.
Ungur guitarspælandi klaksvíkingur, sum hevur æruna av at byrja
festivalin 2010. Hann er, hóast sín unga aldur, vanur at framføra bæði í
bólki og sum einstaklingur. Umframt at vera tónleikari og sangari, so er
hann eisini sangskrivari.
Tær tríggjar Carlsensystrarnar hava sungið, síðani tær vóru føddar. Tær
hava verið í USA og roynt seg sum gospelsangarar, og hava nú Noah
Chaparro, sum er giftur Barbaru, við sær á pall í klaksvík.
Hava heldur ikki tørv á nakrari lýsing. Gera fangandi tónleik, sum
fólkinum dámar, og tað kann ikki blíva annað enn ein góð konsert.
HaMferð
Marius
oniontree
tos
Hans HJalti sKaale
tróndur enni
inGunn oG HerborG
KiM Hansen
synarcHy
carlsen
eyðun oG terJi
Hevur verið virkin í nógv ár,
men sló veruliga sítt navn fast
við fløguni ”The sky is opening”,
sum kom út í fjør. Melidiøsi og
vælsvingandi fólkapoppurin hevur
verið nógv spældur, og fer uttan iva
at ljóða væl á stóra pallinum.
Forsangarin í FaroeBoys, sum
alt lívið hevur verið virkin í
tónleikinum.
Hann
er
kendur
bæði sum sangari í orkestrið, sum
vísusangari og sum undirhaldari á
barrum og pubbum.
Fótbóltslandsliðsleikarin,
sum
gjørdist tónleikari, og sum við
sínum tveimum útgávum hevur
havt fleiri løg, sum eru tráðspæld í
útvarpinum.
Klaksvíksjingurin, sum kemur úr
tiltiknu sangfamiljuni við Keldu,
kann við síni vøkru og róligu rødd
rúnarbinda áhoyrarar í øllum aldri.
Spælir ikki ofta til konsertir, men
nú býðst høvi at hoyra hann.
Blíða trøllið, sum elskar børn. Og
børnini elska so sanniliga eisini
trøllafamiljuna.
Fyri
børn
og
barnsligar sálir á stóra pallinum
leygardagin kl 15.
Gjørdist vælumtóktur, tá hann gav
sína fyrstu fløgu, kallað ”Gomul
Minnir”, út. Tónleikurin vendir sær
kanska meiri til eldru áhoyrararnar,
og harmonikan skal nokk fáa
stemningin í topp.
Heini hevur í mong ár verið ein
av ídnastu gospeltónleikarunum í
landinum, og hann hevur latið eina
rúgvu av sangum úr hondum, eins
og hann eigur fleiri nýinnspælingar
av gomlum andaligum sangum og
sálmum.
NIR Á
VALINUM róGvi JaKobsen