Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115 26 Sosialurin Oyggjablaðið Uni Holm Johannesen Jógvan Ósa styðjar til við at hava báðar hendurnar á borðinum, hellur seg eitt sindur framav og greiður sannførdur frá. Klaksvíkingurin hevur fylgt gongdini, síðan Summ­ arfestivalurin sá dagsins ljós í 2004. Og niðurstøðan er løtt og einføld. Summarfestivalurin er farin í leik­ lutin, sum Norðoyastevnan hevur røkt seinastu mongu áratíggjuni. Norðoyastevnan hevur altíð verið stevnan, har norðoyingar savn ast. Men Jógvan Ósa vísir á, at klaksvíkingar savnast ikki um Norðoyastevnuna sum fyrr. Festi­ valurin í Klaksvík verður raðfestur hægst. – Klaksvíkingar, sum búgva uttan lands, koma ikki longur heim til Norðoyastevnuna. Nú skulu tey fyrst og fremst verða við á festi­ valinum. Soleiðis hevur rákið verið seinastu árini, sigur Jógvan Ósa aftaná, at hann hevur víst okkum runt á Norðoya Fornminnisavni, har hann starvast. Ikki avtaka stevnuna Klaksvíkar Kommuna royndi at seta snúður í lokalu stevnuna í ár fyri at lokka føroyingar til býin. Dagarnir fingu heitið »Norð oya­ stevnan 2010 fyri børn og barnsligar sálir«, sum skuldi bera brá av ný­ hugs an og lógvataki millum bygdir og bý í Norðoyggjum. Tað eydn að­ ist fyri so vítt. Men meðan Summ­ ar festivalurin væntar gott og væl 10.000 gestir í ár, fær Norð oya­ stevnan ikki í námd sama tal av vitjandi. Jógvan Ósa væntar hinvegin ikki, at festivalurin verður við til at gera av við stevnuna. Býurin noyðist at hava ein annan møguleika enn tónleikafestivalin. – Tú kann ikki bara siga, at stevn an skal takka fyri seg, tí hon hevur tapt kappingina seinastu árini. Vit noyðast at halda fast um summar gamlar siðvenjur. Tað er umráðandi at standa saman um tað serføroyska, og ikki lata tað fíggjarliga fáa fastartøkur á okkum. Tað er heldur ikki til at siga, hvussu verður við tónleikafestivalum um nøkur ár. Men tú veit, hvat tú kann vænta av stevnuni, sigur Jógvan Ósa. Kappróðurin Á fyrstu summarstevnuni fáa mongu kappróðrarfólkini seg lok sins roynd. Norðoyastevnan er startskotið til drúgvu føroya meist arakappingina hjá kapp róðrarfólkinum, sum stríð­ ast og strev ast við venjingini í fleiri mán aðir. Og júst kappróðurin er sera týdningarmikil, um Norðoya stevn­ an skal áhaldandi draga andan, metir Jógvan Ósa. – Kappróðurin hevur altíð savnað eina rúgvu av fólki, og hann er grundarlagið undir stevnunum. Stevnurnar fara altíð at liva í kappróðrinum, sigur Jógvan Ósa, áðrenn vit verða noyddir at takka fyri okkum, tí hann fær vitj an av donskum gestum, sum fegin vilja verða víst runt á Forn minnis­ savninum. uni@sosialurin.fo Festivalurin hevur vunnið á stevnuni Klaksvíkingar, sum búgva uttanlands, koma ikki longur heim til Norðoyastevnuna. Nú er tað Summarfestivalurin, sum verður raðfestur hægst broyting – Klaksvíkingar, sum búgva uttanlands, koma ikki longur heim til Norðoyastevnuna. Nú skulu tey fyrst og fremst verða við á festivalinum, sigur Jógvan Ósa Mynd: Jens Kristian Vang