Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115 30 Sosialurin Nøvn 5. august fyllir Kaja Johanna Sofía Joensen, vanliga nevnd Hanna, 95 ár. Hanna er fødd og uppvaksin í Mykinesi. Foreldur hennara vóru Sant us Joensen og Katrina Joensen, sum var ljósmóður í Mykinesi. Hanna var elst av trimum systrum, yngsta systirin var Hilda Abra­ hamsen, sum doyði í 2003 og miðal systirin Maja Jacobsen býr í dag á Ellisheiminum í Havn. Meðan tær vóru smá­ gentur, fór mamma teirra niður til Danmarkar at lesa til ljósmóður. Pápi teirra Santus var sjómaður, so tí tær fóru til ommu og mostur at búgva hettar tíðarskeiðið. Tá ið tíðini tók tað eitt ár at lesa til ljóðsmóður, men hetta árið hevur Hanna altíð mintst sum eitt tað longsta og drúgvasta árið í lívinum. Mamman kom aftur við fyrsta karakteri eitt ár seinni, og tá vóru genturnar glaðar. Mamman starvaðist sum ljósmóður øll árini fram til pensjónsaldur. Famljan búði úti á Lið í Mykinesi. Hilda og Maja blivu gift­ ar við mykinesmonnum og fluttu seinri av oynni, ímeð­ an Hanna varð ógift og búgv­ andi eftir hjá mammu síni. Í Mykinesi var nokk at takast við, Hanna vaskaði skúlan í nógv ár; hon var altið klár at hjálpa, tá ið á stóð. Hon hevur borið nógv torv, bundið, passað neyt, hoyggjað og alt tað sum annars hoyrir bygdasamfelagnum til. Henni dámar sera væl at greiða frá gomlum døgum í Mykinesi, og veit altíð onkra góða søgu at fortelja, tá hon fær vitjan. Í 1976 skuldi mamma Hannu so undir skurð í Tórs­ havn. Hanna og mamman fóru til Havnar og búðu inni hjá yngstu systrini Hildu, og manni hennara Ísak Abrahamsen. Av eini ella aðrari orsøk dámdu teim um so væl í Havn, at tær ongantíð fóru vestur til Mykinesar aftur. Eftir at hava búð á útoyggj til hon var 61 ára gomul, helt Hanna, at býarlívið í Havn var herligt. Mamman og hon hildu áfram við at búgva í raðhúsunum hjá systrini í Hornabø. Hon og systirin Hilda byrjaðu at vaska á Lands­ bóka savninum, og øll í Horna­ bø ella har umleiðir minnast óivað tær lítlu, myrku og fittu konurnar sum akkurát líktist hvørjari aðrari og altíð fylgdust. Mykinesommurnar sum onkur eisini kallaði tær. Hannu dámdi væl at sleppa ein biltúr og at koma og síggja seg um, bæði í Føroyum og hon var fleiri sumrar eisini í Danmark. Í 2003 fór Hanna niður til Danmarkar at búgva hjá systurdóttrini. Ongin var eftir í Hornabø. Hon treivst væl í Danmark, men eftir tveimum árum kom longsil á hana at koma aftur til Føroyar. Eftir at hava verið heima í stutta tíð fekk hon tilboð um pláss á Ellisheiminum í Miðvági, á Sýnini. Her dámar henni stak væl at vera og hevur eitt sera hugnaligt kamar. Hon syngur altíð og dugir nógvar yrkingar og orðatøk, sum hon ofta tekur til. Hon er klár og minnist sera væl. Vit hava nógv at takka ommudid fyri: hennara kær­ leika, trúfesti og hjálpsemi. Mangar góðar løtur í Hornabø á barna­ og ungdomsárum og nú á Sýnini, tá ið vit eru og vitja hana. Hon hevur altíð verið so góð við meg og beiggja mín. Tá eg gekk í forskúla hjá nonnunum plagdi eg altíð at fara heim til ommu og ommudidd at fáa mær døgurða og bíða til mamma og babba fingu frí. Góðasta ommudid, eg ynski tær hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, eg eri sera hørm um at eg ikki kundi verða heima til dagin. Heilsan Annika Hanna Joensen 95 ár Nøgdsom. Lítillátin. Trúføst. Samvitskufull. Bersøgin. Góða tendring. Men rættvís. Ósjálvsøkin. Hugnalig. Gávu­ mild. Familjukær........! Nógvir eginleikar komu fram fyri meg, tað kvøldið fastur og gumma mín, Davina Mikkelsen úr Torbisgerði á Toftum, hevði lagt eyguni saman fyri seinastu ferð. Hevði ætlað at skrivað eina føðingardagheilsan, nú hon skuldi fylla 90 ár. Men 17. juni, 10 dagar áðrenn hon upplivdi sín 90. sjeysovaradag, legði hon árarnar inn og eitt hendingaríkt lív sløknaði. Føðingardagsheilsanin bleiv tí til seinkað minningarorð. Davina hevur upplivað nógv í ymsum londum, har hon hevur starvast sum sjúkrasystir, ella sjúkra­ røkt arfrøðingur, ið tað nú verður nevnt. Tað merktist væl á henni, at hon hevði upplivað nógv. Men kortini var avmarkað, hvat man fekk at vita frá henni um sjálvt arbeiðið, tí tagnarskyldan kom fram um alt. Hon fór við henni í grøvina. Hóast Davina var burtur í nógv ár, so var hon kortini stóran part av lívinum ein sjálvsagdur partur av Tofta­ bygd. Hon hevði stórar kensl ur fyri heimbygdini, hóast hon mangan vísti á viðurskifti, ið eftir hennara tykki kundu verið enn betri. Davina bara hómaði páp­ an, Jákup Mikael, sum fórst við sluppini "Onnu" við Grindavík í Íslandi í 1924. Hon plagdi at siga frá, at hon stóð og fylti kava upp í dukkuvøgguna, tá pápin og mammubeiggin úr Kollafirði søgdu farvæl og fóru gjøg­ num túnið. Syrgiliga hend­ ingin í Grindavík bar í sær, at Davina og hini trý yngru systkini vuksu upp faðir leys. Men mamman, Karolina, kláraði so væl at vera einsa­ mallur forsyrgjari, at hon nøkur ár seinni fók eina bróðurdóttir úr Kollafirði til fosturs. Sum ung genta var Da­ vina eitt ár í Grønlandi og arbeiddi sum gongsgenta á sjúkrahúsinum í Før oy­ inga havnini. Har fekk hon av álvara áhuga fyri sjúkra­ røkt ini, og fyrst í fýrati­ árunum fór hon at læra til sjúkrasystir á Dronning Alex andrines sjúkrahúsinum í Havn. Seinni fór hon so til Danmarkar at "supplera". Hon upplivdi mangt og hvat sum sjúkrasystir. T.d. arbeiddi hon á sjúkra­ hús inum á Tvøroyri, tá ein stórur bretskur vatnflúgvari kollsigldi uttan fyri Øravík. "Hetta er tað ringasta eg havi upplivað", segði Davina mangan. Fýra fólk doyðu, og eini átta onnur sluppu frá hend ingini við lívinum. Summi fingu varandi mein. Tey komu sjálvsagt øll á sjúkrahúsið á Tvøroyri, og Davina mintist, at øll bygdin kókaði suppu og kom niðan á sjúkrahúsið at geva teimum fremmandu. Hon starvaðist bæði í Danmark, Svøríki og Norra. Longst var hon á sjúkra­ húsinum í Mysen í Norra. Davina var lætthent. Og tí mundi tað ikki vera tilvild, at tað júst var hon, ið gav fystu pensilinsproytuna, eftir at hetta evni var komið flótandi til Føroya. Haldi tað var fyri krígslok. Hetta fortaldi Davina mangan. Men ikki eitt orð um hvør tað var, sum fekk fyrstu sproytuna. Tað kom jú undir tagnarskylduna. Stóra uppfinningin hjá skotska læknanum Alexander Flem­ ing hevur síðani bjargað mong um mannalívi kring all an heimin. Samvitskufull, sum Davina var, segði hon seinast í sekstiárunum arbeiðið sum sjúkrasystir uttanlands frá sær, og kom heimaftur á Toftir at búgva saman við mammuni, ið var viknað, og systrini Palmu, sum alla sína tíð var merkt av sjúku. Fyri tær báðar var tað sjálv sagt trygt at hava eina sjúkra­ systir í húsinum. Davina fór nú at arbeiða á nýggja flakavirkinum í bygdini, Nyki. Tað gjørdi hon so leingi hon orkaði. Eftir at hon var komin heimaftur á Toftir, vórðu mangan boð eftir Davinu, tá onkur skuldi hava sproytu, ella onnur bráfeingis sjúkra­ uppgáva var at loysa í bygd­ ini. Læknin hevði eitt stórt øki at røkja, og tí var mang­ an hent, bæði hjá fólki og hjá læknanum, at hava hesa álitiskvinnu at heita á. Hesa tænastu røkti hon við sonn­ um samfelagssinni. Davina hevði ikki mann og børn, og tí hevði hon góðar stundir at røkja síni áhugamál. Hugsi serliga um vinfólkini, sum hon fekk eitt tætt tilknýti til. Hon var trúgv móti teimum og tey vístu sanniliga eisini trúskap móti henni. Tá Vesturskin á Toftum varð bygt fyri nøkrum árum síðani, fór Davina har at búgva, og hon var glað fyri hesi árini í nær­ um hvørvinum, nú hon ikki var før fyri at búgva heima. Men eftir at hon hevði havt eina heila bløðing og gjørdist meira óhjálpin, varð hon flutt inn á Eystur oyar Røktar­ og Ellis heim. Eg tori at siga, at eg havi ikki kent nakað menniskja, ið hevur verið reiðiligari og rætt­ vísari enn Davina. Hon vildi ikki hava nakað útistandandi við nakað menniskja, og hon fór ongantíð upp um, har garðurin var lægstur. Tað hon gjørdi, gjørdi hon til lýtar. Nú var hon troytt og ynskti at sleppa burtur. Men fyri okkum kennist tað løgið og tómligt, at man ikki kann fara á Røktarheimið at vitja hana og fáa sær ein kaffimunn saman við henni. Tað vóru hugnaligar løtur. Við sorgblídni og takk­ semi kunnu vit lýsa frið yvir minnið um Davinu Mikkelsen av Toftum. Tórður Minningarorð um Davinu Mikkelsen av Toftum