mikudagur 4. august 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
33
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115
Fuglur hevði stóran týdning í
Stóru Dímun. Hesum greiðir Janus
eisini frá:
Tað var so nógvur fuglur í Dímun,
og hann hevði sjálvsagt sín stóra
týdning fyri húsarhaldið. Gamalt
var, at ein tunna av saltaðum fugli
skuldi vera árliga til hvørt fólk. Ein
tunna var knapt 600 lundar ella 250
lomvigar.
Lomvigin plagdi at koma í bergið
á kyndilsmessu fyrst í februar.
Hagreiðingin av lunda og lomviga
var ymisk. Lomvigi varð kruvdur,
men lund bert skuldi magadragast.
Til døgurða varð roknað við einum
lomviga ella trimum lundum til
hvønn persónin.
Á jóansøku kom fyglingin fyri.
Til tess kravdist nógv manning og
komu teir millum annað úr Sandvík
og Dali at hjálpa til.
Bjargalínurnar vóru ymiskar
til longdar. Tann longsta, nevnd
Stóralína, var 120 favnar. Tað skuldi
hegni til at síga í Dímun. Nógva
staðni er loft í berginum, og tá hong
ur fleygamaðurin í leysari luft.
Fleygalínan var um veturin í síni
tíð goymd á kirkjuloftinum, so stórt
var tað. Har kundu fólk enntá sita.
Á Stóru Dímun var ein gøta, sum
gongur allan vegin kring oynna.
Á hvørjum ári, áðrenn fuglatíðin
kom fyri var farið eftir gøtuni við
hakkara og spaka fyri at beina
burtur eyr og grót, sum rutt var
niður um veturin.
Tað var eisini tað serliga í Dímun,
at har vóru teir ikki mannaðir
at draga fleygamannin við fongi
uppaftur. Hann var tí línaður niður
á helluna. Fleygamaðurin kom tá
upp gjøgnum Kleivina og veiðan
varð drigin upp í Dráttin.
Lundin kom á summarmála 14.
apríl. Tá hann var komin í holuna
um miðjan mai var farið at draga
lunda. Hvør maður hevði sítt
serstaka stað. Tá kundi bóndin
við at kanna holurnar finna fram
til, hvør ið fór illa um holurnar.
Húskallarnir høvdu sum setning
at draga 100 lundar um dagin, og
setningurin hjá arbeiðskonunum
var eisini at royta 100 lundar.
Á jóansøku var hildið uppat at
draga lunda, og tá var farið at fleyga
bæði lunda og lomviga. Við fleyging
kundi fáast eitt stórt tal av lunda.
Dømi eru um, at tað kundu fáast
yvir 1.000. Tað vóru tó fáa støð, har
lomvigi fekst á flogi
Tað kundi fleygast á øllum
ættum uttan eystri. Eisini kundi
fáast væl av havhesti, og tað bleiv
eisini sligið havhestaungar. Teir
uttanoyggjamenn, sum komu at
hjálpa, fingu fugl afturfyri.
Ræning-tøka av eggum
Vit gjørdu nógv av at selja egg. Tað
er tiltikið, at lomvigareggini skuldu
vera so øgiliga sterk. Tað hevur verið
sagt, at dettur eitt lomvigaregg við
nóg stórari ferð niður í ein bát, kann
tað bróta seg gjøgnum bátin. Hatta
havi eg nú ikki upplivað sjálvur.
Teir á Gørðunum í Vági tóku
fast egg frá okkum, teir komu
sjálvir eftir teimum við báti. Men
vit plagdu sjálvir at fara við báti til
Tvøroyrar at selja egg. Tað vísti seg,
at tað var serliga fiskafólkið, sum
hevði áhuga fyri at keypa, so har
plagdu vit at leggja at.
Eggini hildu sær nokk so leingi,
ein mánaða. Tey kundu vera saltað
og kundu eisini nýtast til vetrarføði.
Vit plagdu at fáa 810 oyru fyri
eggið. Eg minnist, at vit í 1936 fingu
eina 60 favna langa bjargalínu.
Hon kostaði kr. 600. Mamma segði,
at ræningin hetta árið betalti hesa
línuna. Hetta merkir so, at vit hava
selt eini góð 6.000 egg. 600 krónur
hevur verið eitt gott ískoyti tá í
tíðini, ein heil fiskimannaløn.
Bjargalínur vóru annars keyptar
úr Bretlandi. Tær vóru um 4
tummar í ummát. Tað var eitt krav,
at festarin skuldi halda línuna. Tað
var tað trygga við bjargalínum,
at tær slitnaðu ikki. Tær kundu í
ringasta fall togna.
Kol fyri lunda
Línurnar til Dráttin at draga vøru
upp frá helluni vóru úr manilla.
Tær kundu í ringasta føri slitna.
Mamma hevði ein fastan mann
Gøtu Símun. Hann var ættaður úr
Norðragøtu men búði á Tvøroyri.
Teir vóru tveir beiggjar og eisini
tvær systrar giftar til Suðuroyar.
Beiggjarnir vóru Símun og Magnus
og systrarnar Olevina og Elsa. Pápi
teirra var Liða Dávur (Poulsen.)
Símun átti eitt seksmannafar
við motori. Hann sigldi út til
Dímunar í fleygatíðini. Hann tók
fuglin frá fleygingarmonnunum,
sum teir blakaðu á sjógv, og so seldi
hann fuglin fyri okkum á Tvøroyri
óroyttan. Tað var mest lundi, sum
varð fleygaður í Dímun.
Fuglur varð royttur í oynni til
húsbrúk. Fjøðurin varð eisini nýtt
til dýnur og tílíkt. Hetta var bert
lundafjøður, tí lomvigafjøður var
so grov og tung. Fjøður varð eisini
seld. Hon fór vist av landinum.
Fyrst eg minnist var havhestur
eisini royttur. Tann fjøðurin fór í
hvussu er av landinum.
Tað komu menn aðra staðni
frá at fleyga. Millum hesar vóru
hvalbingar. Teir høvdu ofta nakrar
sekkir av koli afturfyri. Hetta lætti
eisini um.
Arne Nørrevang hevur í síni
frálíku bók “Úr bjargasøguni” eis
ini forvitnisligar frásagnir um
fuglaveiðu í Stóru Dímun. Her eru
eisini áhugaverd gomul skjøl, sum
lýsa hesa søgu. Umframt lunda og
lomviga vóru eisini onnur fuglasløg
veidd. Eitt dømi var rituungar.
Ritan eigur ymsastaðni í berginum,
og har verða pisurnar sitandi til tær
eru floygdar. Beint áðrenn hetta
hendir vórðu tær tiknar.
Arne skrivar eisini, at fuglatíðin
endar seinast í august mánaði við
at farið varð eftir náta og líra.
Seinast í juni var skarvsungin
farin at gerast so stórur, at tað lønti
seg at fara upp í skarvaurðarnar.
Reiðrini vóru rættiliga løtt at finna,
og eisini vistu teir, hvar tey plagdu
at vera ár um ár. Við einum húki,
har agnhaldið var avfílað, á eini
sneis, fingu teir fatur á ungunum,
sum lógu í reiðrunum inni ímillum
teir stóru steinarnar.
Tað eru eisini fleiri mans, sum
eru deyðir í bjørgunum.
Johannes Johannesen nevnir í
síni bók nakrar tilburðir.
Á sumri 1886 fóru tríggir dal
bingar niðan til Dímunar, sum tað
varð kallað har. Teir høvdu fingið
loyvi til at draga lunda, hóast tað
var farið av lundadráttartíð. Hans
Petur á Braðnum fall tá norðuri í
Braðnum. Hann var fingin aftur á
lívi. Men komin til Dals doyði hann,
27 ára gamal.
Í 1891 fall tann 15 ára gamli sonur
Johonnu og Heina Joensen, Óli
Jákup.
Fuglurin kom til sættis
Ein partur av berginum í Stóru Dímun nærindis krananum, teir
høvdu til at draga vøru upp á oynna við. Myndatakari Andreas
Reinert. Hansara myndir eru eisini við í Bjargasøguni
Janus í Barmi, har neystið í Dímun upprunaliga stóð
Janus hevur verið við til at laga múrarnar á gomlu kirkjuni upp
aftur. Tað kundi verið ein áhugaverd verkætlan at sett kirkjuna í
upprunaligan stand aftur. Neyvan hevði tað kostað tað stóra heldur
Í komandi parti er
tað komið so langt
við hesi søgu, at
Janus giftist við
Kinnu úr Sandvík