mikudagur 4. august 2010síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115
Sosialurin
Ítróttur
Ólavur Øre Hansen
Víkingur byrjaði sum eitt óløgi, og
innan 10 minuttir vóru spældir, var
støðan longu 2-0 til heimaliðið, við
málum frá Sølva Vatnhamar og Páll
Klettskarð.
Mótbrekkan hjá suðuroyingum
gjørdist
bara
brattari,
og
tá
málverjin gjørdi sjálvmál eftir
góðan hálvan tíma, so var dysturin
í roynd og veru avgjørdur. Botnliðið
úr Suðuroy megnaði ikki tað stóra
ímóti væl spælandi víkingunum.
Eftir steðgin komu gestirnir
betur við í dystin, ikki minst tí at
trýstið hjá Víkingi var avtakandi.
Hetta hevði við sær at suðuroyingar
fingu tíð at skipa spælið betri, og
tá tað restaðu góðir 10 minuttir av
dystinum fingu gestirnir úrtøku, tá
Palli Augustinussen fekk minkað
um munin. Men Sølvi Vatnhamar
køvdu alla vón hjá suðuroyingum,
tá hann í síðsta minutti økti til 4-1.
Samanumtikið
var
Víkingur
klárt betra liðið, og serliga í fyrra
hálvleiki var stórur munur á
liðunum. Við góðum og skjótum
spæli eydnaðist tað Víkingi at koma
fram til líkinda kjansir, meðan FC
Suðuroy hevði stórar trupulleikar
av væl uppløgdu vertunum. Í
seinra hálvleiki komu gestirnir
betur við í dystin, og fingu minkað
um munin, men tað hevði bert
kosmetiskan týdning, tí Víkingur
hevði tamarhald á støðuni.
Sigurin hjá Víkingi hevur við
sær, at felagsliðið úr Gøtu og Leirvík
fór fram við B36 á stigatalvuni og
leggur nú á fimta plássi, meðan 4-1
ósigurin er steinur omaná byrðu
hjá botnliðnum úr Suðuroy, sum
saman við argjamonnum, eru enn
meira isoleraðir í botninum.
Sera gott spæl
Venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin
Olsen, var sum vera mann væl
nøgdur við sannførandi sigurin hjá
hansara liði.
-Eg haldi at vit spældu sera
væl í fyrra hálvleiki, ja kanska
tað besta við hava víst í hesum
kappingarárinum. Eftir steðgin
slakaði trýstið nakað, har vit lótu
suðuroyingar koma inn í dystin,
men alt í alt eri eg væl nøgdur við
avrikið hjá okkum, segði ein fegin
Jógvan Martin eftir dystin.
Sigurin á FC Suðuroy var annar
sigurin á rað hjá Víkingi, men
Jógvan Martin Olsen vil ikki áseta
nakran ávísan málsetning fyri
restina av kappingini.
-Nei, vit hava havt eitt sera
turbulent
kappingarár
higartil,
og tí er neyðugt hjá okkum at
taka ein dyst í senn, so fáa vit at
síggja hvussu langt tað røkkur
tá kappingin er av, sigur Jógvan
Martin Olsen at enda.
Tryggur víkinga sigur
Víkingur lat ongan iva vera um hvør var bera liðið, tá FC Suðuroy kom á vitjan í Sarpugerði mánakvøldið.
Felagsliðið úr Eysturoy vann ein sannførandi 4-1 sigur á illa sperdu suðuroyingunum
geza turi
niclas erling
sverri Hanus
nenad sam
bárður sØlvi
finnur páll
mamuka
kári Henning
palli
teitur martin
kasper dan
Heini suni
kuzma
Víkingur – FC Suðuroy
4-1 (3-0)
1-0: sølvi vatnhamar, 5.
2-0: páll klettskarð, 6.
3-0: sjálvmál, 33.
3-1: páll augustinussen, 79.
4-1: sølvi vatnhamar, 90.
Dómari: Ransin Djurhuus
Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen,
Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Bárður Hansen (Dánjal
Pauli Lervig, 88.), Nenad Stankovic, Sam Jacobsen
(Kaj Leo í Bartalsstovu, 66.), Sølvi Vatnhamar - Finnur
Justinussen, Páll Klettskarð (Áslakur R. Petersen, 75.)
FC Suðuroy: Stanislaw Kuzman - Dan Djurhuus, Suni úr
Hørg (Jákup Olsen, 75.), Heini Vatnsdal, Kasper Schultz
- Martin Tausen, Teitur Tausen (Tóki Brattalíð, 70.), Palli
Augustinussen, Kári í Lágabø, Henning G. Joensen (Heini
Bech, 31.) - Mamuka Toronjadze