Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-04, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 2010síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115 42 Sosialurin Ítróttur Stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy. Svimjingin um Nólsoyarfjørð hevur vanliga verið fyriskipað á ovastevnu, t.v.s. annað vikuskiftið eftir ólavsøku. Soleiðis verður eisini í ár. Hetta hevur verið at lisið á www. triathlon.fo. Kappingin er fyri motiónist­ svimjar ar, kappsvimjarar og svimji­ áhugað um annars. Hetta er 13 árið á rað at skipa verð ur fyri stuðulssvimjing til Nóls oy ar, til frama fyri svimjihyl í Nólsoy, og verður í ár aftur kryddr­ að við at svomnir verður tveir tein­ ar. Vanliga teinin, har byrjað verður niðan fyri hjá radioamatørunum við Strond. Teinurin er 4000 metrar til Nólsoyar bygd. Hin teinurin er 1000 metrar, og byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygdini. Fyri at fáa alt at ganga so trygt og gott sum gjørligt, møtast øll hjá Radio amatørunum við Strond ein tíma áðrenn svimjingin byrjar. Har verður kunnað um tiltakið og aðrar fráboðanir annars givnar. Klokkan 9.00 leypa tey, ið svimja 4000 m, á bláman yviri við Strond við Stóradam, niðanfyri hjá Radio­ amatøru num. Tey, ið svimja 1000, fara sam­ stund is í bátarnar og sigla til start­ málið 1000m úr Nólsoyar bygd, har tey byrja svimjingina uml. kl 10.00. Málið hjá báðum bólkum er Æris portrið á keiini í Nolsoy. Um svimjari kemur á land aðrastaðni, má hann renna seinasta teinin. At ansa eftir eru samarittar við á ferðini um fjørðin, og nólsoyingar taka ímóti og hjálpa svimjarunum, tá komið er upp á land. Rólant Waag Dam Nógv mál vórðu skorað í hesum um­ fari num í landskappingini. Fyrstu dyst ir nir vóru sunnudagin, og tá ið umfarið var liðugt í gjárkvøldið, var samlaða máltalið 25 ella 5,0 í mið al fyri hvønn av teimum fimm dyst­ unum. Størsta málrokið var í Streym­ nesi, har væl upplagda heimaliðið vann 8­0 á illa sperda B71. Tað var ikki óvæntað, at EB/Streymur vann á sandoyingum, men tað var óvænt að, at talan skuldi ger ast um sovorðið skrædl, tí B71 hevði jú megnað 2­1 í Gundadali ólav søku­ dag ímóti HB. Hetta var bara triðja ferðin í ár, at talan var um úrslit, har mál mun urin var fimm mál ella meiri enn tað. Fyrsta ferðin var í fyrsta umfari, tá ið B68 vann 5­0 á heimavølli ímóti B71. Hetta var 1. apríl, og 27. juni var tað púra óvænt­ að, at B36 skuldi vinna 5­0 í Fugla­ firði. Hetta var aftaná, at ÍF hevði vunn ið 4­2 á heimavølli ímóti B68 og 2­0 á Sandi. Tað vísir seg ofta, at sovorðin skelkandi stórtap lúra, tá ið tað annars frammanundan hev­ ur hilnast væl. 8­0 EB/Streyma sigurin á B71 er tann størsti í bestu fótbóltsdeildini í fimm ár. Í 2005 vann HB tveir stór­ sigr ar á ÍF í Gundadali – 6­0 11. mai og so 9­0 10. juli. Síðani tá og inntil síðs ta sunnudag var einki úrslit, har munurin var meiri enn sjey mál. Frá fyrsta umfari í 2005 og inntil í dag hevur málmunurin í 24 av 531 dyst um verið størri enn fýra mál. HB og EB/Streymur hava vunnið seks ferðir í part við so stórum mál­ mu ni, KÍ hevur vunnið tríggjar so stór ar sigrar hesi árini, B36 og B68 hava vunnið tveir stórsigrar, og Vík­ i ng ur, GÍ, NSÍ, Skála og ÍF hava vun­ n ið ein stórsigur í part síðani 2005. Nú er langt síðani, at talan hev ur verið um sigrar við tvey sifr að um tølum. Tað er ikki komið fyri, síða­ ni B36 á heimavølli í 2001 vann 15­0 ímóti FSV. Vágaliðið flutti niður, og B36 vann FM. rolant@sosialurin.fo Langt er millum heilt stóru sigrarnar StórSigrar Tá ið EB/Streymur sunnudagin vann 8-0 á B71, var talan um størsta sigur í bestu deildini í fimm ár Svimjing um Nóls­ oyar fjørð 14. august 2010 1. apríl B68-B71 5-0 27. juni ÍF-B36 0-5 1. august EB/Streymur-B71 8-0 2009 2. august EB/Streymur-KÍ 7-0 12. september ÍF-KÍ 5-0 2008 30. mars HB-Skála 8-1 28. mai B71-Víkingur 0-5 6. juli HB-B68 5-0 27. august HB-Skála 6-1 31. august HB-B71 6-0 2007 5. apríl KÍ-VB/Sumba 5-0 7. oktober EB/Streym.-VB/S. 6-1 21. oktober GÍ-Skála 5-0 2006 13. apríl Skála-VB/Sumba 5-0 7. mai NSÍ-ÍF 6-1 21. mai VB/S.-EB/Streym. 0-5 2. juni B36-HB 6-0 5. juni VB/Sumba-KÍ 1-7 3. juli EB/Streymur-B68 8-2 17. september B68-VB/. 6-1 2005 11. mai HB-ÍF 6-0 22. mai KÍ-TB 6-1 10. juli HB-ÍF 9-0 7. august EB/Streym.-VB/S. 6-1 Sigrar – 5 mál ella fleiri 2005­2010