mikudagur 4. august 2010síða 43
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115
Sosialurin
Ítróttur
Í samband við at steypafinalan hjá monnum verður á Summar
Festivalinum fríggjakvøldið, hava vit á Sosialinum givið eitt
boð um, hvussu styrkin er hjá steypafinalistinum undan
finaluni. Vit hava hugt eftir hvørja styrki og vansar tey hava,
umframt at valt ein lyklaleikara á hvørjum liði, sum kann
fáa avgerandi týdning fyri hvør vinnur steypafinaluna
Upptakt til steypafinalUna:
EB/StrEymur
hEvur
royndirnar
fram um
fuglfirðingar
FYRIMUNIR:
- EB/Streymur hevur vunnið sær fastatøkur í føroyska
fótbóltstindinum. Liðið hevur vunnið heiðursmerki
í landskappingini seinastu fimm árini og spælt seg
í finaluna um Løgmanssteypið seinastu fýra árini.
Sundalagsmenn eru fullgreiðir yvir, hvat tað snýr seg
um.
- Meirilutin av teimum, sum umboða sundalagsmenn,
hava spælt eina rúgvu av týðandi dystum seinastu
árini. Avgerandi dystir um gullmerki og torførar dystir í
evropeiskum kappingum. Teir vita, hvussu tú setir teg upp
til slíkar dystir.
- Sundalagsmenn hava stórt sjálvsálit í løtuni. Í
vikuskiftinum vunnu teir heili 8-0 á heimavølli móti
B71. EB/Streymur hevur heldur ikki tapt móti ÍF í hesum
kappingarárinum. Tað endaði við javnleiki í Fuglafirði, og
heimaliðið vann 3-0 við Margáir.
VANSAR:
- EB/Streymur fer at fáa trupulleikar av graslíkinum í
Klaksvík. Serliga í seinasta triðinginum av vøllinum, tá fugl-
firðingar fara at geva framrættaðu mótstøðumonnunum lítið
pláss. Tað verður væntandi torført hjá millum annað Hans
Paula Samuelsen, tí graslíkið kann geva honum trupulleikar.
- Málverjin René Torgarð hevur verið nógv darvaður av
skaðum higartil í hesum kappingarárinum. Hann spælir
framvegis ikki við fullari megi.
LYKLALEIKARI:
EB/STREYMUR: Hans Pauli Samuelsen prógvaði væl og virðiliga
á Argjum fyri gott og væl tveimum vikum síðan, at hann er ein serstakur
og evnaríkur fótbóltsspælari.
Hann hevur eginleika at kollvelta dystargongdina í einari knappari
vending. Hann er altíð ein støðug hóttan, og um hann stendur seg væl,
so fær ÍF stórar trupulleikar.
Men umstøðurnar eru ikki tær bestu til fótbóltsspælið hjá Hans Paula
Samuelsen. Tað er trupult at gera skjótar og frekar dribblingar á
graslíkinum í Klaksvík.
eB/streymUr:
Íf:
FYRIMUNIR:
- Fuglfirðingar hava fleiri ferðir víst, at teirra toppstøðið er høgt. Á
einum góðum degi vinna teir á einum og hvørjum føroyskum liði.
- Og tá tað riggar, so riggar tað væl hjá ÍF. Í álopsspælinum hava
fuglfirðingar staðið seg sera væl í fleiri dystum.
- Jákup Mikkelsen er ein stórur fyrimunur at hava á einum fótbóltsliði.
Hann hevur drúgvar royndir, og róliga lyndi verður ein lætti fyri fleiri
viðleikarar, sum spæla steypafinalu fyri fyrstu ferð.
- Fuglfirðingar hava víst, hvussu mótgongd skal handfarast. Teir hava
vunnið fleiri dystir, hóast tað hava ábendingar um, at teir fara at tapa.
VANSAR:
- Hóast toppstøðið er høgt, so er botnstøðið eisini sera lágt.
Fuglfirðingar hava verið lítið sannførandi í verjustøðu. Tað er 5-0 tapið á
heimavølli móti B36 greitt dømi um.
- Tað hava verið stór sveiggj í einmansavrikunum hjá fleiri fuglfirðingum.
Nenad Saric, Andy Olsen, Dánjal á Lakjuni og Karl Løkin eru millum
teirra, sum hava trupult at varðveita støðið frá vikuskifti til vikuskifti.
- ÍF hevur havt stór sveiggj í úrslitunum seinastu vikurnar. Liðið hevur
ikki vunnið tríggjar ferðir upp í slag í fleiri vikur.
LYKLALEIKARI:
ÍF: Nenad Saric hevur verið
snúningsdepilin hjá miðvøllinum hjá
fuglfirðingum í ár.
Tá hann hevur verið skaddur og havt
leikbann, hevur Abraham Løkin, venjari,
altíð gjørt greitt í miðlunum, at tað var
saknur í honum. Serliga, tá Saric noyddist
út í hálvleikinum í heimadystinum móti NSÍ.
Runavíkingar vunnu 5-3.
Ein lykil hjá EB/Streymi verður heilt víst at
steðga Saric.
Nenad Saric er ein humør-spælari. Tí veit
eingin fyri vist, hvat hann leggur fyri dagin.
Men um fuglfirðingar skulu gerast
vandamiklir, er neyðugt, at Nenad Saric
stendur seg væl.