Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 6. august 2010 · Nr. 116 Sosialurin sbræva-analytikara - Vit hava sæð eina ótrú- liga framgongd, og onkur hev ur onkuntíð spurt okk- um, hvussu vit kunnu vita, at tað er venjingin, ið hevur ført góðu úrslitini við sær. Hvussu kunnu vit vera vís í, at Beinta ikki hevði ment seg so væl, hóast vit ikki høvdu vant. - Men eg eri sannførd um, at tá læknin í fyrstuni segði, at hon fór at verða ein grøntsak, so bygdi hann tað á sínar royndir. Hann hev ur uttan iva sæð 500 slík børn fyrr, og av teimum hevur eingin ment seg so væl sum Beinta. Tey hava øll verið grøntsakir uttan nakr ar førleikar. Og tí kann eg staðfesta, at vit uttan iva hava førkað hana og hjálpt hennara menning við venj- ing ini. Forstandinum bagir einki Tey, ið ikki kenna fólk við heila skaða, hava ofta skjótt við at døma allan persónin eftir tí, tey síggja við fyrsta eygnakast. Um tað er okkurt gal ið við kroppinum, um tey ikki fáa tosað, um tey sleva ella um tey ikki fáa far ið á wc sjálvi, ja, so er tað uttan iva eisini okkurt galið við forstandinum, sýnist hug- burð ur in vera. Men tað er langt frá sannleikanum. - Beinta slevar illa og fær ikki gjørt seg skilliga fyri teim um, ið ikki kenna hana. Men hon er samstundis flúgv andi intelligent. Hon ger greið tekin um, hvat hon vil, og hon bæði roknar og lesur langt frammanfyri sín aldur. Venjingin hevur lat ið heimin upp fyri henni, greið- ir Tórunn frá. Hon leggur afturat, at tey, umframt ABR venj ing ina, eisini nýta intelle gens venj- ing ina frá Doman háttinum. Tað er eingin loyna, at Tórunn og maðurin hava vant nógv við Beintu. Heilt nógv. Tey hava verið heilt uppi á 28 tímum av venjing um vikuna. Men er tað veru- liga vert at nýta so nógva tíð og orku uppá at venja sítt barn? Svarið gevur seg sjálvt, tá Tórunn greiðir frá, at Beinta bara hevur ein dreym um ynski starvið, tá hon gerst stór. Hon vil hvørki vera fri- sør, pedagog ella prinsessa, sum aðrar gentur. Nei, Beinta ætlar sær tað mest av bjóð an- di starvið av øllum. Hon vil analy sera virðisbrøv. eydna@sosialurin.fo • ABR venjingin kann nýtast til øll við heilaskaða. Venjingarhátturin hevur eisini givið sera góð úrslit hjá fólki við ADHD. • Tað er aldrin ov seint at byrja at venja, men jú fyrr tú byrjar, jú størri framgongd kanst tú fáa. • ABR skal venjast heima, og krevur ikki annað enn førleikaskeið, tíð og vilja • Tað fyrsta sum hendir, er ein asessment tími, har barnið verður mett, og har gjørt verður av, hvussu venjingin skal leggjast til rættis. Hesin tímin kostar umleið 5600 kr. Velur tú síðani at fara víðari og taka av venjingini, so verður henda upphædd mótroknað í endaliga prísinum fyri alt venjingarskeiðið. • Venjingin í eitt ár kostar umleið 50.000 kr. Við í prísinum eru fýra fundir við vegleiðararnar, umframt leiðbeining í, hvussu tú skalt arbeiða við júst tínum barni. • Eingin venjing er eins, tí einki brek er eins, og tað er ymiskt júst hvar man skal seta inn, fyri at fáa bestu úrslitini. • Eitt par úr Belgia og ein russi hava ábyrgdina av ABR venjingini í Danmark. • Tórunn Laksáfoss fer í næstum at kanna, um føroyskir myndugleikar eru áhugaðir í, at veita heilaskaddum fólki í Føroyum møguleika at venja eftir ABR. • Um undirtøka er fyri tí, vil hon fegin koma til Føroya at undisvísa foreldrum ella øðrum avvarandi í ABR. • Um foreldur at trimum ella fýra børnum vísa áhuga fyri venjingini, so kemur Tórunn Laksáfoss fegin til Føroya tvær ferðir árliga fyri sama prís, soleiðis, at familjurnar bert nýtast fara niður tvær ferðir árliga. • Meiri kann lesast á www.likam.dk ella við at skriva til Tórunn á torunn@likam.dk FAKTA Modelmynd: Jens Kristian Vang Tórunn Laksáfoss hevur »lænt« eina gentu, fyri at vísa hvussu ABR- massagan gongur fyri seg. Beinta er ikki við í Føroyum hesuferð ABR er varligt, systematiskt trýst ígjøgnum tvær bleytar pútur Modelmynd: Jens Kristian Vang