Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 116 · 6. august 2010 9 Á SøguSavninum í ”Vestmanna Tourist Centre" fært tú eina heilt serliga uppliving, tá tú gongur millum søguligu persónarnar, meðan tú hoyrir brot úr Føroya søgu í oyratelefonunum. Á savninum hittir tú fleiri kend fólk úr søgum og sagnum okkara, sum eru gjørdir úr silikoni. Í Vestmanna Tourist Centre finnur tú eisini matstovuna Fjørukrógvin og til ber at fara útferð til Vestmannabjørgini úr sama stað. www.fjorukrogvin.fo Á ferð aftur í tíðina Snorkling í Hoyvík Faroe Dive skipar fyri snorkling í Hoyvíkini leygardagin 14.august, har tú kanst síggja heimin í sjónum um vøkru oyggjar okkara við egnum eygum. Ikki er neyðugt at eiga útgerð fyri at luttaka. Faroe Dive hevur útgerð til allar snorklarinar. www.faroedive.fo Drekkamuður til vinkonurnar Drekkamuður til vinkonurnar Tað ber altíð til at finna eitt høvi, sum ger, at vit simpulthen noyðast at baka eina køku. Kanska hevur hundurin føðingardag? Ella bamsurnar hjá dóttrini? Ella tað er ½ ár síðan tú legði av at roykja? Um veðrið eisini er eitt sindur ófantaligt, er bara eitt at gera: Fram við køkubakarabókina og bjóða onkrum fittum vinum til drekkamunn:) síðstu kurnar Lagt til rættis. Rigmor Dam