Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. august 2010 · Nr. 116 10 Sosialurin Vanligt er, tá roknskapir verða framlagdir, at høvuðsdentur verður lagdur á tølini, meðan aðrar viðmerkingar koma í aðru røð. Í somáta var greinin hjá Jákup Símuni eitt undantak. Hann hevði nevniliga eingi tøl at leggja fram, men greiddi bara frá, hvat stóð í viðmerkingunum, og so hugleiddi hann um restina. Tíverri vóru hesar hugleiðingarnar so fullar av feilum, at eg føli meg noyddan at hjálpa honum eitt sindur á leið. Siðaskiftið hendi í 2002 Jákup Símun sigur, at eitt politiskt siðaskifti hendi í 2004. Áðrenn tað hevði mál­ setningurin verið, at Føroyar skuldu vera sjálvstøðug tjóð við sjálvberandi búskapi, men í 2004 bleiv yvirskotið vent til undirskot. Men her tekur Jákup Símun feil. Grannskoðaði roknskapurin vísir nevniliga, at tað stóra siðaskiftið hendi í 2002. Frá 2001 til 2002 minkaði avlopið hjá landskassanum við ikki minni enn 506,5 mió. krónum. Frá 1998 til 2001 var avlopið í meðal 605 mió. krónur um árið, men í 2003 var næstan einki avlop eftir (22,5 mió. krónur), so har vóru ikki nógvir pengar til nakað siðaskifti í 2004. Frá 1998 til 2003 øktust árligu rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum við ikki minni enn 900 mió. krónum (sigur altso tann grannskoðaði roknskapurin), men Jákup Símun sigur, at tað var Sambandsflokkurin, sum setti ferð á nýtsluna aftan á 2004. Sjálvberandi undirskot Jákup Símun skrivar, at málsetningurin hjá full­ veldislandsstýrinum var at fáa sjálvberandi búskap, men grannskoðaði roknskapurin vísir tvørturímóti, at talan var um eitt risa undirskot á hvørjum ári, sum varð fíggjað við blokkstuðli úr Danmark. Samanlagt hevði landskassin 2,46 milliardir krónur í undirskoti frá 1998 til 2003, um vit ikki telja blokkstuðulin við. Er tað sjálvberandi búskapur? Uppspardur blokkur og lánsbrøv Jákup Símun skrivar, at fullveldislandsstýrið setti milliardir á bók, sum bygdu á neyva fíggjar­ og búskap­ arstýring, men eisini her hevur hann gloymt at hyggja eftir tølunum. Tað blivu nevniliga ikki settar fleiri milliardir á bók hesi árini. Har stóð ein lítil milliard á bókini, tá fullveldislandsstýrið tók við og har stóðu uml. 2 milliardir á bók, tá tey løgdu frá sær. Uppsparingin bygdi ikki á neyva fíggjar­ og búskap­ arstýring, men fullveldis­ landsstýrið fekk góðar 5 milliardir krónur í blokkstuðli hesi árini og harumframt vóru eisini brævalán, partur av uppsparingini. Um full­ veldislandsstýrið ikki fekk blokkstuðulin, so var undir­ skot á hvørjum ári, og tí hevði ikki ein króna verið at sett á bók. Tjóðveldi hevur prógvað, at tað ber ikki til Jákup Símun pástendur, at Sambandsflokkurin hevur sum mál at prógva fyri Føroya fólki, at vit klára okkum ikki uttan blokkstuðul, og tí vil flokkurin hava alment undirskot. Men hetta er als ikki neyðugt, tí full­ veldisflokkarnir klára tað sjálvir. Teir hava so dyggiliga prógvað, at sjálvt í góðum tíðum við nógvum tosi um sjálvberandi búskap, fingu teir ikki tann sokallaða »sjálvberandi búskapin« at hanga saman. Áheitan Tað er gott at onkur roynir at lesa grannskoðaðar rokn­ skapir, men eg vil kortini heita á Jákup Símun Simonsen um ikki at gloyma at lesa tølini, næstu ferð hann lesur ein roknskap, tí tølini eru ofta minst líka áhugaverd sum viðmerkingarnar. Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Grannskoðari við ongum tølum Býráðslimurin Jákup Símun Simonsen hevði her fyri eina grein í bløðunum, har hann viðgjørdi grannskoðaðar roknskapir hjá landskassanum Vit føroyingar hava bjóðað okkum fram at skráseta fremmand skip undir okkara flaggi. Fyri ári síðani skrivaði eg um støðuna hjá Føroyum á listanum (svartalista) hjá 27 europeiskum londum, sonevnda Paris MoU. Hetta er eitt yvirlit yvir hvussu ávís lond klára seg klára seg við Port State Control. Tøl yvir 1 siga at tú ert á svartalista, tøl ímillum 0 og 1 siga, at tú ert á gráa lista. Er talið undir 0, er landið hvítlista. Vanliga samanbera vit okkum við Danmark ella Noregi. Danmark er nú nummar trý á listanum. Í fjør skrivaði eg, at vit minna mest um ein fyrrverandi sovjetstat. Men hetta kann ikki sigast longur. Litava hevur latið seg í sjeymílastyvlarnar. Hyggið hvussu langt Litava, Rusland og Kina eru komin upp á hvíta lista. Kina er nú millum heimsins bestu fløgg, nummar tvey á listanum. Isle of Man og Marshall Islands eru lond, vit skulu kappast við, um vit ætla at fáa skip undir føroyskt flagg. Tey eru ímillum heim­ sins bestu fløgg í skipa­ skrásetingarhøpi. Er eingin seriøsur áhugi fyri at broyta upp á hesa støðu? Havi hoyrt í fjølmiðl­ unum, at nú skal okkurt gerast. Hyggja vit eftir tølun­ um frá 1999, so fara at ganga 25 ár til vit liggja, har Isle of Man liggur nú. Brúka vit miðaltalið fyri tey londini, ið hava forbetrað seg skjótast, fara at ganga 10 ár. Hvat sigur føroyska ætlanin? Nær skora vit ­1,60? Jan Højgaard, Fiskimanna­ felagsformaður varð hartað­ ur í fjørmiðlunum fyri at siga, at føroyska flaggið er eitt hentleikaflag. Men hevur hann órætt? Við tí vitan, eg havi um føroyskar sjómenn, skal eg frítaka teir fyri ábyrgd fyri støðuna, sum hon er. Fyri teimum kunnu vit liggja nummar eitt á hvítalista. So hon kann bara liggja í tveimum øðrum støðum. Og tað er bara tað eina, ið hevur avgerðarmyndugleikan. Nær taka vit okkum saman ? Kristin Rasmussen Ár 1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 Føroyar 0.96 1,16 0,76 0,53 0,59 0,59 0,58 0,43 0,25 0,28 0,22 Litava 0,97 1,14 0,82 0,57 0,50 0,22 0,32 0,08 0,30 0,00 -0,67 Rusland 1,65 1,37 1,04 0,67 0,38 0,32 0,18 0,22 -0,17 -0,44 -0,60 Kina 0,02 -0,18 -0,55 -0,61 -0,67 -1,00 -1,23 -1,60 -1,75 -1,67 -1,83 Isle of Man 0,14 -0,46 -0,68 -1,30 -1,38 -1,55 -1,56 -1,47 -1,51 -1.46 -1,60 Marchall Islands -0,71 -0,42 -0,18 -0,20 -0,46 -0,88 -1,21 -1,52 -1,42 -1,34 -1,28 Danmark -0,89 -0,80 -1,08 -0,75 -0,75 -0,95 -1,31 -1,44 -1,49 -1,59 -1,80 Noregi -1,01 -0,90 -0,90 -0,82 -0,87 -1,04 -1,37 -1,43 -1,35 -1,24 -1,27 Kjak