fríggjadagur 6. august 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. august 2010 · Nr. 116
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
t
að var tann 25. juni, at Hans
Pauli Strøm, løgtingsmaður,
her í blaðnum gjørdi greitt,
at hann og Javnaðarflokkurin ikki
fóru at taka undir við ætlanunum
hjá Rósu Samuelsen um at leggja
niður nøkur røktarpláss, tá nýggj
røktarheimspláss verða tikin í
nýtslu.
Í sambandi við fíggjarkarmin,
sum løgtingið hevur samtykt, varð
gjørt greitt, at hon skuldi spara 30
milliónir krónur. Ein part ætlaði
hon at spara við at leggja niður
nøkur røktarheimspláss, tá nýggju
røktarheimini, sum eru í gerð,
verða tikin í nýtslu. Júst hetta við
at útvega fleiri røktarpláss er eitt
mál, sum Javnaðarflokkurin hevur
koyrt hart uppá, og tí valdu vit seta
flokkinum spurningin, um hann
tók undir við hesum.
Eitt sindur av orðadrátti varð
aftur um hetta málið stutt fyri ólav
søku – men í ólavsøkurøðu løgmans
tekur hann uppaftur ætlanina hjá
Rósu Samuelsen.
Men nú er vent í holuni. Gjára
morgunin sendir Rósa Samuelsen
út eitt tíðindaskriv, har hon ger
greitt, at hendan ætlanin er slept.
Hon harmast um, at tey ongantíð
náddu at seta seg rundan um borð
ið og viðgera ætlanirnar, sum í
stað in skaptu miklan ruðuleika.
Hon segði í tíðindaskrivinum, at
hon tekur til eftirtektar støðuna
hjá sam gongufeløgum hennara og
steðgar málinum.
Umframt tær 12 milliónirnar,
sum hon sparir við at taka av
javningina av pensjónunum, so skal
hon framvegis spara 18 milliónir
krónur, sum skulu finnast fyri 1.
oktober. Rósa Samuelsen segði í
morg un, at hon umhugsar at endur
skoða bygnaðin innnan al manna
økið. Hetta merkir helst upp sagnir
– og hon sigur eisini, at allar dupult
funk tiónir skulu samskipast fyri at
fyribyrgja óneyðum útreiðslum, og
at hvør króna skal vendast, og at
tryggjast skal, at peningurin verður
brúktur til røttu endamál.
Tað tykist sum um landsstýris
kvinnan er gyrd í brøkur við hes
um spari ætlanum – sum eru mis
eydnaðar. Hon sigur sjálv, at hon
skal trýsta á »restart«. Vit kunnu so
bert vóna, at »restart« ikki merkir
plenuklipparin einaferð enn, tí so
verður galið.
Tað er ikki ein løtt uppgáva, sum
bíðar Rósu Samuelsen. Men hon
verður noydd at velja og at raðfesta
– tí, sum hon sigur: »Framhaldandi
er aðalmálið, at tænasturnar til
borgaran skulu skerjast sum minst.
Neyðugt er at hyggja gjølla eftir tí
umsitingarliga partinum, áðrenn
tænastustøðið verður lækkað...«
Bara 'restart' ikki merkir
plenuklipparin
Vitjunartænastan
hjá
Reyða Krossi ynskir sær
fleiri vitjunarvinir. Í løtuni
eru bara um 14 vitjanarvinir,
og tað er ov lítið.
Vitjunartænastan virk
ar soleiðis, at Vitjunar
tæn astan hjá kommununi,
Heima røktin ella onnur
seta seg bein leiðis í sam
band við vitjunar tænast
una hjá reyða Krossi við
upp lýsingum um fólk, sum
tørva ein vin.
– Tað eru mong, sum eru
einsamøll, mong teirra vita
ikki um vitjunarvinirnar, og
kanska heldur ikki hvønn
tey skulu ringja til, siga tey
hjá Reyða Krossi.
Tænastuni vantar fleiri,
ið vilja átaka sær uppgávuna
at verða vitjunarvinir.
Hevur hetta áhuga ber
til at ringja til Eyrith hós
dag fyrrapart á 319850 ella
privat 313784 og 513784,
ella til Marin á 314333 ella
212433.
Er onkur, ið ynskir sær
vitjan, ber til eisini at ringja
beinleiðis til Eyrith ella
Marina.
So trýSti róSa á »rEStart«
34 amerikanskir milliarderar
hava avgjørt at gera sum
Warren Buffet og Bill Gates,
sum hava gjørt av at lata
helmingin av pengum sínum
til vælgerandi endamál.
Avgerðin kemur í kjalar
vørr inum av, at teir báðir
ameri kansku hóp milli ar der
arnir í juni fóru undir eina
herferð til tess at fáa milli ar
derar at býta út av pengum
sínum.
Millum teir milliarderar,
ið taka undir við Buffett og
Gates, er borgarstjórin í New
York, Michael Bloomberg,
Barry Diller, kendur úr
undir haldsvinnuni,
Larry Ellison, sum
var við til at stovna
Oracle, T. Boone
Pick ens,
kendur
o r ku m a ð u r,
Ted
Turner,
sum hevur verið
við til at seta CNN
á stovn og David
Rockerfeller
og
íleggjarin Ronald
Perelman.
Buffett, sum er íleggjari,
og Gates, sum setti Microsoft
á stovn, hava biðið fleiri
hundrað amerikanskar milli
arderar um at býta helm
ingin av ognum sínum til
vælgerandi enamál.
Buffett og Gates kalla her
ferðinga The Giving Pledge
lyftið um gávu. Endamálið er,
at ríku amerikanarar gjøg
num lívið ella eftir deyða
teirra lata helmingin av
pengum teirra til stuðul ella
vælgerandi endamál.
Warren Buffett, sum er
ein av kendastu ríkmonnum
í USA, sigur á síni heimasíðu,
at hann »kundi ikki verið
eydnuríkari« av síni avgerð
í 2006 um at lata 99 prosent
av síni persónligu ognum
til stuðulsgrunnin hjá Bill
og Melidu Gates og aðrar
hjálparfelagsskapir.
Bill
Gates
og
konan
Melinda hava latið 28 milli
ardir dollarar okkurt um
170 milliardir krónur, til
teirra egna menningargrunn.
Hann hevur stuðlað stórum
verkætlanum í fátøkum lond
um, eitt nú stríð móti malaria
og sosialar verkætlanir í
USA.
Lata av ognum sínum
Breiðastu
herðar skulu
bera
ingrid henriksen
kjak á síðu 11
Kirkjan
livir ikki
av tølum
john s. myllhamar
kjak á síðu 13
Mangla
vitjunar vinir