Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 116 · 6. august 2010 2 Gongutúrur í Dysjarnar í Sandoynni Sunnudagin 8. august er ætlanin at fara í Dysjarnar í Sandoynni - um veðrið verður til vildar. Ætlanin er at ganga frá vatnbrunnunum í Sandarhaga kl. 10.30, framvið Mølbursvatni og niðan á Endan, har vakrasta útsýnið er oman í Dysjarnar og út yvir Gulansboga. Hetta verður ein langur, miðaltungur túrur. Av Endanum fara vit oman í húsini undir Borgini at fáa okkum súpan, kaffi og pannukøkur. Kostnaður kr. 200 fyri limir og kr. 250 fyri ikki limir. Túrurin verður bert gjørdur um í minsta lagið 10 fólk tekna seg. Tilmelding neyðug hjá Sandoyar Kunningastovu á tel. 361836 ella info@visitsandoy.fo áðrenn fríggjadagin 6. aug. kl. 12. GonGutúrur í Dysjarnar á sanDoynni – sunnuDaGin 8. auGust surr Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eg sakni ein føroyskan Bill Gates. Tað kom eg at hugsa um, tá eg um dagar nar sá, at hesin amerikanski kendi teldusnillingurin, sum stovanði Micro soft í 1976 - nú er farin at býta út peng ar og at lokka aðrar ríkar persónar at gera tað sama: At lata ognir sínar til væl gerandi endamál. Eg komi at hugsa um Halgubók, har tað eitt nú stendur um ríka unglingan, sum spurdi Jesus, hvat hann skuldi gera fyri at arva ævigt lív. Hann hevði gjørt alt, og hann hevði hildið øll boðini, men kendi seg framvegis ikki frelstan. Tá helt Jesus við hann, at hann skuldi fara heim og selja allar ognir sínar og geva teimum fátæku - og koma og fylgja Jesusi. Men tað vildi unglingin ikki, tí hann átti nógvar ognir. Tá er tað Jesus sigur við læru svei n- ar nar: »Sanniliga sigi eg tykkum: Tað fer at verða torført hjá einum ríkum at koma inn í himmiríkið. Ja, eg sigi upp aftur við tykkum: Tað er lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki.« Nú veit eg ikki, um Warren Buffett og Bill Gates eru komnir á slíkar tankar, ella um teir sjálvir hava funnið út av, at teir hava savnað sær alt ov nógv ríkidømi her á fold. Tá tú hevur so nógv, at tað er alt ov mikið til tín sjálvs og tínar eftirkomarar, so er jú okkurt galið, tí tey eru so nógv, sum lítið og einki eiga. Sjálvandi skulu fólk sleppa at tjena pengar, eisini nógvar pengar, men tað kann uttan iva eisini gerast ein trupulleiki eitt eiga ov nógv. Vinmaðurin hjá Bill Gates, Paul Allen, átti skipið, sum vitjaði á Havnini í síðstu viku. Tað var hansara »bátur at fara ein túr í fjørðin við«. Ein bátur á stødd við okkara Smyril. Hann kostaði 1,2 milliardir krónur at byggja, kostar yvir 100 milliónir krónur at reka um árið, hevur tyrlur og kavbátar... Uha, órætt víst er býtt, tá má sannast. Tí kom eg at hugsa um okkara egnu barónar. Bæði Kaup thing-milliónerar og aðrar, ið hava selt og eru komnir til lætttjentar peng ar, ið ein stirvin og niðurbundin av gjalds- og skattaskipan ikki fær part av. Hví ikki stovna ein føroyskan grunn? Tað hevði verið stutt ligari við einum slíkum grunni, ið læt til vælgerandi endamál, heldur enn bankar og tryggingar, sum kortini knokk royta okkum og taka sær síðani sjálvir heiðurin fyri gávurnar. Sakni ein føroyskan Gates Sosialurin - Postsmoga 76 -110 Tórshavn - Tlf. 341800 Hugskot og viðmerkingar kunnu sendast til: post@sosialurin.fo Redaktørur: Eydna Skaale Túrur kring Tindhólm Útsýnið frá bygdini Bø, yvir Drangarnar, Tindhólm og Gáshólm er heilt fantastiskt. Túrurin byrjar í bátahylinum í Sørvági kl 14.00 og er ótrúliga vakur. Náttúran er sermerkt við nógvum fuglabjørgum, har nógv fuglasløg reiðrast. Siglitúrurin gongur síðani víðari til Gásadals. Túrurin kann verða gjørdur hvønn dag inntil 31. august. Meiri fæst at vita á Vága Kunningarstovu 333475 ella á telduposti vagar@vagar.fo túrur krinG tinDhólm – hvønn DaG inntil 31. auGust Westlife á Vágsbøi Summarfestivalurin er í hæddini, og leygarkvøldið 7. august verður høvi at hoyra stóra írska poppbólkin Westlife á Vágsbøi. Tað verður kjerligheit fyri allar pengarnar, tá romantisku tónarnir fara at ljóma, og tað verður ivaleyst nakað av trongsli fremst frammanfyri pallin. konsert við Westlife – á summarfestivalinum leyGarkvølDið kl 22.30 Nýggj føroysk fløga Í komandi viku kemur fyrsta fløgan frá andaliga bólkinum T.O.S. á gøtuna. Navnið er ein stytting av orðunum Tollarar og syndarar, og fyrsta fløgan hevur fingið heitið: Til tann, ið oyru hevur! Bárður á Lakjuni, sum var ein av limunum í bólkinum Salt, er høvuðsmaður í bólkinum, og umframt hann eru Eiler Hansen, Jan Nónklett, John Eliasen og Jógvan Símum Sevdal við. Allir eru úr Eysturoynni. Alt tilfarið á fløguni er nýtt, heimagjørt og føroyskt. Tað er Bárður á Lakjuni, ið hevur gjørt bæði orð og lag til sangirnar á fløguni - við undantaki av tveimum sálmatekstum, ið hava fingið nýtt lag. Saman hevur bólkurin so myndað tónleikin - ljóð og huglag, meðan Jens L Thomsen hevur framleitt fløguna. nýGGj fløGa frá t.o.s. – í hanDlunum í komanDi viku Konsert á Listasavninum á Sandi Sunnudagin 8. august spæla feðgarnir Nikolaos og Mattias Kapnas konsert á Listasavninum á Sandi. Teir spæla ávíkavíst violin og klaver, og á skránni eru verk eftir F.Schubert, L.van Beethoven og J.Brahms konsert á sanDi - sunnuDaGin 8.auGust kl.16.30. Summarsýning í Listaskálanum Í ein knappan mánað afturat verður høvi at síggja summarframsýningina í Listaskálanum, har millum annað Rannvá Kunoy sýnir fram. summarframsýninGin í listaskálanum – inntil 31. auGust Sýna fólk fram 38 fólk við í ólavsøkuframsýningini Kringvarp.fo So er konan glað: livar kemur heima hóskvøldið Norðlýsið Mótsøgn? ”hóast eg ikki eri talsmaður fyri einum forboðssamfelag, so leggi eg eitt uppskot fram, sum skal banna solarium” Aksel Johannesen Fyrr var illa: everton væntar at vinna á kí Nordlysid.fo So hava vit ein trupulleika.. uttanríkisráðið staðfestir, at føroyar hava trupulleikar at selja okkara fiskavørur. Kvf.fo