fríggjadagur 6. august 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 6. august 2010 · Nr. 116
Sosialurin
Fríggjadagin 6. august fyllir
Sæunn Ólavsdóttir Han sen,
leiðsluskrivari á Lands sjúkra
húsinum og varaborgarstjóri
í Runavíkar kommunu 60 ár.
Sæunn er fødd og upp
vaksin í Syðrugøtu. Hon er
dóttir Elin Mariu og Ólav
Gregersen, ið vóru ættaði
úr ávíkavist Saltangará og
Syðrugøtu.
Eftir lokna skúlagongd í
Gøtu og Fuglafirði fór Sæunn
niður til Keypmannahavn
á handilsskúla. Heim aftur
komin arbeiddi hon í nógv
ár saman við pápa sínum
á Tøtingarvirkinum, sum
í 70’unum og 80’unum var
eitt stórt arbeiðspláss í Eyst
ur oynni.
Nógvar
túsund
troyggj ur vóru tilvirkaðar og
sendar til evropeiska, ameri
kanska og russiska markn
aðin. Eftir at Ólavur Greger
sen alt ov ungur and að ist
av krabba í 1980 tók Sæ unn
við leiðsluni av Tøtingar
virkinum.
Tá Sæunn gavst á Tøt ing
arvirkinum í 1988, fór hon
niður á læknaskrivaraskúla á
Frederiksberg. Har fekk hon
besta prógvið á árganginum
og heiðursgávu. Hon helt
síðani leiðina aftur til Føroya,
har hon fyrstu árini arbeiddi
á politistøðini í Runavík og á
læknamiðstøðini. Í 1990 fekk
hon starv á Lands sjúkra
húsinum og er í dag leiðslu
skrivari á medisinsku deild.
Sæunn hevur í fleiri ár
arbeitt við føroysku krabba
meinsskrásetingini og hev
ur helst æruna av, at vit í
Føroym eru so frammarlaga
á hesum økinum, samanborið
við okkara grannalond. Hon
koyrir við bygdaleiðum og
hevur ofta á orði, hvussu
deiligt tað er at koyra við
buss inum aftur og fram mill
um Havnina og Runavík.
Sæunn brennir fyri Før
oyum og føroyingum og
ynskir eisini at tæna fólk
inum. Hon situr í løtuni sum
virk andi borgarstjóri í
Runa víkar
kommunu.
Sæunn hev ur í sínum ar
beiði í komm un uni ser liga
lagt dent á, áhaldandi at
menna Runavíkar kommunu
til
eina
kommunu,
har
familj ur, børn sum vaksin,
trívast og hava tað gott.
Hennara politiski varði er
helst sein asta útbyggingin
av Eyst uroyar Ellis og røkt
arheimi, har hon – sum
for maður í byggi nevndini
fyri ellis heiminum eftir
drúgvar
samráðingar
við
kommunurnar
í
Eyst ur
oynni, kundi síggja ellis
heimið,
størsta
almenna
arbeiðsplássið í kommununi,
fult útbygt.
Sæunn er ógvuliga røk
in. Heimið er altíð reint og
noss ligt at koma inn í, og
gesta blídn ið er stórt. Al oft
ast fæst ein heima bak aður
biti afturvið góðum drekka
munni. Henni elskar sang og
hevur millum annað sungið
við í Midnáttarsangbólkinum,
sum í 70’unum gav út tvær
útgávur, sum blivu fólkaogn.
Sæunn er gift við Jóannes
Símunarson Hansen. Tey
eiga trý børn: Símun ar beiðir
sum løgfrøðingur á Heilsu
mála ráðnum og er giftur við
Randi, Elin Maria arbeiðir
sum sjúkrarøktarfrøðingur
á Landssjúkrahúsinum og
er gift við Jóhan av Reyni,
og Ólavur lesur løgfrøði í
Keypmannahavn og er giftur
við Ester. Sæunn og Jóannes
eiga eisini fýra ommu og
abbabørn: Elin Maria, Sanna,
Jóannes og Hansina.
Sæunn Ólavsdóttir Hansen 60 ár
Merkisdagar
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 13. august kunnu Ásla og Tórbjørn
Poulsen í Havn halda gullbrúðleyp. Veitsla verður
sama kvøld fyri innboðin. Tey sum annars hava
hug at hitta brúðarparið eru vælkomin heima í
Bóndabrekku leygardagin eftir kl. 15.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 10. august hava John Kári og Marianna
Jacobsen Hvannasund, silvurbrúdleyp, tey eru
burturstødd.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 10. august hava vit verið gift í 25 ár. Vit
halda dagin á Syðradali. Opið hús verður leygardagin
14. august frá kl. 14.30 til kl. 23. Sam siglir av Klaksvík
kl. 14.15 17.15 22.15. Av Syðradali kl. 17.35 22.35
80 ára føðingardagur
Hósdagin 5. august bleiv Jensia Vatnhamar, Argja
boða 80 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Jensiu,
eru hjartaliga vælkomin í Róðrarneystið á Argjum
leygardagin 7. august frá kl. 17.
75 ára føðingardagur
21. august fyllir Elisabeth Joensen í Vági, fyrr ver
andi fyrustøðukvinna hjá heimarøktini, 75 ár. Í
hesum sambandi bjóðar Elisabeth til brunch í
Billiardhúsinum, leygardagin 14. august, frá kl. 1015.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
70 ára føðingardagur
Leygardagin 7. august fyllir Knút Poulsen, Eiði, 70 ár.
Hann er burturstaddur.
50 ára føðingardagur
Leygardagin 7. august verður Jákup Jacobsen
maskin meistari í Haraldssundi 50 ár. Dagurin verður
hildin leygar dagin kl. 13 fyri innbodnum í Bygdar
húsinum í Haralds sundi. Kl. 19 verður opið hús, har
øll eru hjartaliga vælkomin.
Prógv
Mona Maria úr Fugloy, Klaksvík, hevur 25. juni á
Århus Universitet fingið kandidatprógv í sjúkra
røktarfrøði (cand. cur.)