Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 116 · 6. august 2010 15 LeikList Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Áhugaleikarar úr 10 londum eru í hesum døg um savnaðir á Akureyri í Íslandi, har ein stór leiklistastevna byrjar týs­ dag in og heldur á til sunnudagin. Tað er felagsskapurin NEATA, sum stendur fyri Nort European Amature Theatre Association, sum stendur fyri stevnuni. Um framt nólsoyingarnar, sum umboða Før oy ar, og Ísland, sum er vertstjóð, eru Estland, Letland, Litava, Frakland, Týsk land, Svøríki, Noreg og Danmark eisini við á leiklistastevnuni. Nólsoyingarnir eru 8 fólk í ferða lag­ num, og leikararnir eru úr 20 og upp um 60 ára aldur. Sermerktur leikur Nólsoyingarnir fingu samstarv við íslendska leikstjóran Águstu Skúla­ dóttir, sum er sera kend og hevur sett leikir upp víða hvar m.a. í London, Hong Kong og Ukreina. Og altso í Nóls oy. Sambært leikarunum var hetta ein sera spennandi leikur at vera við í, tí tey arbeiddu ikki út frá nøkrum leikriti. Einar fjúrtan dagar áðrenn leikurin skuldi á pall, vistu tey framvegis ikki hvør leikgongdin var. Leikarar og leikstjóri gjørdu leikin í felag, og leikararnir hava sjálvir gjørt av, hvat teirra leiklutur skal siga. Eina framførslu Á leikstevnuni framførir hvørt land sín leik einaferð, og nólsoyingarnir vænta ikki, at føroyska málið fer at vera til hindurs fyri, at hini londini skilja leik in, tí leikurin er sera visuellur. Bæði ljós og ljóð er óvanliga flott, og tað er sum heild lítið av talu í leikinum. Ísland hevur sum vertstjóð 3 leikir við á stevnuni, men øll hin sleppa bert at framføra einaferð, so tað ræður um at gera sítt besta. Føroyskt kvøld Umframt sjálvar leikirnar, hava lut tak­ ar a r nir eisini ábyrgd av at skipa fyri ein um kvøldið, sum umboðar teirra land. Tað merkir, at nólsoyingarnir skulu skipa fyri einum føroyskum kvøl­ di fyri hinar luttakararnar. Sum vera man verður borðreitt við føroyskum mati, so luttakararnir fáa høvi at smakka skerpikjøt, rullupylsu, kjøt pylsu og annan føroyskan mat, um­ framt føroyskt øl. Ætlanin er eisini at fara upp á gólv og royna at læra hinar luttakararnar gott stev. Nalsingar á altjóða leikstevnu Í hesum døgum eru leikarar úr NólsoyNNi Í ÍslaNdi á stórari áhugaleiklistastevNu. tey fara at framføra leikiN ”havgird”, og skulu eisiNi skipa fyri eiNum føroyskum kvøldi T.v. Leo Poulsen, Barbara Andreassen, Nicolaj Falch, Mariann Hansen. Fremstur: Hilmar Joensen