Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 6. august 2010 · Nr. 116 Sosialurin Vit kunnu øll hava eina mein ing um, hvat ikki skal gerast. Tað er meira trup­ ult at finna semjur um, hvat skal gerast. Men eitt er vist. Tøk skulu takast. Einki øki sleppur undan, men av tí at almannaøkið er sera viðkvæmt, tykist tað til tíðir, at tað verður lagt hart trýst á júst hetta økið. Men samstundis er hetta tað økið, sum umsitur nógv størstu játtanina – 1,7 mia. krónur. Neyðugt er at standa saman fyri at fáa hallið á fíggjarlógini burtur sum skjótast. Avgerðir skulu takast, sum uttan iva koma at merkjast. Hesum vil eg eis­ ini vísa ábyrgd móti, og mín partur skal ikki liggja eftir. Í vár samtykti eitt nærum samt løgting ein játtanarkarm fyri fíggjarárið 2011. Sambært samtyktini er játtanin til al ­ mannaøkið minkað við til­ samans 29,7 mió. krónum. Tá er strikaða javningin av almanna veitingum íroknað, sum gevur eina sparing á um 12 mill. So einar 18 mió. skulu finnast í sparingum. Tað svarar til eini 30­40 ársverk. Givið er, at slíkar sparingar ikki kunnu gjøgnumførast, uttan at tað ávirkar. Tí er avbjóðingin at finna loysnir har borgarin verður raktur sum minst. Hetta var útgangsstøðið, tá eg saman við Almanna­ mála ráðnum og Nærverk bein anvegin í vár fór undir at kanna, hvussu vit kundu fremja neyðugu tillagingar á almannaøkinum. Sjálv haldi eg, at vit arbeiddu væl og skjótt, og longu áðrenn summarferiuna høvdu vit eitt ítøkilig boð. Hetta var tilvitað, tí eg ivaðist ikki í, at serliga politiska tilgongdin fór at vera hørð og drúgv, áðr­ enn vit funnu eina semju. Mítt upplegg var í fleiri lutum. Har ímillum, at bú­ fólk vórðu flutt úr teimum illa hóskandi plássunum í eldrarøktini og í meira hóskandi og virðilig heim. Hetta merkti so eisini, at vit í fyrstu atløgu ikki út­ bygdu eldrarøktina heilt so nógv sum ætlað og harí lá sparingin. Altso, at færri nýggj búpláss komu aftrat í 2011, enn lagt hevði verið upp til, og harvið eisini færri nýggj størv í 2011. Men eingin brúkari hevði verið koyrdur á dyr uttan so, at eitt annað betri tilboð var klárt. Nógv kann henda í einari politiskari viðgerð. Eg hevði eitt upplegg, ið eg var klár at fara í dialog við mínar samgongufelagar um, og mín vón var, at vit við neyvari og virðiligari viðgerð funnu eina semju – eitt politiskt kom­ promis, sum tað verður rópt. Men soleiðis var ikki og eg harmist um, at vit ongantíð náddu at seta okkum saman rundan um borðið at viðgera ætlanirnar. Ístaðin skapti uppskotið miklan ruðuleika, og samgongufelagar hava afturvíst partar av upp skot­ inum. Hetta taki eg sjálvsagt til eftirtektar. Eg skal framhaldandi finna 18 mió. krónur til 1. oktober. Tað eru aðrir mátar at finna hesa upphædd uppá, og eg havi áður víst á onnur mál, sum kunnu spara landskassanum pening. Eisini hevur bygnaðurin innan almannaøkið tørv á endurskoðan. Allar dupult funktiónir skulu samskipast fyri at fyribyrgja óneyðugum útreiðslum, hvør króna skal vendast, og tryggjast skal at peningurin verður brúktur til røttu endamál. Framhaldandi er aðal­ mál ið, at tænasturnar til borg aran skulu skerjast sum minst. Neyðugt er at hyggja gjølla eftir tí um sit­ ingarliga partinum, áðrenn tænastustøðið verður lækkað. Tað er mín skylda at tryggja, at eisini á almannaøkinum fær borgarin sum mest fyri hvørja krónu. Tí velji eg at bretta upp um armar og byrja til gongd­ ina á nýggjum ­ at trýsta á »restart«. Saman við umsiting mínari fari eg at leggja fram onnur spariuppskot, sum, saman við tí eg longu havi lagt fram, skulu vera grundarlag fyri nýggjari politiskari viðgerð. Við summarkvøðu! Kjak Tænasturnar til borgarin skulu skerjast sum minst Viðmerking frá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um ætlaðu sparingarnar á eldraøkinum Rósa Samuelsen± landsstýriskvinna Annika Olsen Landsstýriskvinna í innlendismálum Tað skal kosta at dálka havumhvørvið Føroyar eru ríkasta land við náttúrutilfeingi pr. íbúgva, men krevur hetta, at vit áhaldandi tryggja burðardygd og neyðuga vernd av náttúru og umhvørvi. Sjálvt um føroyska náttúran er vøkur, so lúrir ein annar sannleiki undir yvirflatuni. Nógv vøtn og nógvar áir og løkir í Føroyum eru illa dálkaði, og tí fegnist eg um, at kunngerðin um spillivatn varð sett í gildi í fjør, sum skal tryggja reinari áir, vøtn og løkir. Kunngerðin legg­ ur upp til, at allar komm­ unur skulu hava eina spilli­ vatnsætlan í 2011, og í 2015 skulu allar kommunur hava sínar spillivatnsskipanir í lagi. Ì sambandi við spilli­ vatns ætlanirnar er Um­ hvørv isstovan farin undir kunn ingarfundir við komm­ un urnar um, hvussu hetta skal gerast. Somuleiðis er ætlanin at seta í gildi kunngerð um taðing, tí sum øllum kunnugt er taðing ein sera stór dálk­ ingarkelda í vøtnum og áum í Føroyum. Altjóða ár fyri lív­ frøðiligt margfeldi Árið í ár er altjóða ár fyri lív­ frøðiligt margfeldi. Vit hava tørv á eini skipaðari náttúru­ fyrisiting, og tískil er ætlan mín at leggja fyri tingið lóg­ ina um náttúruvernd í hesi tingsetu. Tað eru øki, djóra­ og plantusløg í Føroyum, sum eru hótt, og skulu hesi tryggjast í góðari tíð, tí tá skaðin er hendur vendst ikki aftur. Fyri hvørt útdeytt djóra­ og plantuslag gerst føroyska náttúran fátækari. Hóast lógin um náttúruvernd ikki er komin í gildi enn, eru tað nógv fólk kring landið, sum gera eitt megnararbeiði til tess at tryggja margfeldi í Føroyum. Ì hesum sambandi havi eg hug til serliga at veita eina tøkk til Bergur Olsen, sum í mong ár hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at telja fugl í Skúvoy. Fyrr í summar var eg á vitjan í Skúgvi, har eisini høvi var at leggja leiðina til smáttuna hjá Bergi, sum liggur ytst á tromini í Fagradali. Tað var fantastiska áhugavert at síggja, hvussu hesin maðurin, einsamallur, situr og telur ritur og lomviga í lítlu smáttu síni. Hetta arbeiðið tryggjar okkum neyðug hagtøl um støðuna hjá fugli í Føroyum, og hvussu vit hervið kunnu tryggja okkum burðardygd á fuglastovnum í Føroyum. Havumhvørvið Vit kunnu vera stolt av at hava eitt reint havumhvørvi, og hevur myndin av Føroyum eisini vunnið sær umrøðu í altjóða fjølmiðlum, men um vit ikki taka annað skinn um bak, so er hendan myndin ikki veruleiki um heilt stutta tið. Tíverri hevur gongdin verið skeiv, alsamt fleiri dálkingar í sambandi við bunkr ing henda í Føroyum, og mangan standast hesar dálkingar av likasælu. Hetta má og skal steðga. Fyri summ arfrítíðina setti eg kunn gerðina um bunkr­ ing í gildi fyri Føroyar, sum setir herd krøv til bunkring. Enda málið við kunn gerðini er at fyribyrgja oljudálking í samband við bunkring, flutn­ ing av olju við meira. Herd krøv verða sett til móttakara og veit ara, frá boðast skal myndug leikunum 2 tím ar fyri bunkrøing, ábyrgdar­ fólk skulu verða á staðnum, tá bunkrað verður, ljós viður­ skiftini skulu vera í lagi v.m. Men um vit veruliga skulu koma oljudálkingunum til lívs, er tað ikki nokk bara at seta reglur í gildi ­ tað skal kosta at dálka. Tískil havi eg sett mær fyri at leggja lógina um havumhvørvið fyri Løgtingið, har bøturnar fyri dálking hækka mun­ andi. Prísur skal setast á um hvørvið, og hann skal vera høgur.