fríggjadagur 6. august 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. august 2010 · Nr. 116
18
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
T
á
ið
tosað
verður
um
Krákustein
er
í
veruleikanum
talan
um
tey húski við hvør sínum
eftirnavni, sum báðar bú
settust á Krákusteini. Tað
er Samuelsenhúskið, sum
seinni fekk sær eftirnavnið
Kragesteen, og so tey sum
itu Sørensen.
Peder Hans Solmunde
Sørensen f. 10. januar 1844
kom úr Byrginum í Søldar
firði, har Solmunde framvegis
er ættarnavnið. Hann giftist
við Charlottu Andreassen f.
16. september 1851, sum var
dóttir Andreas Andreassen,
skraddaran í Dali og fyrru
konu
hansara
Elsebeth
Helene
Jacobsdatter
av
Selatrað. Hon doyði í barsils
song í 1853. Tað man hava
verið við næsta barninum.
Petur Hans bygdi húsini
á Krákusteini í 1878. Fólkini
á Krákusteini fingu nógva
umrøðu í røðini, vit høvdu í
Miðvikuni um Egil Djurhuus,
tann unga deyðsjúka abbason
Johan Christian Djurhuus,
Faktorin í Klaksvík.
Tey vóru so ófør at vitja
Egil, sum lá so lágt. Hetta
gevur eisini eina jaliga mynd
av hesi familju.
Tað er sagt í fólkateljingum
um Peter Hans, at hann
var »politimenig, fisker og
landbruger.«
Tey bæði fingu børnini:
Elsebeth Helena f. 1878
Cathrina Maria f. 1881
Søren Sofus f. 1883
Andrea Jacobina f. 1886
Í gamla kirkjugarði liggja
Charlotta og Peter Hans
saman við dóttrini Elspu
Lenu.
Tað er ikki nógv sum
annars alment er skrivað
um tey. Men langabbasonur
Peter
Hans,
Mannbjørn
Jacobsen úr Sørvági, hevur
skrivað eina frálíka lýsing
av húsinum á Krákusteini
og um tey trý, sum nú liggja
saman undir »grønu torvu.«
Charlotta og
Peter Hans
Vit hava fingið loyvi frá
Mannbjørn at taka brot úr
hesi frásøgn. Fyrst er tað um
Charlottu og Peter Hans.
Petur Hans Sørensen var
ein av hernaðarpolitistunum
á Skansanum. Á kendu mynd
ini av »politikorpset« situr
hann í fremstu røð ytst til
høgru, beinini eitt sindur
spjadd og sápulin millum
tey. Búnin er myrkabláur
dupultknappaður jakki við
gulum jarnknappum. Hann
er helst í ljósabláum buksur
og í sjó ella marinukeppi,
har á stóð Politikorpset.
Til útgerð hoyrdi sápul.
Slíðrin er heftur í breiða
hvíta skráreim, og rifla við
langari spískari bajonett.
Útgerðin
er
varðveitt
á
forngripasavninum.
Peter Hans var á vakt á
skansanum ávísar tíðir, og
hann var á bygd í ørindum
viðhvørt. Mannbjørn spurdi
Lenu, um pápin onkuntíð
fekk
brúk
fyri
vápnum
sínum. Vanliga ikki, men
einaferð hevði hann sett
skøvningin við skaftinum
av sáplinum fyri bringuna á
einum ófriðarligum manni.
Tað var nokk til at hesin
sissaðist.
Politijakkin hekk á veggi
num í húsinum á Krákusteini
umbroyttur til vanligan jakka
av Sørini, soni Petur Hans.
Peter Hans átti eina hampi
liga trøð úti við Strond, sum
sonur hansara seinni tók yvir.
Lena
Aftaná at hini systkini vóru
gift út og foreldrini vóru
deyð, búði Lena einsamøll
í húsinum á Krákusteini,
til hon doyði 86 ára gomul í
1964. Lena var sera vinsæl og
hevði ofta vitjan.
Hon fekk til arbeiðis at
røkja forngripasavnið. Eitt
arbeiði hon hevði nærum
lívið út.
Hon vísti runt og greiddi
frá
lutum
á
Forngripa
savninum fyri vitjandi. Eisini
vóru nógv útlendskt vitjandi.
Her fekk hon ein skara av
vinum og kenningum. Mong
teirra sendu henni postkort
aftaná. Onkur teirra vóru
kend frá almenna lívinum.
Ein teirra var Bodil Koch,
kend sum kirkjumálaráðharri
hjá Jens Otto Krag. Hana
hevði Lena fast brævaskifti
við. Bodil Kock vitjaði aftur
og var inni hjá Lenu meira
enn einaferð í samband við
almenn ørindi í Føroyum.
Kanska er tað frá forn
gripasavninum, at Lena kom
at kenna K. Bang, kendur sum
stjóri á marinustøðina, og
konu hansara. Tey gjørdust
góðir vinir. Lena varð við
hvørt boðin yvir í borgina hjá
teimum yvir við Strond.
Lena bjóðaði ofta útlend
skum vitjandi til hús. Her
var altíð ein streymur av
ferðandi
um
sumrarnar.
Summi hugdu bara. Summi
teknaðu lutir upp ella tóku
myndir.
Starvið sum forngripa
vørður hevði Lena í úti
við 20 ár. Hon væntaði at
fáa
dannebrogordan
frá
kongi fyri tað. Tað var
nær við, at tað eydnaðist.
Men tey vildu verða við, at
hon bara hevði verið 19 ár
á
Forngripasavninum,
tá
ið kongur einaferð var og
vitjaði.
Tá vitjandi vóru heima hjá
Lenu, kundi hon finna uppá
at spæla urgu fyri teimum.
Urgan stóð inn av hurðini
høgrumegin í minni stovuni.
Um áhugi var, kundi hon vísa
teimum, hvussu tey spunnu
fyrr.
Lena kundi eisini vísa
teimum, hvussu tey brúktu
grúgvuna fyrr. Hartil hevði
hon altíð brenni liggjandi
til grúgvuna og til at leggja
í bíleggjaraovnarnar. Sjálv
hevði hon ein primus á einum
stóli við síðuna av grúgvuni
til at kóka á. Tá ketilin kókaði,
minnist Mannbjørn, at Lena
segði, at »nú snurraði.« Hetta
var fyrstu ferð, hann hoyrdi
tað.
Lena
gekk
vanliga
í
svartari alpuhúgvu. Hon var
eitt sindur dimt og gamalkent
klødd, sum enn var vanligt
hjá eldri konufólki. Hon var
heldur kløn og eitt sindur
boygd framyvir. Hon tosaði
nokk so títt, og Mannbjørn
helt
nógv
danskt
var
ímillum. Hetta var meira
vanligt í Havn enn á bygd.
Fyri Mannbjørn var hetta
ein rødd frá tíðini áðrenn
aldaskiftið í gomlu Havnini.
Lena var andsfrísk til tað
síðsta. Hon doyði av meini,
hon klagaði um í fleiri ár. Tað
vísti seg at vera krabbamein í
maganum.
Hon hevði annars, burtur
sæð frá, at hon sum lítil
smágenta hevði havt óreinu
barnasjúkuna menigitis, havt
góða heilsu alt lívið, so tey
ivaðust ikki í, at hon náddi
teimum 100! Systrarnar blivu
eisini sera gamlar.
Hini børnini
Tey í húsunum har høvdu
verið fýra børn. Sørin, sum
var
næstyngstur,
giftist
við Onnu Julinu Matras úr
Klaksvík. Mamma hennara
var Anna Malena, sum var
serstakliga røsk at vitja Egil.
Søren búsettist beint yvir
av húsunum á Krákusteini.
Hann
doyði
lutfalsvís
ungur. Katrina giftist við
kenda skiparanum Sámal
Cristiansen í Hvannasundi.
Tey búsettust úti á Landavegn
um. Yngst var Andrea, omma
Mannbjørn. Hon giftist við
Mortan Mortensen í Mýruni
frá Øravík. Tey búsettust á
Tvøroyri um byrjan av fyrra
heimsbardaga.
Petur Hans Sørensen:
Søldfirðingurin sum endaði á Krákusteini
Tað er væl kent, at teir best kendu havnarmenninir komu av bygd. Ein av hesum
var Petur Hans á Krákusteini, sum giftist við Charlottu í Dali
Peter Hans sum politistur.
Tað er ikki eydnast at
fáa mynd av Charlottu
F.v. Jóhannes á Heygnum úr Klaksvík, beiggi
Onnu Julinu, gift við Søren, Sámal í Hvannasundi
giftur við Katrinu og Lena, svigarinna teirra
Húsini á Krákusteini. Myndirnar
læntar frá Søren Christiansen
PETER HANS
SØRENSEN
F. 10.1 1844
D. 17.11 1929
CHARLOTTE
SØRENSEN
F. 16.9 1851
D. 26.9. 1931
ELSEBETH
HELENE
SØRENSEN
F. 18.2 1878
D. 8.9 1964
Í komandi parti
verður greitt frá
Johannes Nicolajsen,
fyrsta keifúta í Havn