fríggjadagur 6. august 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 116 · 6. august 2010
6
Prát
samrøða
Uni Arge
Hon hevur verið virkin sjónleikari í
nærum 50 ár, og hóast hon er havnar
kona um ein háls, hevur hon bóndast í
Skálavík, síðan hon fyri 28 árum síðan
møtti manninum, Pálli í Dalsgarði. Á
ólavsøku helt Laura Joensen í sam
bandi við ólavsøkusangin undir ting
húsinum røðu um tjóðarhátíðina og
landsins støðu. Onkur helt, at hon var
bersøgin, meðan onnur hildu, at hon
segði mangt, ið neyðugt var at siga. Vit
hava órógvað bóndakonuna í Skálavík
við nøkrum útdýpandi spurningum til
Summarprátið.
Tú nevndi í røðuni á Vaglinum
dansin um gullkálvin. Hvussu
fer hann fram í dag?
Tað er bara at hyggja rundan um
okkum. Hygg at húsunum, ið verða
bygd. Tey eru sum slott. Sjálvandi skulu
fólk byggja sær hús, men tey nýtast ikki
at vera størri og flottari enn tey hjá
grannanum. Far niðan á Sandvíkahjalla
og síggj, hvat fólk blaka burtur. Alt gott
um Endurnýtsluna, men nógv gott
tilfar fer bara upp í bláa luft. Eg hugsi
eisini um tað materiella skramblið, ið
verður innflutt, sum vit so senda til
onkra neyðhjálp, tá vit eru troytt av tí.
Mentanin at brúka og blaka burtur er
øgilig. Hvat er meiningin við at keypa
útlendskar bankar? Hava vit onki lært
av Íslandi? Bankastjórarnir eru um at
hoykna undir egnum lønum, meðan
vit vanligu brúkarar skulu gjalda
fyri hvørja einastu lítlu tænastu, so
tú næstan fært hall av at hava nøkur
oyru standandi í bankanum, tí rentan
er so lág. Summi skúma róman, meðan
onnur sita eftir við sviðusoð.
Í røðuni nevndi tú, at
øll fáa ikki lut í sam
felag sins ríkidømi. Hvat
meinar tú tá við?
Tá ið sparast skal, eru tað sum oftast
tey lægst løntu, ið skulu spenna
beltini inn, tí annars eru vit ikki
kappingarfør í prísi. Men hvar ber
til at spara hjá teimum, ið arbeiða á
flakavirkjum, sjúkrahúsum, í skúlum,
almannaverkinum, á eldraøkinum og
mentanarøkinum? Hesi økir eru øll
neyðug í samfelaganum, og vit fáa
øll ágóðan av teimum. Ein partur av
fólkinum hevur møguleika at keypa
seg til okkurt eyka, men størsti parturin
hevur ikki, og tey, ið arbeiða innan hesi
økini, eru tey, ið lønarliga eru lítið vird.
Her má meira samhaldsfesti til. Skrivað
stendur, at tann, ið hevur, skal fáa, men
tað má vera so, at tann, ið hevur, má
lata. Tað ber ikki til at knokkroyta
skallut. At øll, ið arbeiða innan hesi
økini, gera eitt ovurstórt arbeiði hóast
vánalig kor, má ikki gerast ein sovipúta
hjá politikarunum.
Tú ert sjónleikari og vil hava
betri umstøður til Tjóðpallin.
Hvønn týdning hevur sjón
leikur fyri samfelagið?
Sjónleikur er tann listin fram um
aðrar, ið endurspeglar veruleikan, og tí
hevur hann stóran týdning. Veruleikin
er ikki so rósureyður, sum vit kanska
hava lyndi til at halda, og sum summir
politikarar vilja hava okkum at halda.
Lívið í øllum sínum fjølbroytni er eisini
ljótt og skitið, og tað eigur sjónleikurin
eisini at vísa á. Ávísir politikarar áttu
at gingið nógv meira til sjónleik.
Teir høvdu kanska lært okkurt av tí.
Tjóðpallur Føroya eigur at gerast
okkara flaggskip innan sjónleikin, og
tí skal hann hava betri umstøður. Eisini
eiga politikararnir at taka ábyrgdina
av, at vit fáa ein vælvirkandi Tjóðpall.
Teir hava samtykt, at vit skulu hava
hann, so vónandi lata teir hann ikki
verða húkandi á knøunum alt ov leingi.
Gabriel Garcia Lorca segði, at hjá tí
tjóð, ið ikki stuðlar leiklistini, stendur
deyðin í durinum.
Skal sjónleikur provokera
ráðandi fatanir, vísa á
skeiv leikar í sam felag
num ella kanska bara
fáa fólk at flenna?
Sjálvandi skal hann provokera ráðandi
fatanir og fyri tann skuld allar aðrar
fatanir. Tá tú vísir á skeivleikarnar, er
spegilin klárastur. Tað ber ikki til at
káma spegilin við at nokta at tosa um
summi evnir, tí onkur politikari krevur
tað. Tað er at renna undan ábyrgd og
ikki síggja veruleikan í eyguni. Sjálvandi
skulu látur og undirhald eisini vera í
leikhúsinum. Dario Fo segði, at tá tú
letur munnin upp og flennur, fær vitið
møguleika at fara inn. Tí er satiran, tá
hon er best, so týdningarmikil.
Hvørjar hava verið tínar
størstu upplivingar
í sjónleikinum?
At standa á palli í Sjónleikarhúsinum
fyrstu ferð sum 1516 ára gomul var
stórt. Sekstiárini í Sjónleikarhúsinum
vóru ein stórtíð hjá sjónleikinum í
Føroyum. Eyðun Johannessen, fyrsti
útbúni sjónleikarin, kom heim og legði
grundina undir nýmótans sjónleikin.
Longu tá vóru ætlanir frammi um
tjóðpall og at útbúgva sjónleikarar. Í
1977 varð Gríma stovnað. Tá búði eg
í Danmark, men kom so heim tvey
ár seinni og havi verið við síðan. Av
stórum upplivingum og avbjóðingum
fyri meg persónliga kann eg nevna
einrøðuleikirnar "Kærleiksøga Aldar
innar," "Logi, logi eldur mín" og "Shirley
Valentine." Tann størsta upplivingin,
tú sum sjónleikari kanst fáa, er, tá
alt gongur upp í eina hægri eind, og
tú kennir, at tú hevur áskoðaran við
tær. Eisini hevur tað verið stórt, at eg
tvær ferðir havi fingið størsta heiður,
tú kanst fáa fyri mentanarlig avrik her
á landi, M.A. Jacobsens virðislønina
og Mentanargávu Landsins. Hetta
vóru viðurkenningar, sum fingu meg
at trúgva, at alt hevur ikki verið til
fánýtis. At verða biðin at halda røðu
á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag var
eisini eitt hæddarpunkt í mínum lívi.
Tú bóndast í Skálavík
saman við manninum.
Akkurát hvat fáast tit við?
Spyr heldur, hvat vit ikki fáast við. Í
dag havi eg hongt upp á eitt turkilag og
kókað rabarbusúltutoy, og í kvøld skal
– Sjónleikur Skal endUrspeglA sAmfelAgið, og ongi evnir mugu tigaSt burtur
á palli, bara tí nakrir politikarar vilja tað, tí verUleikin er, at lívið er ikki
bara róSureytt, men eiSini ljótt og Skitið, Sigur lAUrA Joensen, Sjónleikari og
bóndakona í skálAvík. Hon HarmaSt um materiella oyðSlið í Samfelagnum og
fegnaSt um virknA lívið á garðinum í Skálavík, Har Hon og maðurin Hava ovmikið
at tríva í alt árið. eydnAn er at liva í friði, semJU og nøgdsemi, Heldur Hon
Politikarar
skuldu gingið
meira til sjónleik