Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 6. august 2010 · Nr. 116 Sosialurin t Manhattan, t klaksvíkina Heini. – Tað er meir intimt, og vit komu í nógv betur samband við áksoðararnar, enn vit gjørdu í fjør, tá vit spældu á stóra pallinum. Tættari at áskoðarunum - Á hesum pallinum í teltinum føldu vit betur fólkið, komu nærri at teimum, og á henda hátt bleiv stemningurin betur og samskiftið við áskoð ararnar nógv betur og tættari, greiður Heini frá. - Og tað var sanniliga góður stemningur frá byrjan til enda. Tá The Dreams framførdu allar teir góðu, gomlu føroysku slagararnar í punkútgávu fingu teir og áksoðararnar akkurát tað, tey ætlaðu. – Eina fjøld sum dansaði, klappaði og sang við, so tað at enda gjørdist so trongligt uppi við pallin, at fleiri máttu koma út fyri at fáa sær fríska luft. The Dreams levera vør una The Dreams eru topp proffessionellir og veruliga rock'n roll allan vegin. - Og proffessionalisman er galda- ndi á øllum økjum. Tað er væl skilligt, at teir hava hittað ferð eftir ferð í Danmark, og nú eru á veg fram á týska tónleikapallinum, har teir hava vunnið seg fram á hittlistan hjá MTV. - Klæðir, hár, attituda, sam skifti, tónleikaskrá og framførslan sum heild var gjøgnumførd til fingra- spíssarnar. Tá danski rapp- arin, Niarn kom á pallin við síni gangsta attitudu gjørdist framførslan tyngri og harðari, men tað var ikki ein keðilig broyting. Saman við Niarn spældu The Dreams lagið hjá áðurnevnda, ”Undskyld (Jeg Var Fuld) og lagið hjá The Dreams ”Murderers”, og tað riggaði væl. Rapparaattitudan og tón leikurin hjá bólkinum kompli menteraðu merkverd- iga væl hvønn annan, og góvu konsertini eina aðra dimensión. Nakað, sum kem- ur teimum til góðar, eftir teir eru byrjaðir at spæla saman í Danmark. M. a. skulu The Dreams víðari til Skanderborg festivalin, har teir skulu spæla, longu í morgin. Ein onnur dimensión Hetta var fínt, tí konsertin á henda hátt so at siga var deild í trý: Gomlu føroysku slagararnar, m. a. ”Sasasasa”, ”Til allar vinir”, ”Sirkus Tinganes” og ”Sjeikurin”, sum altíð eru ein succes millum áhoyrararnar, donsku og ensku løgini hjá The Dreams, m. a. hittið ”Backstabber” og ”Himlen falder, helvede kalder” og síðan duettirnar millum forsangaran við pinka hanakambinum, Hans Edward Andreasen og mr. Niarn. Hesi skiftini høvdu við sær, at konsertin gjørdist ein fjølbroytt uppliving, sum tó ikki gjørdist ørkymlandi á nakran hátt, tí tann gjøg- numgangandi reyði tráðurin, ið er tunga, punk, emu, rokk kendi botnurin og samskifti millum limirnar í bólkinum við áhoyrararnar ongantíð var kliptur. Eitt vátt punktum Tá hóskvøldið var at enda, settu veðurguðarnir eitt óvanliga vátt punktum fyri fyrsta kvøldið av trimum á Summarfestivalinum, 2010. – Eitt kvøld, sum umframt The Dreams, Ingunn og Her- borg og barnatiltak eisini bjóðaði tungt, mergjað metall við rokkbólkinum Synarchy, sum í mai og juni var á konsertferð í Europa við brasilska trash bólkinum Musica Diablo. Til framføsluna hjá tiemum í Flags Tjaldinum var ikki so nógv fólk, men tey sum vóru, sóu avgjørt út til at njóta harða tónleikin og høvi til at rista hárið saman við limunum í bólkinum. Martin Joensen, fólkakæri sangarin og guitarleikarin, var seinasta navnið á skránni fyri kvøldið, og hann framførdi á Føroya Tele pallinum kl. 01 í nátt. Eitt heldur løgið tíðspunkt at leggja eina slíka framførslu, sum kanska hevði egnað seg betur tíðliga um kvøldið. Umframt hesar framførslur vóru eisin Uni Arge og Rógvi Jacobsen á palli á ávíkavist Føroya Tele pallinum og í Flags Tjaldinum sissal@sosialurin.fo Ungu kvinnurnar, íslendska Ingunn Kristiánsdóttir og Herborg Hansen úr Klaksvík framførdu saman við Pætur Gerðalíð, sum spælir trummur og gittar