Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 116 · 6. august 2010 7 eg baka pannukøkur til eitt ferðalag, sum kemur í húsini undir Borgini í Norðasta Haga. Annars fáast vit við tað, sum krevst á garðinum. Garðurin er 12 merkur og ber um 500 áseyðir, so ovmikið er at takast við alt árið. Nú er hoyggingin fyri, og vit eru enn so gamaldags, at vit bara nýta turt hoyggj, og sum veðurlagið er hjá okkum, eru turkiløgini álitið. Tá hoyggingin er liðug, fara vit at rigga til heystið, og slaktið krevur sítt. Um veturin hava vit nakað av seyði standandi inni, og kjøtið skal avgreiðast til jólar. Eisini hava vit gæs, sum skulu avgreiðast til jólar, og eftir tað stundar til váringina. Eg havi fingist eitt sindur við at dyrka ymiskt grønmeti, men ymiskt er, hvussu tað hilnast. Um summarið er háárstíð á garðinum, og sum oftast er summarið alt ov stutt. Ta ljósu tíðina fáast vit eisini eitt sindur við ferðavinnu. Er tað strævið lív at vera bóndakona? Strævið og strævið. Um tú tímir tað, er tað ikki strævið, hóast eg ofta eri móð, tí tað er hart kropsligt arbeiði, men mær dámar tað, og so leingi eg eisini tími tað, er tað ikki strævnari enn so nógv annað her í lívinum. At kenna kropsliga møði kann eisini vera ein fragd, serliga tá tú veitst, at tú hevur gjørt okkurt, sum sæst aftur. Er tað ikki púra óvanligt, at sjónleikarar bóndast? Nú er tað maðurin, sum er bóndi. Eg havi mítt frælsi at gera tað, eg vil. At byrja við helt eg samansetingina vera góða, tí bóndalívið er sesongarbeiði, men tað er vorðið so stórur partur av mínum lívi, at hóast eg ikki havi slept sjónleikinum, eri eg ikki so nógv á palli longur. Men eg eri framvegis uppií. Annars er hendan samansetingin ikki heilt ókend. Ein lærari, eg hevði, tá eg las til dramapedagog, var eisini bóndakona og ógvuliga virkin innan áhugaleik. Tá kendi eg ikki Páll, men tá eg kom at kenna hann, hugsaði eg ofta um hana, tí um hon kundi gera bæði, kundi eg eisini. Er lívið á bygd betri enn lívið í býnum? Tað er ringt at taka dagar ímillum. Bæði hava sínar dygdir og vansar, men eg vil siga, at sum havnarkona er tað gott at hava eina holu har. Eg havi eisini fyri neyðini at hava mítt stað í Havn, tí tá eg arbeiði við sjónleikinum, er Havnin sum oftast útgangsstøðið. Eg vildi ikki verið Havnina fyriuttan. Mær dámar væl í Skálavík, men best dámar mær, tá vit eru í húsinum undir Borgini. Tá fært tú frið í sálina og kanst løða battaríini í tøttum samljóði við náttúruna. Hvussu ávirkar veðrið arbeiðið hjá tykkum í Skálavík? Tað ávirkar kanska ikki meg so nógv sum mannin. Hann er ógvuliga veðursjúkur. Men sjálvandi ávirkar veðrið. Tá tú fyrireikar summarið og leggur ætlanir, er tað við tí fortreyt, at veðrið verður gott. Nú var fyrsti hundadagur ein so avbera góður dagur, so vit væntaðu, at komandi mánaði fór at verða góður, men so er ikki. Vit hava verið plágað av mjørka og regni, so ætlanin við øllum tí, vit skuldu gera, er langt síðan farin av kós. Tað plagar at vera so, at tá vit fara til Havnar, verður altíð gott veður, og soleiðis var eisini á ólavsøku. Tá er bara at lata standa til og siga, at nú eri eg á ólavsøku og útseti ta ringu samvitskuna til aftaná. Troyttast tú mangan av føroyska veðrinum? Sjálvandi er tað troyttandi ikki at kunna gera tað, tú hevur sett tær fyri. Men meg ávirkar tað kanska ikki so nógv, tí eg havi altíð okkurt, ið liggur á láni, ið kann gerast innandura, okkurt at lesa ella fyrireika meg til. Eg týði eisini, geri okkurt hondarbeiði ella taki kanska bara ein dag upp á longs og sovi leingi, tí eg eri B-menniskja. Sjálvandi troyttist eg, um hoyggið rotnar, og vit noyðast at avlýsa alt orsakað av veðrinum, og tað kemur ikki so sjáldan fyri. Tit skipa eisini fyri útferðum í Skálavík. Hvussu fer tað fram? Tað kallast í ferðavinnuhøpi heima- blídni. Vit skipa fyri útferðum í húsini undir Borgini, onkuntíð saman við Kunn ingarstovuni. Eisini taka vit ímóti ferðafólki, bólkum og einstaklingum, til gisting og mat. Tá ferðavinnan fór at taka seg upp, vórðu vit spurd, um vit kundu verða ferðaleiðarar á eystursíðuni á Sandoynni. Tað hevur so vundið upp á seg. Sjálvandi er eitt sindur avmarkað, hvussu vit kunnu taka ímóti, tí vit skulu eisini hava tíð at gera arbeiðið á garðinum. Aðalmálið hjá okkum er at kunna borðreiða við tí, ið bøur og hagi geva, tvs. heimagjørdum føroyskum mati. Summir túrar, vit gera, knýta seg eisini at plássum, ið eru kend úr sagnum og søgu. Hvør er tín dreymur fyri Føroyar? At Føroyar verða frælsar. Hvussu vilt tú lýsa lyndið í føroyingum? Tað er ilt at siga. Tað veldst um, hvørt tú meinar tað negativa ella tað positiva. Tær sjey deyðssyndirnar munnu vera toluliga javnt býttar millum flestu føroyingar, eins og nógvir góðir eginleikar eisini eru javnt býttir okkara millum. Skulu vit tosa um tað negativa, so haldi eg, at neringssorg er eitt umfatandi negativt eyðkenni hjá føroyingum, serliga tá hugsað verður um tað æviga jabbið um handan ólukku blokk stuðulin. Hvar tramin er sjálv- bjargnið? Eisini haldi eg, at dupult- moralur og vantandi tolsemi hava í so stórt pláss í føroysku fólkasálini. Sjálvandi eru positiv eyðkenni eisini. Sum heild eru føroyingar fittir, hjálpsamir og uppfinnsamir. Hvat er eitt eydnuríkt lív? At liva í friði, semju og nøgdsemi. Tá sigi eg ikki, at vit ikki kunnu vera ósamd, men at vit eiga at loysa ósemjurnar við uppbyggjandi loysnum heldur enn at niðurgera hvørt annað. Laura Joensen, sjónleikari og bóndakona í Skálavík, heldur røðu undir tinghúsinum ólavsøkudag Mynd: Jens Kristian Vang