Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. august 2010 · Nr. 116 8 Sosialurin Eydna Skaale - Gentan hjá okkum var spádd at verða ein grøntsak í einum koyristóli. Hon fór ikki at megna nakað, og lækn in mælti okkum til ant in at avlevera gentuna á ein um ansingarheimi ella at fara heim at ansa henni og so ikki fáa okkum fleiri børn. Soleiðis byrjaði fyri lest- ur in hjá Tórunn Laksáfoss, sum hon helt í MBF-húsinum miku kvøldið. Opið og erligt greiddi hon frá, hvussu hon og maðurin ikki vildu taka boð ini frá læknanum í álvara, men fingu ístaðin trý børn aftur at meðan tey herjaðu á at venja lítlu gentuna. ABR-venjing Fyrst royndu tey venj ing- ar hátt in Doman, sum eisini verð ur nýttur her heima í Føroyum. - Hetta hjálpi lítlu Beintu væl á summum økjum, men vit sóu eingi framstig í motorisku menningini. Og tí skiftu vit venjingarhátt og royndu ABR, sigur Tórunn, sum arbeiddi sum heila- gransk ari, áðrenn hon átti spast isku Beintu. ABR merkir Advanced Bio mechanical Re ha bi li ta- tion. Tað er eitt torført orð, men Tórunn leggur dent á, at venjingin ikki er torfør – tvørt ur ímóti. - Tað, sum venjingin ger, er, at hon fer inn og rættar tann slætt-muskulaturin, sum ofta fer av lagi hjá børn- um við breki. Við at trýsta sys te mat iskt á tey økini á kroppi num, ið hava størstan tørv á venjingini, aktiverar tú kroppin. Við nóg nógvari venj ing endar tað við, at kropp urin at enda megnar at viðlíkahalda seg sjálvan ístað in fyri at forfella, sum hann ofta ger hjá spast ik ar- um og øðrum við heilaskaða, greið ir Tórunn frá. Venjingin kann fremjast av øllum, og tað einasta sum krevst er, at tú kemur á skeið fýra ferðir árliga, so ser- frøð ingar kunnu meta um, hvussu gongur við venj ing- ini og hvussu ar beið ast skal víðari. ABR er ein passivur venj ing arháttur, har tann heila skaddi ikki skal vera aktiv ur á nakran hátt, eins og til dømis við venj ing ar- hættunum Doman ella Petø. - Tað krevur, at tað er ein, ið átekur sær at fremja venj ing ina systematiskt. Og sum setur umleið tveir tím- ar av dagliga til at trýsta varliga á kroppin á tí heila- skadda. Tað kann gerast meðan viðkomandi hyggur í sjónvarp, lesur, svevur ella spæl ir, vísir Tórunn á. Hon sigur, at venjingin skal passast til heimið, og hon kann fremjast alla stað- ni. So tað er eingin orsøk at um møbel erað ella broyta alt har heima. Øðrvísi enn annað Tórunn vísti eina bleyta pútu, sum verður løgd á tað stað ið á kroppinum, sum skal gjøgn umarbeiðast. Síðani trýst ir tú á hesa pútuna við løtt um og systematiskum trýst um. Eisini eru onkrar venj ing ar á bólti. - Munurin á hesum venj- ing ar háttinum og øðrum er, at vit við hesum fara inn og strimbra vøddar, spengur og hindur til at arbeiða, sum tær eiga. Við øðrum venj ing- arhættum lærir tú barn ið at arbeiða við teimum spast- is k u musklunum, sum bara gerast verri og verri. Og um tú ikki venur í eina tíð, so missir barnið teir før leik ar- nar, tit annars hava arbeitt og vant fyri at fáa, tí kropp- urin versnar og gerst meiri spast iskur. Við ABR gongur tað bara ein veg, og tað er framá. Um tú gevst við at venja, so missir barnið ikki teir førleikarnar, tað hevur fing ið, tí vit fáa kroppin sjálv an at arbeiða, sum hann ger hjá ”normalum” fólkum, sum ikki bera brek. Stór framstig Tórunn vísti myndir og greiddi frá, hvussu stóra menning tey hava sæð hjá dóttr ini, Beintu. - Hon stóð til at fáa eina akutta mjadnaskurðviðgerð, tí, sum hjá nógvum spast i k- ar um, vóru mjadnarnar á veg at fara úr lið. - Men eftir at vit høvdu vant í eina tíð, fóru vit aftur til læknan, sum staðfesti, at skurðviðgerðin ikki long ur var neyðug. Og eisini rygg- ur in, sum var blivin skeivur, hev ur nú rættað seg út aftur, tí vøddarnir arbeiða, sum teir eiga. Beinta er nú eisini byrja at tosa, hon etur sjálv við gafli, og tá hon stendur uppi, hevur hon hælirnar í gólvinum, ístaðin fyri at standa á tá, sum spastikarar oft ast gera, tí vøddar og speng ur eru so spent. Frá grøntsak til virðis Í Danmark hava tey vant eftir ABR venjingarháttinum í fleiri ár, men í Føroyum sótu fólk við gapandi munnum, tá Tórunn Laksáfoss mikukvøldið legði fram um venjingarháttin. Hon hevur í nøkur ár vant spastisku dóttrina Beintu, og framstigini eru ósigiliga stór. Beinta hevur gjørt forsøgnina hjá læknunum um, at hon fór at vera ein grøntsak uttan førleikar, dyggiliga til skammar 345 m2 av ovaru hæddini hjá Pf. Valdemar Lützen kunnu nú fáast til leigu. Skrivstovuhølið er í sera góðum standi, og liggur mitt í Havnini. 220 parkeringspláss. Møgulig áhugaði kunnu venda sær til Høgna Lützen á tel. 213536 Kóntórleigumál á Skálatrøð við panorama útsýni Sera góð parkerings viðurskifti Pf. Valdemar Lützen TIL LEIGU: Sosialurin 341800