mánadagur 9. august 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 9. august · Nr. 119
Sosialurin
Kristian Dahl
Kl. 00.24: En 14 ára gomul genta
datt niður av 5. hædd í Blok P í mið
býnum í Nuuk. Gentan fekk stóran
skaða og var flutt á sjúkrahúsið.
Hon var seinni flutt til Danmarkar
á Ríkissjúkrahúsið. Kannað verð
ur, hví gentan datt útav. Einki
bend ir á, at nakar annar var uppií
hendingini.
Kl. 00.40: Bilur farin útav vegnum
í Nuussuaq uttan fyri býin í Nuuk.
Ein kvinna var í bilinum, og varð hon
skuldsett fyri rúsdrekkakoyring.
Kl. 00.51: Húsaófriður í einari íbúð.
Ein gestur var blivin illur í sær og
var blivin harðligur. Løgreglan fór á
staðið, men fólkið var rýmt, áðrenn
løgreglan kom.
Kl. 01.15: Fráboðan um ein leysan
hund, sum sær út til at hava nógva
pínu og er møguliga skaddur. Ein
djóralækni boðsendur at kanna
hundin. Vísti seg ikki at hava nakr
an skaða, og varð hundurin latin til
djórainternatið.
Kl. 02.23: Fráboðan um at ein mað
ur sparkar á úthurðina og er ólát
að ur uttan fyri eina íbúð. Maðurin
rýmdi, áðrenn løgreglan fekk hend
ur á honum.
Kl. 03.00: Kvinna fráboðar, at pápi
hennara, sum er fullur, hóttir hana
í íbúðini. Hon hevur stongt seg inni
í sovikamarinum. Løgreglan fór
til staðið, men tá var maðurin av
dottin. Kvinnan fór aðrastaðni at
sova hesa náttina.
Kl. 03.59: Kvinna fráboðar, at sonur
hennara er í ferð við at knúsa inn
búgvið í íbúðini. Løgreglan fór til
staðið, men tá valdaði friður, og tey
skuldu sjálvi avgreiða málið.
Kl. 05.13: Tveir bardagar í mið bý
num, sum løgreglan fór til og fekk
steðgað. Eingin fekk mein í til
burðunum.
Kl. 06:35: Fráboðan um ein full an
mann, sum stóð uppi á rima verk
inum á svalagongdini í Blok P á 5.
hædd. Vandi fyri at maðurin skuldi
detta útav. Løgreglan fór til staðið,
men maðurin var sjálvur farin nið
ur av aftur, og vandin var av.
Kl. 07:00: Fráboðari hevur illgruna
um, at ein reyður bilur koyrir í
býnum við rúsdrekkaávirkaðum
førara. Løgreglan fann stutt eftir
bilin parkeraðan, og eingin førari
at síggja.
Kl. 07.36: Ein ókendur maður er
komin inn á bústaðin hjá einari
familju. Maðurin tykist í ørviti.
Løgreglan fór eftir manninum.og
koyrdi hann til hús.
Kl. 07:52: Herverk framt á ein rút
í Brugseneeraq (lítlu Keyps sam
tøkuni) í miðbýnum. Nøkur fólk
høvdu fingið hendur á gern ings
manninum. Maðurin tikin inn á
politi støðina, har hann bleiv skuld
settur fyri herverk.
Kl. 09:42: Ein fullur maður liggur
avdottin árakað ”Brettinum” (har
veiðumenn
selja
grønlendskan
mat) í Nuussuaq. Løgreglan fór á
staðið og fekk lív í mannin, sum
helt leiðina fram sjálvur.
Kl. 10.55: Fráboðan um, at tvey børn,
9 og 11 ára gomul, vóru einsamøll
heima, meðan mamman gekk full
í býnum. Sosialu myndugleikarnir
fráboðaðir og skuldu taka sær av
børnunum.
Kl. 12.20: Ein kvinna ynskir hjálp
frá løgregluni at fara eftir nøkrum
av klæðum sínum, sum eru í íbúð
ini hjá fyrrverandi sambúgva henn
ara, tí hann forðaði henni í at fáa
klæðini. Málið var loyst í sátt og
semju.
Kl. 12.55: Maður tikin í handlinum
Pisiffik, har hann hevði stolið eina
fløsku av víni. Maðurin tikin við á
politistøðina, har hann fekk eina
bót.
Kl. 13.50: Fráboðan um, at full
fólk eru til ampa uttan fyri mat
vøru handilin Pisiffik í Nuussuaq.
Løgreglan koyrdi ein túr í økinum,
og tað fekk fólkini at vera friðarlig.
Kl. 14.05: Fráboðan um, at ein full
genta liggur nærhendis einum
skúla í Nuussuaq. Løgreglan fekk
gentuna upp á beinini og kláraði
hon seg sjálva víðari.
Kl. 15.50: Maður hevur stolið ein
pakka av Mattak (hvølja av ná
hvali) í Brugsen. Maðurin fluttur á
politistøðina og fekk bót.
Kl. 16.55: Fráboðan um at onkur
selur hash uttan fyri Brugsen. Løg
reglan patruljeraði í økinum og
gjørdi fyribyrgjandi arbeiði.
Kl. 17.40: Fráboðan frá Kamik Cent
er Marked um, at ein maður er tik
in, sum hevur stolið tvær dósir
av spaghetti. Maðurin fluttur á
politistøðina, har hann fekk bót.
Kl. 17.55: Aftur ein fráboðan um
stuldur, hesaferð frá matvøru
handlinum Pisiffik í Nuussuaq, har
ein maður hevur stolið matvørur
fyri 72, kr. Maðurin fluttur á politi
støðina, har hann fekk bót.
Kl. 18.10: En maður sparkaði á
ein politibil, meðan bilurin stóð
parkeraður í miðbýnum. Ein bugla
var komin í hurðina. Vitni høvdu
sæð mannin fremja herverkið og
vístu tey á, at maðurin var farin
ínn í matvøruhandilin Pisiffik nær
hendis. Løgreglan handtók mannin,
sum varð skuldsettur fyri her verk
og somuleiðis fær eitt endur
gjaldskrav fyri skaðan, hann gjørdi
á politibilin.
Kl. 19.50: Ein maður vendi sær til
politistøðina og fráboðaði herverk,
tí ein kvinna hevði brotið ein rút í
íbúðini hjá fráboðaranum. Gern
ingskvinnan verður boðsend til
avhoyringar.
Kl. 20.37: Fráboðan um at eldur
er í einar trappugongd í Blok P.
Sløkkiliðið boðsent. Vísti seg at vera
nøkur ungfólk, sum høvdu sett eld
á ein plastrút, sum var smeltaður.
Lítil og eingin eldur og ikki brúk
fyri sløkkiliðnum.
Kl. 21.40: Fyri 5. ferð í dag kom
fráboðan um stuldur úr handli. Hesa
ferð var tað aftur úr handlinum
Kamik Center Marked, har ein
maður hevði stolið vørur fyri 63,50
kr. Maðurin fluttur á politistøðina,
har hann fekk eina bót.
Kl. 22.45: Fráboðan um at ein full og
ómøgulig kvinna er gingin amokk
á bingjuøkinum við bryggjaríið.
Løgreglan fór til staðið, har tað
bleiv staðfest, at kvinnan hevði
etið eina ókenda nøgd av tablettum.
Sjúkrabilur boðsendur, og kvinnan
varð koyrd á sjúkrahúsið.
Kl. 22.48: Fráboðan um at fýra
smá børn, yngsta um tvey ár,
hava gingið einsamøll uttan dura
í gamla býarpartinum í góðan
hálvan tíma. Sosialu myndug
leikarnir boðsendir og skuldu
taka sær av børnunum og royna
at finna fram til foreldrini.
Kl. 22.56: Fráboðan um at graffiti
er málað á Blok 6 og Blok 7. Illgruni
til nøkur ungfólk. Mál skrivað um
herverk.
Kl. 23.37: Fráboðan um at ein bilur
koyrir við møguliga rúsdrekka
ávirkaðum førara. Løgrelgan fann
seinni bilin parkeraðan uttan nakr
an førara í bilinum.
Kl. 23.54: Íbúgvar í einum íbúðar
blokki klaga um, at ein íbúgvi í
blokkinum larmar og er støðugt til
ampa fyri hini fólkini í blokkinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at sami
íbúgvi er til ampa. Løgreglan tosar
við mannin. Annars eru íbúgvarnir
vístir til at klaga til felagið, ið eigur
íbúðarblokkin.
Lívið í Nuuk
Tað hendir mangt og hvat í Nuuk í Grønlandi, og fólk eru kvik at melda. Kristian
Dahl, sum í løtuni er løgreglumaður í Nuuk, tekur her fram nøkur brot úr
døgnrapportini hjá løgregluni í Nuuk fyri samdøgrið leygardagin 17. juli