mánadagur 9. august 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. august · Nr. 117
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
At tað ikki er lætt at vera
fiskifrøðingur og at skula
meta
og
ráðgeva
um
fiskastovnar, vísir seinasta
tilmæli
og
frágreiðingin
um fiskidagar fyri 2010/
2011, sum Havstovan læt
landsstýrismanninum
í
fiskivinnumálum í juni í ár.
Í hesi frágreiðing verður
ásannað, at altjóða havgransk
ingarstovnurin ICES í sínum
framrokningum helst hevur
mett toskastovnin í føroysk
um havøki 39% ov lágan hin
1. januar í 2009.
– Eg skilji hesa frágreiðing
soleiðis, at ICES í mai/ juni í
ár heldur, at toskastovnurin
er 39% størri hin 1. januar
2009 enn tær metingar, sum
felagsskapurin áður hevur
gjørt.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í fiskivinnuálum,
sigur, at tað er ikki bara
henda metingin hjá ICES,
sum eftir øllum at døma er
skeiv og misvísandi.
– Í somu frágreiðing fram
gongur eisini, at ICES metir
veiðitrýstið hin 1. januar
2009 heili 54% ov høgt, leggur
hann aftrat.
Ymisk viðurskifti
Spurdur,
hvussu
hesar
metingar av toskastovninum
og veiðitrýstinum kunnu
hava verið so misvísandi,
heldur landsstýrismaðurin, at
tað er ein góður spurningur.
– Hetta eru tvey heilt
ymisk viðurskifti, sum einki
hava við hvørt annað at
gera – ávikavist metingar av
toskastovni og veiðitrýsti,
leggur hann dent á.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at ICES byggir sínar stovns
metingar undir Føroyum á
yvirlitstrolingar og aðrar
regluligar kanningar og mát
ingar, sum Havstovan ger.
– Hinvegin byggja útrokn
ingar
av
veiðitrýstinum
undir Føroyum á verandi
fiskiskipaflota, eins og á veiði
hagtøl, brúktar fiskidagar og
framrokningar, sum eitt nú
Fiskiveiðieftirlitið ger.
Jacob Vestergaard ásannar,
at tá bæði metingarnar av
toskastovninum og veiði
trýstinum hava verið so
langt við síðuna av tí, sum
áður hevur verið sagt, merkir
tað sjálvsagt, at støðan er
munandi betri, enn áður
hevur verið mett.
– Eg havi onga ítøkiliga
frágreiðing fingið um, hví
nýggju metingarnar hjá
ICES av toska
stovninum
eru
so
nógv
øðrvísi og betri enn tær,
sum felagsskapurin gjørdi
sær fyri einum ári síðan. Í
frágreiðingini verður bara
staðfest, at felagsskapurin
hevur mett skeivt. Um skeivu
metingarnar av veiðitrýst
inum verður okkurt
sagt um, at fram
rokningar hjá
Fiskiveiði
eftirlitinum ikki hava hildið,
sigur landsstýrismaðurin.
Hann fegnast annars
um, at ICES viðgongur
hesar skeivleikar, tá tær eru
staðfestar í felagsskapinum,
eins og hann fegnast um, at
støðan hjá toskastovninum
alt annað líka er betri enn
áður mett.
Stórar óvissur
Jacob Vestergaard heldur,
at
eftirmetingarnar
hjá
ICES vísa, at rættiliga stórar
óvissur eru við metingum av
fiskastovnum – og ikki minst
í tíðarskeiðum, tá hesir eru
uppella niðurgangandi.
– Tað vísir seg nevniliga,
at broytingar henda skjótari
enn áður hildið við uppog
niðurgongd.
METINGAR Altjóða havgranskingarstovnurin ICES
hevur mett toskastovnin undir Føroyum 39% ov lítlan
– og veiðitrýstið heili 54% ov høgt. – Hetta sigur
mær, at støðan ikki er so vánalig, sum fiskifrøðin
áður hevur hildið, sigur landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard
ICES ásannar
blóðskeivar
metingar
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður,
fegnast um, at
toskastovnurin
undir Føroyum
helst er nógv betri
fyri enn áður mett