Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. august 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 9. august · Nr. 117 Sosialurin Landsstýrismaðurin vísir annars til tær yngulkanning­ ar og kanningar av náttúru­ viðurskiftum, sum gjørdar eru undir Føroyum seinnu árini. – Kanningarnar vísa, at náttúruviðurskiftini hava verið góð seinnu árini, og hetta skuldi havt við sær, at fiskastovnar komu skjótari fyri seg aftur. Men sum skilst á fiskifrøðini, er alt ov lítið av yngli í mun til, hvat væntast kundi við verandi náttúru. Spurningurin er so, hvat tað er, sum hendir undir Føroyum í løtuni. Jacob Vestergaard vísir til eina sera áhugaverda frágreiðing, sum Føroya Reiðarafelag hevur gjørt um makrel undir Føroyum. – Eg haldi, mangt benda á, at tað er makrelurin, sum í veksandi nøgd er í okkara sjóøki, ið etur ein part av uppveksandi tilfeinginum, sum skuldi verið grundar­ lagið undir okkara fiska­ stovnum. Sjónarmiðini, sum Føroya Reiðarafelagið viðgerð í hesi frágreiðing, eru eftir mínum tykki sera áhugaverd og viðkomandi fyri ta gongd, vit síggja í dag, sigur landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard. vilmund@sosialurin.fo ... eg havi onga ítøkiliga frágreiðing fingið um nýggju metingarnar hjá ICES... JACOB VESTERGAARD FISKIFLOTI Veiðitrýstið undir Føroyum er eftir øllum at døma ikki nær til so stórt, sum ICES metti fyri einum góðum ári síðan Mynd: Karstin Vang Vilmund Jacobsen Tá verandi fiskidagaskipan var skrúvað saman fyri sløkum 15 árum síðan, vóru bæði fiskifrøði, vinna og politiska skipanin við í arbeiðnum. Henda skipan hevur nú staðið sína roynd við teimum ”glíðingum” – størri ella smærri ­ sum hava verið í henni hesi ár. Tað eru tey, sum meta, at skipanin framvegis er góð og burðardygg, meðan onnur halda, at neyðugt er at stilla kósina av nýggjum. Grundarlagið undir tí, sum rópt verður stovnsrøkt, er partvís broytt, tí nýggj vitan innan fiskifrøði talar fyri nýggjum útrokningar­ hættum fyri eitt nú gýting­ arstovnar. Í aðrar mátar eru ymiskar meiningar um, hvussu veiðitrýst broytist við færri, men nýggjari skipum og bátum. Aðrir spurningar eru eisini, sum hædd kanska ikki í nóg stóran mun varð tikin fyri, tá skipanin varð skrúvað saman fyri sløkum 15 árum síðan. Tjóðarsemja Javnan hoyrist, at før­ oyskir framleiðarar og fiskaseljarar renna seg í trupulleikar á altjóða marknaðum, tá ræður um sølu av føroyskum fiski og fiskaúrdráttum, tí um­ heimurin er ivingarsamur um burðardyggleikan í okkara fiskiveiði. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, er tí farin til verka, har hann ætlar sær at finna eina tjóðarsemju um, hvussu vit skulu skipa okkara fiskiveiði í framtíðini. Sjálvur er hann av teirri áskoðan, at reglurnar á føroyskum øki við fiski­ døgum, gýtingar­og økis­ friðingum, meskastøddum og øðrum avmarkingum og treytum gera, at vit hava eina burðardygga fiskiveiði. Men samstundis ásann­ ar Jacob Vestergaard, at neyðugt er hjá Føroyum sum fiskivinnusamfelag at standa saman um okkara fiskiveiðiskipan úteftir – heilt úr fiskifrøðini umvegis vinnuna og til politisku skipanina. – Eg fari tí at taka stig til, at vit á breiðum grundar­ lagi taka alla fiskidaga­ skipanina upp til nýggja viðgerð, sigur hann. Skipanarnevnd Landsstýrismaðurin sær tí fyri sær, at ein nýggj skipanarnevnd verður sett, eins og tá fiskidagaskipanin varð sett saman og samtykt á sinni. – Eg fari at arbeiða fram ímóti, at Føroyar sum samfelag endurtaka ”succe’ina” við eini breiðari fiskifrøðiligari, vinnuligari og politiskari semju um fiskidagaskipanina. Hann sigur, at í einari slíkari viðgerð skulu øll viðurskifti takast við. – Reglur skulu orðast um, hvussu vit halda skipanina við líka, eins og hvussu vit skulu takla støðuna, tá fiskastovnar gerast illa fyri. Jacob Vestergaard vísir á, at hann eisini kundi hugsað sær, at altjóða hav­ granskingarfelagsskapurin ICES møguliga hevði umboð við í eini slíkari skipanarnevn. – Eg kundi hugsað mær, at hetta arbeiði fór í gongd í næstum, soleiðis Føroyar kunnu siga umheiminum, at vit taka spurningin um burðardyggleika í okkara fiskiveiði í størsta álvara, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum ásannar týdningin av, at Føroyar sum tjóð – og við einari rødd – eru samd um, at okkara fiskiveiða er burðardygg. vilmund@sosialurin.fo Tjóðarsemja um fiskivinnu SAMANHALD Nú føroyskir framleiðarar og fiskaseljarar javnan renna seg í trupulleikar á altjóða marknaðum, arbeiðir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum við at finna eina tjóðarsemju um, hvussu vit skulu skipa okkara fiskiveiði í framtíðini Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ynskir eina breiða semju í Føroyum um okkara fiskiveiðiskipan