mánadagur 9. august 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. august · Nr. 117
12
Sosialurin
Poul Jóhan Djurhuus
Hetta er ein afturvendandi
hending, sum ólavsøkugestir
gleða seg til at uppliva, ikki
minst fremmandu gestirnir,
sum koma hendavegin hesa
tíðina á árinum. Tað er eisini
ein prýðilig sjón at síggja
Føroya løgman og løgtings
formannin, báðir í føroysk
um búna, og føroya biskup,
í sínum fínasta bispaskrúði,
ganga á odda hjá landsins lóg
gevandi og útinnandi valdi og
leiða hesi inn í Dómkirkjuna
til eitt Guds orð.
Tað var gott veður ólav
søkudag, so nógv fólk hevði
leitað sær oman á Tinghús
vøllin at uppliva tað, sum
ólavsøkuskráin
hevði
at
bjóða frá kl.11.00 og nakrar
tímar fram.
Einastu sitiplássini, sum
vóru eftir í Dómkirkjuni,
tá skrúðgongan kom inn,
var inni í kór. Kirkjan var
fullsett, sum eisini er vanligt
á ólavsøku. Tíðindamaðurin
hjá
Kringvarpinum,
sum
var á staðnum, upplýsti, at
fleiri útlendingar vóru til
gudstænastuna, og at tað
er vanligt, at so er. Millum
útlendsku
gestirnar
var
amerikanski sendiharrin í
Danmark, Laurie S. Fulton,
sum var í fylgi við borgar
stjórahjúnunum, Hjørdis og
Heðin Mortenesen.
Har frammi í kór sess
aðust so prestar, løgtings
og landsstýrisfólk, meðan
nývaldi dómprósturin, Uni
Næs, tók støðu á prædiku
stólinum. Tað var Uni Næs,
sum varð tann, ið fekk heiður
in at prædika fyri landsins
høga tingi hesa ólavsøku.
Hetta er hansara fyrsta
ólavsøkuprædika sum dóm
próstur, og tað er óivað í kraft
av tí, at hann varð kosin at
halda ólavsøkuprædikuna á
hesum sinni.
Prædikan
Prædikuteksturin
var
úr
Jóhannes evangeliið kapitul
12. og ørindini 2426. Evnið
var hitt eina hveitikornið,
sum fellur í jørðina og
harvið
gevur
nógvan
ávøkst. Dómprósturin inn
leiddi prædikuna við eini
hugleiðing um hvat ólav
søkudagurin eisini merkir:
»Ólavsøkudagurin er dagurin
har føroyingar steðga á.
Hetta er tjóðardagurin, tá
fólkið stevnir saman í álvara
og í gleði. Hetta er dagurin
har Gudstrúgv og lóggáva
seta sín dám. Dagurin vit
eru tilvita sum fólk og tjóð.
Dagurin har vit lata gomlu
kristiligu virðini tala til
okkara inn í eitt nýtt ættarlið
og eina nýggja tíð. Dagurin
har landsins kosnu kvinnur
og menn byrja nýggja ting
setu at arbeiða fyri fólkið,
sum her býr. Hetta er eisini
dagurin har vit fegnast um
landið vit búgva í og eru
takksom.«
Síðani prædikaði dóm
prósturin um lítla hveiti
kornið, sum fellur í jørðina
og doyr, men, sum júst tí, ber
nógvan ávøkst. Hann nevndi
um Jesus, sum doyði eins og
hveitikornið, og ávøksturin
eru øll tey, sum trúgva á
deyða hansara. Eisini nevndi
hann breiða myndatýdningin,
sum
hveitikornið
hevur,
bæði í okkara andaligu og
tímiligu viðurskiftum. Hann
nevndi m.a., at tað, sum vit
menniskju gera, lítið ella stórt,
verður sum hveitikornið, ið
fellur í jørðina og ber ríkan
ávøkst, tá vit doyggja frá
egnum snildi og egnum vilja.
»Dupulta
kærleiksboðið
um at elska Gud og at elska
næstan, hevur ikki altið
bestu sømdirnar, táið avgerð
irnar skulu takast,« segði
dómprósturin.
Gudstænastan liðug
Tá Gudstænastan var liðug,
fór skrúðgongan sama veg
sum hon kom og stillaði
seg, sum vanligt er, undir
tinghúsinum, meðan Ólavur
Hátún stjórnaði ólavsøku
kórinum, sum í góðveðrinum
fylti míðbýin við sínum
vakra kórsangi við løgum av
tónaskaldinum
Waagstein,
sum fyri 80 árum síðani kom
við hugskotinum at hava
kórsang og kantatu uttan
fyri Tinghúsið. Hesin siður
hevur verið hildin í æru til
dagin í dag.
Síðani fóru løgtingsfólkini
inn í tinghúsið, har løg
tingsformaðurin setti nýggju
tingsetuna
og
løgmaður,
Kaj Leo Johannesen, helt
løgmansrøðuna,
sum
er
hansara næsta. Nú er bert
eftir at ynskja, at lærdómurin
í
hveitikorninum,
eisini
vil spíra á Føroya løgtingi.
Um so er, hevur Føroya
fólk vunnið nógv við ólav
søkugudstænastuni 2010.
Nývaldi dómprósturin og ólavsøkuprædikan
Kl. 11.00 ólavsøkudag fóru tingfólk og prestar vanligu skrúðgonguna úr
Tinghúsinum oman í Dómkirkjuna til ólavsøku-Gudstænastu
Kjak
Landsstýrismaðurin í fiski
veiðiveiðumálum hevur nú
sent tilmæli til løgtingið
um ávísar minkingar í veiði
møguleikunum hjá ávísum
veiðibólkum. Endamálið er
sjálvsagt, at vit ikki skulu
taka grundarlagið undan
okkara tilverugrundarlagi!
Sjálvt endamálið er væl
skiljandi!
Men byggir grundarlagið á
haldgóða vitan um støðuna?
Tað siga tey!
Uttan at vera fiski ella
útróðrarmaður við kunnleika
um støðuna á grunnunum,
so kenni eg eitt sindur til,
hvussu veiðinøgd og slag
skilir seg, tá dagurin at enda
er!
Fiskidagarnir hjá smá
bátum skulu fækkast, tí hesir
veiða so nógv av smáum fiski.
Ikki tí rúgvan er so stór, men
tí hesin parturin telir so nógv
í samlaðu veiðuni av smáum
fiski!
Men ger tað nú tað?
Er tað nakar við ábyrgd, ið
ger sær greitt, hvar hesin smái
fiskur hjá størri førum endar,
burtursæð tí, ið smábátar
landa? Neyvan! Tað sæst
ikki á skriviborðinum, og
so er ongin vitan! Men tað
sæst umborð undir brúgva
veingjunum og í handlunum,
ið selja smáan ræstan fisk!
Ráðgevingin kemur frá
fólki við egináhugamálum,
og frá fólki við ongari vitan
um veruleikan!
Landsstýrismaðurin styðj
ar seg til "Servitanina", men
hvussu er hon samansett?
Uttan at vera nóg kunn
ugur, so vil eg halda fast
við, at veiðan hjá smábátum
er so avmarkað, orsaka av
bátastødd, veðri, vindi og
streymi, at hesi kunnu ikki
vera nøkur hóttan!
Einasta viðmerking, eg
havi sæð frá monnum við
kunnugleika, er frá Henrik
Old.
Ætlaða
avmarkingin
er enn eitt horn í síðuna á
smærru
samfeløgunum
í
landi okkara, ið partvís hava
útróður sum livibreyð og
ítriv.
Eg havi sagt og hildið
fast um, at føroyar sum
eitt valdømi vildi føra til,
at skúlaði fólk við ongum
praktiskum kunnleika fóru
at stýra landinum. Tíverri
havi eg fingið rætt!
Løgtingslóg
sigur,
at
"fiskatilfeingið" er ogn føroya
fólks!
Hvat
skilst
við
hesa
orðing?
Nú skal fiskiveiði føroyinga
gerast »burðardygg«!!??
Eyðun Mohr Viderø